Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Nógvar gleðistøður hevur ein verið vitni til í samband við fótbólt, men gleðin hjá klaksvíkingum við at leggja seg á odda 1-0 úti í Vika á Argjum, aftaná 58 minuttirs spæl var heilt serlig. Áðrenn Bárður Heinesen stútaði KÍ framum, høvdu bæði Jógvan Isaksen og Kristoffur Jacobsen rakt træverkið við góðum skot- roynd um. KÍ hevði tá spælt trý korter í yvirtalsstøðu. Hjalgrím hevði brent eitt brotsspark, og óeydnan hekk tung yvir bláklæddu upp flytarunum úr Klaksvík. Men aftaná 1-0 málið hjá KÍ bar alt til, og neyvan hevur nakað skottelt á Norðoyastevnu verið so nógv testað, sum neyðars føðingardagsbarnið í B71-málinum, Símun Rógvi Hansen, sum fylti 24 ár ígjár. Við Hjalgrími Elttør, Jógvani Isaksen og Kristoffuri Jacobsen hevur KÍ eina veruliga skothóttan, sum óivað fer at geva fleiri málverjum høvuð- brýggj í vodafonedeildini hetta kapp ingarárið. Óhepni íslendingurin B71 hevði longu eitt veruligt handi- kapp, tá dysturin var byrjaður, og tað var, at teir vóru noyddir at spæla heimadystin á uttanveltaðum vølli. Til næsta heimadystin skuldi vøllurin í Traðardali tó verið lið- ugur, og tá kemur veruligi heima- vallarfyrimunurin aftur. Men tá dyst urin byrjaði var einki sum bendi á, at sandoyingar fóru at fáa eina skortfleingju. Sandoyingar stóðu væl á vøll- inum, og vóru væl við, men tá eitt lítið korter var farið koppaði alt hjá B71. Eitt innlegg frá Kristoffuri Jakobsen endar við, at Bárður J. Heinesen gerst leysur í brots teig- inum. Bárður fær ikki skot á – bólturin endar hjá Hjalgrím Elttør, sum fær eitt betri skot á bóltin, men á mállinjuni bjargar íslendski verjuspælarin, Annel Helgi Finn- bogason við arminum. Ransin Djur huus varð eirindaleystur. Hann dømdi brotsspark, og vísti íslend- ing in av vøllinum. Aftaná hesa hendingina gjørdist talan um eina veruliga mótbrekku hjá B71. Tá Bojan Zivic so varð vístur av vølli, aftaná eina hevnissøku, tá bert sjey minuttir vóru farnir, bar ikki til hjá sandoyingum at standa ímóti bláu flóðalduni av álopum, sum streymaðu ímóti málinum hjá Símuni Rógva Hansen, sum fyllir 25 ár ein týsdag næsta ár, og tí vænt- andi sleppur undan einari so keð- iligari føðingardagsgávu næsta ár. Ovurfegin málverji Gunnar á Steig, málverji hjá KÍ varð ovurfegin um sigurin: – Vit blivu við at skapa mál- møgu leikar, so tað var bara ein spurn ingur um tíð, áðrenn hol kom á. Venjarin var væl nøgdur aftaná fyrra hálvleik, hann bað okk um at halda fram við trýstinum, so skuldu málini nokk koma, segði ein fegin Gunnar á Steig aftaná dystin. Um støðina sum førdi til, at hann var vístur av vølli, segði Annel Helgi Finnbogason hjá B71: – Hatta var rættiliga býtt. Eg standi stillur, og bólturin var skotin upp í armin á mær, segði ein týð- iliga vónbrotin Annel Helgi Finn- bogason, sum ætlar at koma sterkt aftur, tá hann aftur fær møguleikan í verjuni hjá B71 aftur. heris@sosialurin.fo Sandoyingar negldir við 6-tumma seymi Vodafonedeildin Hóast klaksvíkingar leingi vóru í yvirtalsstøðu, høvdu leikliga yvirvág, og høvdu nógvar málmøguleikar, so gekk ein tími, áðrenn tað brast fyri nev hjá klaksvíkingum B71 0 KÍ 6 aftur stórtap Ein og sandingar endaðu kappingarárið í fjør við stórtapi, byrja teir eisini nýggja kappingarárið við stórtapið, tá teir bláðu úr Klaksvík, løgdu seg á odda í landskappingini Mynd: nordlysid.fo SMS-boð um dystin: »Nú selur Midstovubóndin á Sandi eplamorl« »Símun Rógvi fekk 6 mál í födingardagsgávu frá KÍ, og tvey reyd kort. Hann fyllir 24 ár í dag.« »B71 hevur broytt navn til „06 Argir“« »KÍ fekk kjansin frá Ransin« »KÍ er nummar 1, og HB liggur til nidurflyting. Nordlýsid verdur nakad tungt hósdagin« »B71 munnu nokk verda „Argir“, tá teir fara út á Argir at späla»