Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2011 · Nr. 43 26 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge – Liverpool Fyri trimum árum síðani takkaði Jens Lehmann fyri seg í Arsenal. Fyri einum mánaði síðani var hann aftur í Arsenal, men hesa ferð fyri at fáa venjaraprógv. Jens Lehmann var ein 41-ára gamal gamal týskari, sum nú varð bólkaður saman við Harald Schumacher, Sepp Maier, Andreas Kopke, Bodo Illgner og Oliver Kahn, allir fyrrverandi týskar málmanshetjur. Men hóast Arsenal framvegis er fremsti av- bjóð arin hjá Manchester United í oddinum í Premier League, so er málmansstøðan hjá London liðnum so vánalig, at Arsene Wenger valdi at knýta 41-ára gamla málmannin at hópinum. Byrjar illa hjá Jens Fyrstu meldingarnar vóru, at týsk- arin bara var ætlaður sum eyka- leikari, men at hann eisini kundi verða ein góður stuðul í skiftirúm- inum. Men í útidystinum móti West Bromwich Albion vísti Manuel Almunia júst hví Arsenal gongur undir at hava málmanstrupulleikar. Í eini, at síggja til, ófarligari støðu kemur spanski málmaðurin drøn- andi út úr málinum og tað enda við eini misskiljing, sum ger at West Bromwich skorar. Dysturin endar við javnleiki og á bonkinum situr Jens Lehmann og hugsar sítt. Týski málmaðurin spælur sín fyrsta dyst við eykaliðnum hjá Arsenal, men tapur. Viðmerkjarar hjá Sky Sports eru ikki sannførdir um avrikið hjá honum. Dystur nummar 200 Sunudagin er Jens Lehmann aftur í hópinum, tá Arsenal er á vitjan hjá Blackpool. Í upphitingini gerst Manuel Almunia skaddur og brádd liga, ein mánað eftir at Jens Lehmann var ein fyrrverandi týsk mál manshetja, spælur hann sín dyst nummar 200 fyri Arsenal – trý ár eftir dyst nummar 199. Í løtuni undan at leikararnar koma á vøllin, er Jens Lehmann í fokus hjá upp- tøkutólinum. – Tú mást verja pensionistar í brotsteiginum, sigur ein smílandi Jens Lehmann til dómaran. Arsenal er nógv betri í fyrra hálv leiki og kundi verið á odda við fleiri málum enn tveimum í hálv- leikinum. Jens Lehmann hevur at kalla einki at gera. Heppin Jens Seinni hálvleikur er sjey minuttir gamal, tá Arsenal og Jens Lehmann eru um at koma í trupulleikar. Blackpool fer í mótálop og bólturin endar hjá DJ Campbell inn í Arsenal brotsteiginum. Jens Lehmann kem- ur út úr málinum, men er ov seinur og fær ikki bóltin, men koyrir Blackpool framherjan umkoll. Til alla lukku fyri Jens Lehmann, so endar bóturin hjá Gary Taylor- Fletcher, ið minkar um munin fyri Blackpool. Var bólturin ikki endaður hjá Blackpool framherjanum, so hevði dómarin verið noyddur at bríkslað fyri brotssparki, og so er spurn ingurin um hann hevði kunna vart pensionistin í Arsenal mál- inum fyri reyða kortinum. Arsenal hevði ongan eykamálmann á bonk- inum. Í samrøðu eftir dystin, segði Robin Van Persie, at hann hevði traðka til, um brúk var fyri honum í málinum. – Lívið uttan fótbólt er ikki tað sama, staðfesti 41-ára gamli Jens Lehmann í samrøðu við BBC. Nú verður spennandi at fylgja, til tíðir umstrídda týska mál- mann inum, í stríðnum at koppa Manchester United av ovastu rók. 648 málleysir minuttir Tað kom heldur óvart á, tá Fernando Torres síðst í januar boðaði frá, at hann fegin vildi sleppa til Chelsea. Fyri Liverpool viðhaldsfólk var hann ein hetja og tey stóðu sum kánus. Í dag er tað nokk heldur Chelsea eigarin, Roman Abramovic, ið stendur sum kánus. Hann keypti spanska framherjan fyri áleið eina hálva milliard krónur, men í 648 minuttir í dysti fyri Chelsea hevur tað ikki eydnast honum at skora. Samstundis sum tað gong ur illa við at raka málið, so tykjast bæði Nicolas Anelka og serliga Didier Drogba trívast illa við at skula deila spæltíð saman við heimsmeistarinum. Søgan í Onglandi er, at tað var Roman Abramovic sjávur, ið vildi hava Fernando Torres til felagið. Seinast Roman Abramovic keypti ein metdýran framherja yvir høvdið á venjarinum var í 2006, tá Andriy Shevchenko kom til felagið frá AC Milan fyri áleið 300 milliónur krónur. Tvey ár seinni varð hann leigaður út aftur til Milan. Árið eftir fór hann fyri einki til Dimano Kyiv, har hann byrjaði sína yrkisleiðs um fótbóltsspælari. Manchester United heldur fram Favorittarnir greiddu sínar skyldur í vikuskiftinum. Manchester United, Arsenal, Chelsea og Tottenham vunnu sínar sínar dystir. Sostatt er einki broytt í oddinum uttan at Manchester United nærkast 19. meistaraheitinum. Fyri Peter Crouch kom tað væl við, at tað eydn aðist honum at skora tvey mál í sigrinum á Stoke. Hann bleiv útvístur í fyrr hálvleiki móti Real Madrid í Champions League fjórð- ings finaluni. Ein dystur verður í kvøld, tá Liverpool tekur móti Manchester City. Í niðari hálvu í Premier League var tað bara Aston Villa, ið megnaði at vinna. Fyrrverandi Liverpool venjarin, Gerard Houllier, er undir stórum trýsti frá Aston Villa við- halds fólkunum. Teir vunnu á Newcastle, sum hevði 19-ára gamla Nile Ranger og danan, Peter Løven- krands, í álopinum. Í eini roynd at fáa útjavnandi málið, skiftu teir Shefki Kuqi inn. Sína millum hava Nile Ranger og Shelfi Kuqi ikki megnað at skora í Premier League í ár. Tað skuldi ikki verður neyðugt at fortalt Alan Pardrew, venjara hjá Newcastle, at hann hevur ein toftamann í hópinum, sum fegin hevði skotið honum eitt mál ella tvey um hann fekk møguleikan. trondur@sosialurin.fo Jens Lehmann stóð royndina – við hepni Premier League Jens Lehmann spældi sín dyst nummar 200 fyri Arsenal í vikuskiftinum – trý ár eftir at hann spældi dyst nummar 199. Fernando Torres hevur ikki skorað í 648 minuttir, síðani han skifti til Chelsea fyri eina hálva milliard, meðan Manchester United vann á tólvta sinni á rað á Old Trafford Jens Lehman er nú aftur at síggja í málinum hjá Arsenal savnsmynd