Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Leygarkvøldið var flogbóltsdeildin hjá TB vertur fyri stóru galla­ veitsluni hjá flogbóltinum, sum var hildin í Trongisvági. Hølini vóru vakurt pyntað og borðreitt var við framúr góðum mati, umframt at undirhald og serstakliga góður dansitónleikur við Neils Band settu sín dám á. At Flogbóltssambandið hevði latið hetta upp í hendurnar á flogbóltsfólkunum á Tvøroyri, var einki at undrast á, tí tey har suðuri duga tiltikið væl at skipa fyri. Eitt dømi um tað er, at finalurnar hjá teimum yngru mestsum fast verða lagdar í Trongisvági, tí tá kunnu tey í Flogbóltssambandinum vita, at alt verður lagt so væl til rættis, sum tað yvirhøvur ber til. Flogbóltsfólkini vóru gott og væl hundrað í tali, og lagið var av tí besta. Eftir ein langan flogbóltsvetur kundu tey endiliga taka sær av løttum og hugna sær saman, og hóast tey í vetur hava staðið hvør sínum megin netið og hava kappast ímóti hvørjumøðrum, rann alt saman í eitt á gallaveitsluni. Ársins bestu heiðrað Sum vanligt er eitt slíkt kvøld, var størsti áhugin fyri, hvørjir spælarar fóru at verða heiðraðir sum teir bestu í farna kappingarárinum. Hetta var tikið í smáum ígjøgnum borðhaldið, har byrjað var við ársins dómarum og síðani farið ígjøgnum ársins venjara, stjørnuskot, verju­ spælara, álopsspælara, blokk­ spæl ara, hevara og at enda ársins spælara – alt hetta hjá bæði kvinn­ um og monnum. Her vísti tað seg, at tey bæði fremstu liðini, Mjølnir hjá kvinnum og ÍF hjá monnum, fóru av stað við tí allarmesta. Hesi bæði lið ini vunnu greipuna í vetur, og serliga gjørdu Mjølnir­kvinnurnar veru­ liga bart, tí tær vunnu alt, sum var hjá kvinnunum at koma eftir, og tað kann valla tulkast sum annað enn eitt stórt herðaklapp til klaks­ víkskvinnur. Menninir hjá ÍF fóru avstað við tí nógva, men í tveimum førum fingu tapandi mansfinalistarnir í bæði steypa­ og FM­finalunum, Mjølnir, tikið seg framum og vunn­ ið. Samanumtikið gjørdist hetta kvøldið hjá teimum, ið vunnu mest í vetur. hilmarjan@sosialurin.fo Mjølnir og ÍF gjørdu slætt borð Flogbóltur Birgit Guttesen úr Mjølni og Rúni Weihe úr ÍF blivu kosin ársins spælarar, tá flogbólturin setti punktum fyri einum spennandi vetri. Mjølnir og ÍF vunnu alt, sum var at vinna Ársins bestu í flogbóltinum Ársins spælari Kvinnur Menn 1 Birgit Guttesen (Mjølnir) Rúni Weihe (ÍF) 2 Anja S. Danielsen (Fleyr) Boban Ilic (Mjølnir) 3 Gudrid Nolsøe (TB) Bartal Eliasen (ÍF) Ársins hevari Kvinnur Menn 1 Eina S. Kalsø (Mjølnir) Thorvald Danielsen (Mjølnir) 2 Annika á Stongum (SÍ) Ólavur Jensen (SÍ) 3 Maja Popovich (ÍF) Hans Fróði Jensen (Fleyr) Ársins bloKKspælari Kvinnur Menn 1 Lena í Buð (Mjølnir) Hjalti Josephsen (Mjølnir) 2 Elisabeth Purkhús (Mjølnir) Suni Juul Pedersen (Fleyr) 3 Karina Debes (Fleyr) Brian Poulsen (ÍF) Ársins Álopsspælari Kvinnur Menn 1 Birgit Guttesen (Mjølnir) Rúni Weihe (ÍF) 2 Anja Danielsen (Fleyr) Boban Ilic (Mjølnir) 3 Sofía Purkhús (Mjølnir) Hjalti Josephsen (Mjølnir) Ársins verjuspælari Kvinnur Menn 1 Margit Joensen (Mjølnir) Uni Reinert Petersen (ÍF) 2 Karin Mikkelsen (SÍ) Hjalmar Joensen (Fleyr) 3 Guðrið Syderbø (Fleyr) Rúni Weihe (ÍF) Ársins stjørnusKot Kvinnur Menn 1 Poulina Øregaard (Mjølnir) Bárður Jacobsen (ÍF) 2 Rannvá Berg í Heiðinum (TB) Arthur Poulsen (TB) 3 Femja Mortensen (TB) Niels Erik Andersen (SÍ) Ársins venjari Kvinnur Menn 1 Boban Ilic (Mjølnir) Suni Hansen (ÍF) 2 Romica Øster (Fleyr) Boban Ilic (Mjølnir) 3 Gudrid Nolsøe (TB) Rajko Petrovic (SÍ) Ársins dóMari 1 Jan Hentze 2 Tummas Óli Mortensen 3 Rúna Hentze tEY bEStu Í VEtur Aftast frá vinstru: Suni Hansen, Thorvald Danielsen, Boban Ilic, Hjalti Josephsen, Rúni Weihe, Bárður Jacobsen. Mittast frá vinstru: Margit Joensen, Eina S. Kalsø, Birgit Guttesen, Poulina Øregaard. Fremst frá vinstru: Rói Hentze, Uni Reinert Petersen Mynd: Hilmar Jan Hansen