Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Ikki færri enn 31 mál fullu í teimum fimm dystunum í 1. deild hjá monn­ um, sum vóru um vikuskiftið. Fýra dystir vóru leygardagin og ein í gjár, og við so nógvum málum treyt undirhaldið í øllum førum ikki. Og skuldu málini verið býtt javnt, høvdu minst seks verið í hvørjum dysti. Kanska hetta boðar frá einari undir haldandi kapping, hóast undir haldið nokk man kennast størri, er tað í javnari dystum, at tey mongu málini koma. Størsta málveitslan var á Argjum leygardagin, har niðurflytararnir í AB bara skuldi brúka 35 minuttir av fyrra hálvleiki til at skora heili sjey av sínum níggju málum! Teir næst­ bestu hjá 07 Vestur, sum eru komnir upp úr triðbestu deildini, komu á odda 1­0 longu í fimta minutti, men frá áttanda til triðsíðsta minutt fyri steðgin fekk AB mál sjey ferðir og var á odda 7­1 í steðginum. Liðini fingu tvey mál í part í seinna hálv­ leiki, so dysturin endaði 9­3 til AB, ið veruliga sær út til at vilja sleppa uppaftur í Vodafonedeildina sum skjótast. TB var aftanfyri TB spældi í gjár sín fyrsta heima­ dyst hetta kappingarárið, og nú Sev mýri er kolldømd til fótbólt, spæla tvøramenn sínar heimadystir í Hvalba. Her vóru gestirnir úr FC Hoy vík nógv grammari fyri steðgin og fingu tvey mál síðsta korterið fyri hálvleik. Tað sá einki út hjá TB, men tá tað so endiliga bragdaði 20 minuttir inn í seinna hálvleik, vendist ikki aftur og TB setti seg á tað heila. Kortini var framvegis 2­2, tá bara 20 minuttir vóru eftir, men so settu tvøramenn trumf á og fingu av álvara hol ígjøgnum, so teir vunnu 6­2. Størsti málslúkurin var Hanus Mortensen, sum skoraði sítt fyrsta hat­trick fyri TB ta gyltu løtuna, tá TB fekk fýra mál í níggju minuttir! Hitt suðuroyarliðið, FC Suðuroy, hevði leygardagin teir næstbestu hjá NSÍ á vitjan, og har var grundin undir heimasigurin løgd í fyrra hálvleiki, tá FC Suðuroy fekk tvey mál, sum góvu støðuna 2­0 í hálv­ leikinum. Stutt inn í seinna hálvleik minkaði NSÍ um munin, so tað gjørdist spennandi tað nógva av seinna hálvleiki, men í næstsíðsta min utti fekk FC Suðuroy sítt triðja mál og kundu kanna sær sigurin. Kristin hat-trick Skála, sum aftur hevur vunnið sær pláss í næstbestu deildini, fekk einki forerandi frá næstbestu mann ingini hjá HB í Gundadali leygar dagin. Eftir ein málleysan fyrra hálvleik setti HB ferðina upp eftir steðgin og skoraði fýra mál, með an Skála einki fekk. Ein spælari, ið var eyðsýndur á heimaliðnum, var Kristin Restorff Mouritsen, sum eftir 10 minuttum megnaði at skorað ektað hat­trick frá 2­0 til 4­0. Liðið hjá Skála er spildurnýtt, og bara tríggir eru eftir av teimum, sum vóru við, tá skálamenn gjørdu um seg í fremstu røð. Fimti dysturin í hesum fyrsta umfarinum í 1. deild hjá monnum var við Margáir, har næstbestu mansliðini hjá EB/Streymi og Víkingi møttust, og her gjørdist endin tann sami sum hjá bestu mann ingunum hjá somu feløgum, tí EB/Streymur vann. Heldur ikki her kom nakað mál í fyrra hálvleiki, men beinanvegin eftir steðgin fekk EB/Streymur hol á, og síðstu minuttirnar komu so tvey mál aftrat, ið tryggjaðu sundalags­ monnum sigurin. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Útlit hava verið fyri, at kappingin í 1. deild hjá kvinnum kanska fór at vera javnari og meira spennandi, enn hon plagar at vera. Tað verður hon kanska eisini, men nú tvey umfør eru farin, eru tað aftur í ár AB og KÍ, ið eru komin best frá byrjan, tí tey bæði liðini hava fult stiga tal, seks í part. So skal eisini sigast, at tey bæði í gjár spældu ímóti teimum báðum liðunum, ið munnu metast sum tey, ið kunnu bjóða av. AB vann stórt ímóti Skála og KÍ vann í sínum lagi ímóti Víkingi, meðan havnarfeløgini bæði, HB og B36, spældu javnt. AB vísti styrki í útidystinum ímóti Skála, tá tað eydnaðist at vinna ein tryggan 4­0 sigur. Mona Breck mann legði botnin fyri steðg­ in, tá hon skoraði til 1­0, og bara fáar minuttir eftir steðgin økti Ásleyg Súnadóttir til 2­0. Eitt korter inn í seinna hálvleik eydnaðist AB at punktera allan spenning í dyst­ inum, tá tvey mál komu innan fyri tveir minuttir. Ásleyg skoraði tað fyrra og Silja á Borg Færø tað seinna, og so var hesin dysturin væl og virð iliga avgjørdur. HB mundi vunnið Víkingur, sum var í Klaksvík og spældi ímóti KÍ, fekk eina dreyma­ byrjan, tá Heidi Sevdal longu í fjórða minutti legði Víking á odda 1­0 við beinleiðis frísparki. Men longu mitt í fyrra hálvleiki hevði KÍ bæði javnað og lagt seg á odda við málum, sum Rannvá Andreasen og Sofía Purkhús skutu. Fleiri mál komu ikki í dystinum, so hetta skuldi vísa seg at vera avgerandi fyri, hvussu henda uppgerðin endaði. Í grannauppgerðini í Gundadali millum uppflytararnar úr HB og B36 kom einki mál fyri steðgin, men stutt inn í seinna hálvleik legði Marianna H. Jacobsen vertirnar á odda. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Rudi Zachariassen tvey gul kort innan fyri fýra minuttir, so HB í ein hálvan hálvleik mátti klára seg við 10 spælarum ímóti 11. Kortini var um reppið, at tað eydnaðist HB at vinna dystin, tí ikki vóru meira enn fýra minuttir eftir, tá Brynja Høj fekk javnað til 1­1 fyri B36. hilmarjan@sosialurin.fo Favorittsigrar allastaðni Fótbóltur Fyrsta umfar í kappingini hjá næstbestu monnunum var um vikuskiftið, og har spurdist einki óvæntað úrslit burturúr, hóast tað í onkrum dysti leingi hótti við onkrum heldur óvæntaðum. Talan var um eitt sera málríkt fyrsta umfar Føroyska 1. Deild kvinnur nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 AB 2 2 0 0 9 2 +7 6 2 KÍ 2 2 0 0 5 1 +4 6 3 Skála 2 1 0 1 1 4 -3 3 4 HB 2 0 1 1 1 2 -1 1 5 B36 2 0 1 1 1 4 -3 1 6 Víkingur 2 0 0 2 3 7 -4 0 AB og KÍ vunnu aftur KvinnuFótbóltur Hóast fleiri av hinum liðunum hava sæð út til at verið væl fyri, sær støðan eftir tvey umfør út, sum hon plagar, tí AB og KÍ hava lagt seg á odda Ab AvStAÐ Kvinnurnar av Argjum vunnu stórt á Skála í gjár og hava saman við KÍ fult stigatal eftir fyrstu tvey umførini Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen KÍ - Vík. 2-1 (2-1) 0-1: Heidi Sevdal, 4. 1-1: Rannvá Andreasen, 19. 1-2: Sofía Purkhús, 26. Skála - AB 0-4 (0-1) 0-1: Mona Breckmann, 37. 0-2: Ásleyg Súnadóttir, 51. 0-3: Ásleyg Súnadóttir, 59. 0-4: Silja á Borg Færø, 61. HB - B36 1-1 (0-0) 1-0: Marianna H. Jacobsen, 52. 1-1: Brynja Høj, 86. Reytt kort: Rudi Zachariassen, HB, 67.