mánadagur 11. apríl 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Heðin Askham hevur ikki lagt fyri
reikingarnar til kappingarárið í ár
øðrvísi tilrættis. Høvuðsmunurin
er, at tveir av lyklaspælarunum
hava spælt við fullari megi.
Daniel
Udsen
og
Arnbjørn
Hansen vóru illa darvaðir av skað
um fyrstu vikurnar í fjør. Teir eru
væl fyri í ár, undantikið um viku
skiftið, tá Arnbjørn Hansen bara
spældi seinastu fimm minuttirnar.
Hann hevur verið sjúkur í vikuni.
Daniel Udsen hevur greiða
støðu.
– Vit eru væl fyri, og skaðarnir
hava ikki rakt eins meint í ár sum í
fjør, sigur hann.
Nú skal eingin gera ov skjótt av.
Fram vegis eru fáir dystir spæld
ir, og støðan kann broytast skjótt.
Tað broytir hinvegin ikki, at EB/
Streymur hevur vunnið Klaks víks
kappingina, stórsteypadystin, víð
ari luttøku í steypakappingini og
fyrsta landskappingardystin.
FM-biðlarnir
EB/Streymur og Víkingur eru ein
astu feløgini, sum hava sagt alment,
at greiði málsetningurin er at vinna
gull. Ein útsøgn, sum verandi før
oya meistararnir taka frástøðu frá.
– Eg vildi ynskt, at vit kundu
melda greitt út eins og Víkingur
og siga, at vit skulu vinna FM. Men
tað kunnu vit rætt og slætt ikki,
segði Julian Hansen, venjari hjá
HB, í fótbóltsblaðnum hjá Miðla
hús inum. Spurningurin er so, um
hann ikki vil leggja trýst á sínar
spælarar.
EB/Streymur og Víkingur tykjast
vera sera væl fyri. At tveir FM
biðlar brustu saman við Margáir
um viku skiftið, var tað eingin sum
setti spurnartekin við.
Lítið spæl
Hvørki av liðunum fingu ferð á
spælið hesaferð. Bólturin ferðaðist
nógv millum leikhálvurnar, og tað
ráddi fremst av øllum um at vinna
nær dystirnar.
Tað ger Levi Hanssen, EB/
Streymur, greitt.
– Vindurin darvaði spælinum
so mikið, at bólturin var nógv í mið
kringinum. Har royndu vit at vinna
nærdystirnar, og tíbetur endaðu vit
omaná, sigur hann.
Levi Hanssen legði heimaliðið
á odda. Pætur Dam Jacobsen fór
inn í brotsteigin og sendi bóltin
fyri føturnar á Hanssen, sum var
av gjørdur. Tá vóru 20 minuttir
spældir.
Hans Jørgen Djurhuus javnaði
fyri gestirnar fýra minuttir seinni.
Hann stóð væl fyri í brotsteiginum,
tá hann smekkaði til.
Alex José dos Santos skeyt
sigurs málið við brotssparki, tá
tveir minuttir restaðu í av fyrra
hálv leiki.
Uppiborin sigur
Víkingur var sjálvsagt leikliga
omaná seinastu løtuna av dystinum.
EB/Streymur vildi verja leiðsluna,
meðan gestirnir dyrgdu eftir einum
stigi. Tað var hinvegin sjáldan, at
Víkingur setti René Torgarð, sum
vardi málið hjá heimaliðnum, undir
trýst. Tað nærmasta var eitt inn
legg, tá bólturin fór við vind inum
og brádliga skifti kós. Vindurin
snýtti málverjan, men Torgarð var
knapp ur og loftaði bóltinum.
Daniel Udsen heldur, at sigurin
var uppiborin.
– Víkingur er nógv á bóltinum
eftir steðgin, men eg haldi ikki, at
teir eru nær við at fáa mál. Vit hava
tamar hald á støðuni, sigur Udsen
uni@sosialurin.fo
EB/Streymur 2
Víkingur
1
Nú er øðrvísi
Vodafonedeildin
EB/Streymur var
trý stig frá at vinna
føroyameistaraheitið
í fjør. Orsøkin var
keðiliga byrjanin.
Úrtøkan var bara
seks stig eftir fyrstu
seks landskappingar
dystirnar. Í ár
er øðrvísi
Eg
spældi
upp á tað
Víkingur mótmælti harð
liga avgerðina, tá Dagfinn
Forná, dómari, bríkslaði
fyri brotssparki til EB/
Streym. Ikki talan um
brotsspark, var niður
støðan hjá gest unum.
Daniel Udsen fekk
bóltin á hálvuni hjá
Víkingi. Landsliðsleikarin
fór til stroks, sneiddi
tríggj ar mótstøðumenn
av og kom inn í brots
teigin. Tá fór hann
brádliga um koll.
– Eg spæli eitt sindur
upp á tað, men tað er
eingin ivi um, at tað var
brotsspark. Hann legði
fót fyri mær, og eg var
steðgaður ólógliga, sigur
Daniel Udsen.
Hann var millum teir
mest eyðsýndu hjá EB/
Streymi.
Uni Holm Johannesen
Heðin Askham hevði ein trupul
leika, tá hann skuldi seta liðið
hesaferð. Eingin framherji var
nóg byrgdur at spæla frá byrjan.
Arnbjørn Hansen hevur verið
sjúkur í vikuni og spældi bara
seinastu fimm minuttirnar. Sorin
Anghel var ikki við vegna skaða.
Tað kom ikk upp á tal at flyta
garvaða Egil á Bø sum fremsta
mann.
Hann
hevur
nógvar
royndir sum framherji, men
stýrir vanliga verjupartinum við
hepn ari hond.
Loysnin var Levi Hanssen.
Seinast havnarmaðurin spældi
sum framherji var í 2005, tá hann
um boðaði B36.
– Tað gekk væl, og eg var so
heppin at fáa eitt mál. Eg vænti
hinvegin ikki at spæla har fleiri
ferðir í ár, tí Arnbjørn Hansen
eigur hatta plássið, sigur Levi
Hanssen.
Tað skal einki takast frá av
rikinum hjá honum. Sum ein
staklingur hevur hann ikki somu
eginleikar sum Arnbjørn, men
Levi stríddist ómetaliga væl.
Daniel Udsen heldur, at Heðin
Askham valdi rætt.
– Levi kom væl frá uppgávuni.
Hann er raskur og treiskast eftir
bóltinum í samfullar 90 minuttir,
sigur Daniel Udsen.
uni@sosialurin.fo
Arnbjørn eigur plássið
Levi Hanssen var fremsti maður hjá EB/Streymi
í gjár. – Tað gekk væl, men Arnbjørn Hansen
eigur hatta plássið, sigur málskjúttin
SMS-boð um dystin:
»DAGfinn var DAGsins madur vid Margáir –
Hollywood brotsspark«
»Bodil UDSEN vard eisini sjónleikari !«
»Tad er munur á at lata seg detta, og at
detta ordiligt heim til mammu.
Heilsan ein víkingur.«
Góð byrjan
Í fjør var heldur slaka byrjanin upp á kappingarárið hjá sundalagsmenn orsøkin, at teir vóru ov stuttir til FM,
men við sigrinum á FM kandidatinum úr Víkingi leygardagin, tykjast teir blá/svørtu at vera væl fyri frá byrjan
Mynd: Álvur Haraldsen