Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 14 Sosialurin Troubadoururin Terji og úrmælingarnir Dagfinn Olsen Myndir: Jens Kristian Vang Terji Rasmussen og Føstufressar høvdu útgávukonsertir í Norður­ landahúsinum um vikuskiftið. Hetta hendi í samband við, at Terji og fressarnir fyri nøkrum mánaðum síðani góvu út næstu fløguna. Hetta umleið 20 ár eftir, at fyrra fløgan kom út. Alt hetta er langt síðani søga, fyrra fløgan hevur sítt heilt serstaka pláss á hillini við føroyskum út gávum og í huga heiminnum hjá mongum. Heiðurin sum aldarinnr fløga fekk útgávan eisini. Fløgan er ein hin mest selda í Føroyum nakran tíð. Alt hetta er søgan og leik­ tjøld ini, nú seinna fløgan kom út, og út gávu konsert nú hevur verið. Ikki smávegis pallur, ið nýggja fløgan skal fylla, fyri ikki at standa í skugganum av fyrru fløguni. Og tí vóru vónirnar stórar, og somuleiðis áhugin manna millum, nú útgávukonsert loksins kom á skránna. Stuttligt er her at viðmerkja, at tá fyrra fløgan kom, var út­ gávu konsert innan fólk kendu fløg una og tónleikin. Fløgan hevði heldur ikki góð sølutøl, fyrr enn rúm tíð var farin, men eins langa tíð tað tók føroyingum at taka hana til sín, líka fast hevur hon fest seg í føroysku fólka sálina. Hesaferð valdi Terji at bíða, til fløgan hevði havt ein møguleika. Og kanska er søgan ikke bara so ein føld, tí sjálvsagt er eisini nak að við at fáa alt at passa saman, Norður landahúsið og so at savna tón leikararnar somu tíð undir som lon. Men meira um tað seinni. Gránað ella fánað hár Lýst var framman undan kon­ sert ini fríggjakvøldið í Norðu r­ landahúsinum, at eykakonsert bleiv leygarkvøldið. Útselt var nevni liga til konsertina fríggja­ kvøldið og, skilst, eisini til kon­ sertina leygar kvøldið. Hjá okkum, sum náddu at fáa atgongumerkið fríggjakvøldið, var spenningur í luftini. Og komin í Norðurlandahúsið kendist týðu liga, at spenningurin var manna millum, meðan mong nutu eina øl, ið til høvið hevði fingið heitið Grønur Skaldadrykkur, vís andi til kendan sang av fyrru fløguni. Fleiri lurtarar hetta kvøld sótu óivað eisini í Norður landa­ húsinum fyri 20 ella 21 árum síðani. Hárini grá ella fá, men annars ikki so nógv broytt. Og so byrjaði konsertin fyri fultsettum sali. Saman við Terja og Føstufressum komu vit ígjøg­ num nøkur løg. Og Terji tók fyri fyrstu ferð orðið millum løgini. Hetta gjørdi hann ikki nógv við hetta kvøld ið. Og tað var nú eisini sangirnar, tónleikin, vit vildu hoyra. Og har komu øll løgini, bland­ að av fyrru og seinnu fløguni. Allar perlurnar!! Terji hevur skrivað seg og síni løg inn í føroysku fólkasálina. Og har er tey ritað, sum rúnur í stein. Løgini eru ikke altíð so løtt, ganga ikki altíð eftir upp­ skriftum, ið onnur helst vildu hildið verið lættari. Ein um­ mælara starvsfelagi spurdi meg einaferð, um tað ikki kundi vera nakað um, at Terji í grund ini kvøður ­ skrivar kvæðir? Og eg havi viðhvørt hugsað eitt sindur um hetta, og kanska er hetta ikki av leið. Í øllum førum hóska mangar av perlunum ikki altíð inn í sama tónleikakassa, sum vanligu og siðbundnu sangirnir. Terji er egin í so máta. Og framførslunum er heldur ikki at fara skeivur av. Inniligar, og ein veit, at hetta er Terji. Samspælið við orðasnillingin Anker Eli Petersen er eisini hepp­ ið og saman eru teir upp hav til hesar perlurnar, sum savn aði so nógv fólk um viku­skift ið. At Anker Eli eisini er mynd lista­ maður bera fløgurnar boð um, eins og pallmyndin. Plúmm í Longu tá Terji fyri yvir 20 árum síðani gjørdi av at gera ein plátu í egnum navni, hevði hann eftir øllum at døma ta greiðu ætlan, at hann vildi nakað, hann sats ­ aði. Og hann legði góðar lunn ar undir ætlanina við at sam starva við limir í bolkinum Plúmm, ið til høvið fingu heitið Føstu ­ fressar. Hesin bólkurin av ung­ lingum, ið flestir vuksu upp saman, barndómsvinir, ið allir innan teir fyltu 20 vístu sínar tónleikagávur, og hvørs lagna tóktist avgjørd. Hvør í sínum lag úrmælingar á síni ljóð føri. Og allir gjørdust teir eisini tón­ leikarar. Kanska vert at merkja sær, at vit enn vóru í eini tíð, har ein ikki bert slongdi út, at ein ætlaði at liva sum tónleikari, og enn minni gjørdi álvara av hes­ um. Tónleikur var fyri tey flestu nakað, ið hoyrdi undir ítriv. Henda unika søgan um vin­ irn ar, ið gjørdust millum Føroya allar bestu, er søgd ofta, men hoyrir hesi søgu til. Umrøða Terji hevur skrivað seg og síni løg inn í føroysku fólkasálina. Og har eru tey ritað, sum rúnur í stein.