mánadagur 11. apríl 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Undan dystinum á Dungasandi í
Sør vági millum 07 Vestur og B36
kundi tað sæð opið út, tí hóast 07
Vestur er uppflytari, kom liðið sann
før andi víðari í steypakapp ingini,
meðan B36 mátti lúta í sínum dysti.
Og tá 07 Vestur var uppi í Voda
fonedeild ini fyri tveimum árum
síðani, vann liðið báðar sínar dystir
ímóti B36.
Men hesa ferð gjørdist øðrvísi, og
helst hevði skjóta leiðslumálið hjá
B36 sína ávirkan á, at so varð. Tað
vóru ikki farnir meira enn gott og
væl tveir minuttir, tá ein heimleys
afturlegging endaði fyri fótunum
á Róaldi Jacobsen, ið var kaldur og
takkaði fyri gávuna.
– Eg má siga, at eg trúði ikki
ordiliga upp á tað, tí eg tamdi bóltin
ov langt frá mær og hevði mist
hann. Men tá so verjuspælarin hjá
teimum feilmetti bóltin, kundi eg
bara taka hann og lobba upp um
mál mannin, sigur Róaldur, ið eitt
korter fyri dystarlok staðfesti sig
urin, tá hann skoraði til 30.
Tá tók hann sakina í egnar
hendur, dró úr vinstru síðu inn á
mið ásina og meddaði til, staddur
einar 20 metrar úr málinum hjá 07
Vestur: – Tey flestu hildu kanska, at
bólturin kom í tríkantin, men hann
kavaði, tá hann kom inn ímóti mál
inum, so málmaðurin hevði ongan
møguleika at røkka eftir honum.
Málið til 20 fekk B36 eitt korter
inn í seinna hálvleik eftir eitt horna
spark í høgru síðu, sum Suni Olsen
við vinstra beini sendi flatt inn
ímóti fremru stong, har verju spæl
arin, Símun Joensen, fekk smoygt
sær fram um ein verju spæl ara hjá
07 Vestur og við innar síðuni sent í
málið.
B36 megnaði meira
Talan var ikki um ein sprudlandi ella
so øgiliga væl spældan dyst, men
báðir partar vildu allíkavæl gjarna
spæla við. 07 Vestur hevði ta fyrstu
løtuna góðar taktir, men nokk so
skjótt hevði B36 fingið fullkomuligt
tamarhald á verjupartinum, og tá
fyrsta havnarmenninir høvdu fótað
sær, sleptu teir ikki takinum aftur.
07 Vestur slapp at spæla saman
longur afturi á vøllinum, men so
skjótt sum vágamenninir komu um
miðjuna og høvdu hug at nærkast,
sluppu teir ikki longur. Ta einu ferð
ina raktu teir stongina og í seinna
hálvleiki hevði Jovan Panic eina
góða skotroynd, men annars var
øgiliga smáligt við atsóknum frá
heimaliðnum.
Hinvegin megnaði B36 at skapa
munandi meira í álopspartinum,
og umframt at raka stongina hjá
07 Vestur, komu eitt nú Lukasz
Cieslewicz og Heini í Skorini í
góðar skotstøður, men uttan at
vera nóg neyvir. Ta einu ferðina
var Cieslewicz púra leysur fyri
mál inum, men 07 Vesturmálverjin,
Hans Jørgensen, vísti sínar bestu
dygdir og bjargaði meistarliga.
– Hetta var akkurát tað, sum vit
fóru eftir, sjálvt um eg ikki haldi, at
vit spældu so øgiliga væl, staðfestir
Róaldur Jacobsen, ið var vakin, tá
hann fekk sínar møguleikar, og tí
kundi B36 fara aftur úr Sørvági við
einum uppibornum sigri, ið kanska
boðar frá góðum eftir tvey rakár hjá
árs talsfelagnum í høvuðsstaðnum.
Róaldur var vakin
Vodafonedeildin Við tveimum málum syrgdi Róaldur Jacobsen fyri, at B36 tók stigini
við sær úr Sørvági til Havnar. B36 skapti fleiri kjansir og stóð í verjupartinum sterkari
enn 07 Vestur, sum ongantíð kom fyri seg eftir skjótu leiðsluna hjá gestunum
Perlumál
Afturvendi Ingi Højsted (8) fegnast saman við tvímálskjúttanum, Róaldi Jacobsen, eftir at hann við frálíkum langskoti, endaliga avgjørdi dystin í Sørvági
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Vágamenn løgdu bragdliga fyri í
steypakappingini, tá teir vunnu
30 á FC Suðuroy, men í gjár
máttu teir sjálvir leggja rygg
til eitt 30 tap, tá B36 vitjaði á
Dungasandi í Sørvági. Longu í
triðja minutti kom B36 á odda
10, og tað helt venjarin hjá 07
Vestur hava stóran týdning fyri
gongdina í dystinum:
– Vit settu teir sjálvir í gongd,
og tað haldi eg oyðilegði alt
fyri okkum, tí skjóta málið hjá
teimum broytti eitt sindur upp
á dystin. Eg haldi, at vit skaptu
nóg mikið til at fáa mál, men
saknur var í TórIngar Akselsen,
sum var burturstaddur hesa
ferð, sigur Hegga Samuelsen,
sum tó ikki væntar, at hesin
eini dysturin skal oyðileggja
kappingarárið hjá 07 Vestur.
– Nei, vit gera nakrar feilir,
sum vit mugu royna at arbeiða
við, og fáa vit betra tað, skal tað
nokk ganga hjá okkum.
Odmar Færø, sum spælir í
miðverjuni hjá B36, helt eisini, at
tað skjóta málið gjørdi sítt til, at
tað bleiv lættari hjá B36 at vinna
dystin:
– At vit fáa eitt skjótt mál,
ger tað lættari hjá okkum, men
annars helt eg ikki, at vit fingu
spælið at koyra fyrsta korterið.
Men so batnaði tað hjá okkum
og vit kundu koyra sigurin heim.
Hetta vóru vit rættiliga væl
nøgdir við, tí vit søgdu áðrenn,
at vit skuldu bara hava trý stig,
sigur Odmar, sum ikki helt, at
07 Vestur var so vánaligt, hóast
trý mál vóru á muni, tá dysturin
var av.
– Eg haldi, 07 Vestur gjørdi
tað gott og spældi til tíðir minst
líka væl sum vit, so tað skal ikki
undra meg, um 07 Vestur megnar
at yvirliva í bestu deildini í ár.
hilmarjan@sosialurin.fo
Skjótt mál broytti alt
07 Vestur
0
B36
3
SMS-boð um dystin:
»Lekkurt at hava ein heilan bonk av
unglingum, sum altíd eru klárir at
tradka til. Og välafturkomin til Inga. Go B36«
»Í dag vísti B36 í hvörjum enda teir í ár fara
at enda«