Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tað er vist sum amen í kirkjuni, at HB fær altíð fótin fyri seg. Felagið stórtrívist í mótgongd. Vit hava sæð tað fleiri ferðir áður. Reyðu og svørtu havnarmenninir koma illa frá byrjan, men eru oftast ovast tá avtornar. Julian Hansen og HB eru ikki byrjaðir serliga væl í hesum kapp­ ingarárinum. Tað er eingin van­ lukka at tapa fyri Víkingi og NSÍ, sum helst fara at stríðast um heiðurs merkini næstu mánaðirnar. Hin vegin er tað ongantíð nøktandi at tapa sum føroyameistari. Í fjør tapti HB fyri B36 í fyrsta umfarinum í steypakappingini og hevði tvey stig eftir tveir lands kapp­ ingardystir. So buldraðu teir avstað og vunnu føroyameistaraheitið. Krosslá lítið eyðsýndur Julian Hansen, venjari, hevur verið varin í vetur. Hann vil ikki siga, at HB fer at vinna føroyameistaraheitið. Tað ber rætt og slætt ikki til við spælarahópinum, hann stendur á odda fyri, heldur hann. Milan Kuljic, Levi Hanssen og Hans á Lag eru ikki við í ár, og Andrew av Fløtum spælir eftir øllum at døma ikki næstu mánaðirnar vegna skaða. Vágbingurin Jón Krosslá Poulsen er ein teirra, sum er knýtt­ ur at hópinum í vetur. Hann hevur ikki gjørt stórvegis skreytir fyrstu dystirnar, og framherjin hevur helst tørv á tíð, áðrenn hann fer at vísa sítt virði. Hann tykist fram­ vegis nakað tungur, og tað er ein sannroynd, at tú skal spæla við fullari megi, um tú skal spæla við HB. Tað er ein øðrvísi støða enn í FC Suðuroy, har Jón Krosslá Poulsen hevur verið millum lykla­ spælararnar seinastu árini. Taptu uppiborið HB var lítið sannførandi hesaferð. Spælið var lítið skipað, og loysnin at oftast at spæla við langum bólt­ um. Jógvan Skeel Nolsøe hótti sjáldan heimaliðið sum fremsti mað ur. Hann legði gestirnar á odda beinan vegin, tá hann bara skuldi stýra bóltinum í málið eftir frálíkt upplegg frá Símuni Samuelsen. Annars høvdu runavíkingar fult tamar hald á honum. Rógvi Poulsen, sum er afturkomin úr Crewe, loysti hann av beinanvegin í seinna hálv­ leiki. NSÍ syrgdi fyri at hava ferð á bóltinum. Mamuka Toronjadze og Christian Høgni Jacobsen eru mill um bestu einstaklingarnir í før oysku kappingini. Tað riggaði eis ini væl hjá teimum at renna við bólt inum. Tórður Hreidarsson, sum spældi í miðverjuni hjá HB, stóð seg sera væl. Íslendingurin stýrdi verjupartinum við hepnari hond, og tað var serliga takka verið honum, at heimaliðið ongantíð setti Heðin Stenberg av álvara undir trýst. Klæmint Olsen syrgdi fyri, at tað stóð á jøvnum, tá hálvur tími var spældur. Hann var staddur stutt frá málinum eftir innlegg úr vinstru og smekkaði til. Justines R. Hansen var á mið­ vøllinum hjá NSÍ. Hann er sann­ førdur. – Vit vinna uppiborið. Vit eru treiskir og geva teimum lítið pláss at spæla á. Allir stríðast væl, sigur hann. Sigursmálið kom sjey minuttir fyri leiklok. Einar Hansen royndi seg við skoti eftir hornaspark. Stutt frá málinum stýrdi innskifti Debes Danielsen bóltin inn í málið. Klæmint A. Olsen var útvístur lítla løtu seinni. Rógvi Poulsen noydd­ ist av vøllinum, men tá Julian Hansen hevði brúkt allar útskift­ ingarnar, noyddust liðini at spæla við 10 monnum hvør seinastu min­ uttirnar. 07 Vestur næstuferð HB hevur upplagdan møguleika at fáa fyrstu stigini næsta vikuskiftið. Tá vitjar 07 Vestur í Havn. Vikuna eftir fáa føroyameistararnir vitjan av B71. Fróði Benjaminsen er liðskipari hjá HB. – Vit eru sjálvsagt vónbrotnir av byrjanini, men nú skulu vit syrgja fyri at reisa okkum aftur, sigur hann. Meðan vit bíða til HB fer at skava fyrstu stigini saman, kunnu vit ikki annað enn venda og snara tí, sum er hent. Veruleikin er, at før­ oyameistararnir eru komnir illa frá byrjan. HB trívist hinvegin altíð best í mótgongd... uni@sosialurin.fo Meðan vit bíða Vodafonedeildin Føroyameistararnir hava ikki lagt væl frá landi í 2011. HB eigur ongan leiklut í steypakappingini, og tað var eydnaðist ikki at fáa stig við Løkin. Støðan er álík byrjanini í fjør. Nú bíða vit bara eftir, at teir reyðu og svørtu ressast NSÍ 2 HB 1 Tríggir minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini, tá Klæmint A. Olsen tveitti seg ófantaligt niður og rendi innskifta Rógva Poulsen um koll. Framherjin steðg aði Poulsen, sum hevði sett ferð á og rann við bóltinum um mið kringin. Petur Reinert, dómari, ivaðist ikki. Beinleiðis reytt kort. Rógvi Poulsen noyddist av vøllinum, og hann varð koyrdur á sjúkrahúsið alt fyri eitt. Sosialin skilir, at talan er ikki um beinbrot, sum fleiri óttaðust. Tað er framvegis ikki greitt, hvussu álvarsamur skaðin er, og nær Rógvi verður aftur á vøllinum. Fróði Benjaminsen, liðskipari hjá HB, hevur greiða støðu um takklingina. – Hatta var ein garvill takk­ ling, og hann er nógv ov seinur. Hann fekk reytt kort, og tað er ikki meira at siga um tað, sigur Benjaminsen. Ófantaligt Mál! Klæmint Olsen hevur júst javnað til 1-1. Hann hevð ríkiligt av plássi, tá hann smekkaði til. Framherjin, sum var útvístur, tá lítil løta resaði í, syrgdi fyri, at HB er komið illa frá byrjan Mynd: Álvur Haraldsen Fróði Benjaminsen og Jústinus R. Hansen dystast á miðjum vølli Mynd: Álvur Haraldsen SMS-boð um dystin: »Hmm...nær er tad seinast, at HB hevur tapt 3 dystir a rad? Men flott NSI! Nu er bara at temja vikingarnar friggjakvøldid!« »Ein vespa stakk rógva so meint at dómarin mátti i lumman eftir reyða flugusmekkarinum og jagstra vespuna av vølli áðrenn hon stakk aftur«