mánadagur 11. apríl 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43
Sosialurin
Árni Joensen
– Hetta var tað ringasta, sum
kundi henda.
Tað var tann fyrsta við
merkingin
hjá
Jó honnu
Sigurð ardóttir, for sætis ráð
harra, tá tað var vorðið greitt
leygarkvøldið, at íslendingar
enn eina ferð høvdu vrakað
eina
semju
um,
hvussu
Ísland skal rinda bretum og
niðurlendingum tað, sum teir
løgdu út, tá Icesavebankin
fór av knóranum.
Spenningurin var stór ur,
tá valhølini lótu upp leyg
armorgunin. Væl hevði tann
seinasta mein ingakanningin
víst, at 52 prosent ætlaðu sær
at atkvøða ímóti semjuni,
men kanningin vísti eisini,
at nógv fólk høvdu framvegis
ikki tikið støðu.
Men longu tá tey fyrstu
tølini komu inn frá val
støð unum, var greitt, at
veljararnir høvdu eisini sagt
nei hesaferð. Í gjár var liðugt
at telja, og tað endaliga
úrslitið vísti, at 175.114 fólk
høvdu verið og atkvøtt ella
75,3 prosent av veljarafjøldini.
69.462 fólk ella 40,2 prosent
høvdu atkvøtt ja, og 103.207
fólk ella 59,8 prosent høvdu
atkvøtt nei. 2.445 atkvøður
taldu ikki við.
– Hetta málið hevur klov
ið tjóðina, og nú ræð ur um
at forða fyri búskapar lig um
ruðuleika, segði Jó hanna
Sigurðardóttir leygar kvøld
ið.
Ikki fleiri samráðingar
Bretar og niðurlendingar
vóru skjótir at gera vart við
seg, tá úrslitið av fólka at
kvøðuni í Íslandi var greitt.
– Tað er sjálvandi hug
stoytt, at íslendingar vraka
eina avtalu, sum teir hava
samráðst seg til. Nú bendir
alt á, at málið endar í einum
dómstóli, segði bretski vara
fíggjarmálaráðharrin, Danny
Alexander, við kringvarpið
BBC. Hann legði afturat, at
stjórnin í London virðir ta
støðu, sum íslendska fólkið
hevur til málið, og at bretar
nú fara at tosa við hinar
partarnar og serliga stjórnina
í Niðurlondum.
Úr Haag eru orðini næstan
tey somu sum úr London,
men meiri avgjørd.
– Hetta er ikki gott
– hvørki fyri Ísland ella
Niður lond. Vit fara ikki at
samráðast aftur um hetta.
Ísland hevur bundið seg til
at gjalda, og nú fer málið til
dómsvaldið, segði Jan Kees
de Jager, fíggjarmálaráðharri,
avgjørdur.
Orðini hjá niðurlendska
fígg jarmálaráðharranum
koma neyvan óvart á ís
lendsku politikararnar, tí
longu leygarkvødlið segði
Steingrímur J. Sigfússon,
fíggjarmálaráðharri, at tað
verða ikki fleiri samráðingar
við bretar og niðurlendingar
um Icesaveskuldina.
– Samráðingarleiðin er
ging in at enda, segði hann.
Mist álit
Hóast Steingrímur J. Sig fús
son hevur vissað umheimin
um, at Ísland fer at halda
sín ar
fíggjarligu
skyldur,
so eru flestu eygleiðarar á
einum máli um, at úrslitið av
fólka atkvøðunum um Ice
savemálið hevur gjørt, at
álitið á Íslandi er viknað. Teir
vísa á, at í lánsavtalunum,
sum Ísland hevur gjørt við
umheimin
síðani
banka
kreppuna,
hevur
landið
bund ið seg til at halda
altjóða avtalur, og at hóast
Ice saveavtalan við Bretland
og Niður lond ikki er nevnd,
er tað hon, sum sipað verður
til.
Eygleiðararnir vísa eisini
á, at eftir tað, sum er hent við
Icesavemálinum, fara lond,
grunnar og felagsskapir at
aftra seg við at gera bindandi
avtalur við Ísland.
Í einari blaðgrein í gjár
kom
fyrrverandi
danski
uttan ríkisráðharrin
Uffe
Elle mannJensen inná, at í
næst um skulu íslendingar
tingast sið ES um limaskap.
Hann vísti á, at ES noyðist at
geva íslendingum sersømdir
á fiski vinnuøkinum, men
legði afturat, at tað er ein
spurn ingur, um ES torir at
gera tað, tí alt bendir á, at ein
fólkaatkvøða fer at vraka ein
lima sáttmála við ES kortini.
Andstøðan
krevur nýval
Tær fyrstu ábendingarnar
um úrslitið vóru ikki meiri
enn kunngjørdar, tá and
støðan í Altinginum kunn
gjørdi, at hon vil hava nýval
alt fyri eitt. Formaðurin í
Sjálf stæðis flokkinum, Bjarni
Bene dikts son, segði í einum
for mans orða skifti
í
sjón
varp inum, at tølini frá fólka
atkvøð uni vístu, at fólkið
hevði ikki álit á stjórnini, og
hann var ikki í iva um, at fleiri
høvdu verið í valhølinum og
atkvøtt nei fyri at vísa sítt
misálit á stjórnina.
Formaðurin í Framsóknar
flokkinum,
Sigmundur
Davíð Gunnlaugsson, tók
undir við kravinum um
nýval sum skjótast. Hans
ara grundgeving var, at
naggatódn er komin í tað
politiska arbeiðið við tí úr
sliti, at einki kemur burtur
úr.
Men
stjórnarflokkarnir
halda onga orsøk vera til
at skriva út val nú. Jó
hanna Sigurðardóttir, for
sætis ráðharri, segði leygar
kvøldið, at var úrslitið av
fólkaatkvøðuni ein ósigur
fyri stjórnina, var tað eisini
ein ósigur fyri Altingið, tí 70
prosent av tingmanningini
atkvøddi fyri semjuni, sum
fólkið nú hevði vrakað. Hon
legði afturat, at Icesave
málið hevur klovið tjóðina
í tvíningar, og at nú ræður
um at semjast um, hvussu
tað ber til at koma burtur úr
hesari støðuni.
Heldur
ikki
fíggjar
málaráðharrin, Steingrímur
J. Sigfússon, heldur tað vera
rætt við vali, hóast fólkið
hevur vrakað tvær Icesave
semjur.
arni@sosialurin.fo
Tað ringasta sum
kundi henda
Ísland Hóast stjórnin og meiri
enn tveir triðingar av Altinginum
mæltu íslendingum til at atkvøða
fyri tí nýggja Icesave-sáttmálanum,
var svarið aftur nei hesaferð. Men
hesaferð kann svarið fáa avleiðingar
forsætisráðharrin
Jóhanna Sigurðardóttir: – Hetta málið
hevur klovið tjóðina, og nú ræður um at
forða fyri búskaparligum ruðuleika
Valhøli
Av teimum 175.000 íslendingunum, sum greiddu atkvøðu,
atkvøddu 103.000 ímóti Icesave-semjuni
Mynd: Morgunblaðið