Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Birgit Guttesen gjørdist saman við Rúna Weihe bæði ársins spælari og ársins álopsspælari á gallaveitsluni í Trongisvági leygarkvøldið. Tey bæði vunnu júst somu heiðrar fyri tveimum árum síðani, men tá spældi Birgit við SÍ. Nú hevur hon síðstu tvey árini spælt við Mjølnir. – Vit eru nokk meira saman­ spældar enn vit vóru í fjør, og liðið hevur riggað væl í vetur. Hetta hevur eisini verið eitt gott ár hjá Mjølnir, tí vit hava vunnið allar kappingarnar, vit hava verið við í. Fyrst vunnu vit bæði Fleyr­ og Mjølnir­kappingina, síðani steypa­ finaluna og nú at enda eisini før­ oya meistaraheitið. So hetta hevur verið eitt flott kappingarár hjá okkum, sigur Birgit. – Eg hevði slett ikki væntað, at eg skuldi vinna hetta í kvøld, sjálvt um eg sjálv kanska havi tikið meg nógv fram í vetur, samanborið við síðsta vetur. Kanska er tað tað, at eg slái ígjøgnum og eri góð, tá tað stendur á, sum ger, at hini hava peikað á meg. At fáa heiðurin, gevur eina øgiliga góða kenslu, tí hetta er líkasum tað hægsta, tú kanst røkka í føroyskum flogbólti. Hvussu verður við flogbólts­ framtíðini, sigur Birgit Guttesen, at hon ikki reiðiliga kann svara uppá her og nú, tí tað kann vera, at hon flytur uttanlands. Men ger hon ikki tað, væntar hon, at hon fer at halda fram í Mjølni. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen – Sjálvandi er tað altíð stuttligt at fáa ein slíkan heiður, men eg fegnist allarmest um, at vit í ÍF vunnu greipuna. Hetta er allíka­ væl eitt herðaklapp, og tað eri eg fegin um, sigur Rúni Weihe, sum leygarkvøldið fyrst var kosin ársins álopsspælari og síðani ársins spælari í flogbólti hjá monnum. Eftir eitt sabbatár frá flog­ bóltinum, hevur Rúni aftur í vetur verið eyðsýndur á liðnum hjá ÍF, og hann er eisini sera fegin um, at hann fór aftur í holt við flogbóltin. – Eg haldi, at tað gjørdi mær gott, at eg tók frí frá flog­ bóltinum ein vetur. Tað er viljin, sum drívur verkið, og neyðugt er at bæði hugur og motivatión eru har, um tú skalt brúka ta orku, sum skal til at venja og spæla. Persónliga haldi eg, at tað var gott fyri meg at lata vera, tá hugurin ikki var har, og nú vænti eg, at eg spæli aftur næsta vetur. Í flogbóltshøpi eri eg enn ungur og hugurin er har, sigur hann. Sjónskur á liðnum Bæði í steypafinalunum og FM­finalunum var Rúni Weihe sera sjónskur á liðnum hjá ÍF, umframt at hann hevur roynst væl ígjøgnum vetur. Tað helt hann eisini vera orsøkina til, at onnur hildu hann hava uppiborið at gerast ársins spælari. – Eg slái tað mesta, sum eg fái, og fái nógvar hevingar, so tað setir sjálvandi sín dám á álops­ spælið hjá okkum. Eg tori at sláa nógvar bóltar og taka nakrar kjansir, og onkuntíð riggar tað og onkuntíð ikki. Hetta merkir sjálv andi álopsspælið hjá mær øllum liðnum sum heild, sigur Rúni. – Kanska ger mín spælistílur, at eg síggist eitt sindur betur enn aðrir spælarar. Hetta er kanska ikki stórt øðrvísi enn í eitt nú fótbólti, har tað ofta eru mál skjúttarnir, ið koma meira í fokus. Rúni fekk hugin aftur Flogbóltur – Kanska ger mín spælistílur, at eg síggist betur enn aðrir spælarar, sigur ársins spælari hjá monnum, Rúni Weihe í ÍF, sum eftir eitt sabbatár síðsta vetur nú kann staðfesta, at hann veruliga aftur hevur fingið hugin til flogbólt Birgit væntaði einki Flogbóltur – At fáa heiðurin sum ársins spælari, gevur eina øgiliga góða kenslu, tí hetta er líkasum tað hægsta, tú kanst røkka í føroyskum flogbólti, sigur Birgit Guttesen úr Mjølni ÁrSINS SPÆlArAr Birgit Guttesen úr Mjølni og Rúni Weihe úr ÍF eru ársins spælarar í flogbólti, umframt at tey bæði eisini eru ársins álopsspælarar. Tey bæði vunnu eisini somu heiðrar í 2009 Mynd: Hilmar Jan Hansen