Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 4 Sosialurin Leo Poulsen HB hevur í mong ár havt eina sponsoravtalu við Føroya Bjór, stóra bryggjarínum í Føroyum. Og tað er hent uttan at nakar hevur átalað HB fyri at gera sponsoravtalur, sum stríða ímóti Stevnumiðum um Rúsdrekka og Ítrótt, sum stjórnin í ÍSF samtykti 14. mai 1999. – Eg minnist kjakið tá. Argumentið tá var, at Føroya Bjór fyri mong er minst líka kent fyri sítt sodavatn sum tað er fyri øl, sigur Heðin Mortensen, fyrrverandi ÍSF- forseti. Men Okkara hevur onga slíka framleiðslu, so vit hava spurt Christian Andreasen, FSF-forseta, hvussu eitt spon- soravtala millum HB og Okk- ara Bryggjarí samsvarar við Stevnumið um Rúsdrekka og Ítrótt hjá ÍSF. – Nú kenni eg ikki inni- haldið av einari avtalu mill- um HB og Okkara Bryggjarí, og hetta er heldur ikki nak- að, vit hava umrøtt í Fót- bóltssambandinum. Tað er soleiðis, at tað fyriliggur ein samtykt hjá ÍSF frá 99 sum sigur, at tað er ikki loyvt ítróttafólki at bera lýsingar frá virkjum og feløgum, sum lýsa við rúsamdi evnum, sigur Christian Andreasen. Hann hevur sum nevnt ongan kunnleika, hvørj- ar lýsingar leikararnir hjá HB beram ótvegis almenn- inginum, og tí hevur hann ikki nakrar viðmerkingar til júst tað. – Men sum nevnt hava vit ikki havt hetta stevnu- miðið til viðgerðar í Fót- bólts sambandinum nýliga, og eg fái ikki sagt upp á standandi fót, hvørji boð vit hava givið út til limir okkara hesum viðvíkjandi, men samtyktirnar hjá ÍSF eru galdandi fyri okkara limir eisini, sigur Christian Andreasen. Ikki Smirnoff – kanska Okkra Men tá HB velur at gera ein sponsorsáttmála við Okkara, skuldi tann boðskapurin ikki verið til at misskilt. – Um tað er soleiðis, at feløg brúka lýsingar frá virkjum, sum lýsa við rúsandi evnum, so er tað í stríð við viðtøkurnar frá 99, men eg veit ikki, hvat fyri lýsingar, teir ætla sær at brúka, og hvønn boðskap teir ætla at bera í lýsingunum. Tað er trupult hjá mær at gera viðmerkingar til eitt mál, ið eg ikki kenni til fulnar, sigur Christian Andreasen. Dømi um, hvussu lýsing- arnar koma at síggja út, hava staðið á heimasíðuni hjá HB, men til fyrsta lands- kappingardystin hjá fe- lagnum í Runavík farna viku skiftið, var lýsingin ikki komin á HB-troyggjurnar. – Hetta er eitt øki, har púra greiðar reglur áttu at verið, sum blivu kommunikeraðar út til feløgini, men sum sagt er ikki loyvt ítróttafólki at lýsa við rúsandi evnum, herundir rúsdrekka. Men um eitt navn á einari fyritøku kann knýtast til rúsani evni, er eitt torgreitt mál, sum eg ikki fái svarað upp á her og nú, sigur Christian Andreasen. Men FSF-forsetin vil ikki sammeta eitt nú Smirnoff við Okkara. – Um ein leikari kemur á vøllin við Smirnoff á rygginum, so er tað í stríð við samtyktina hjá ÍSF, sigur Christian Andreasen. Men hví er hann ikki so alvísur, tá tað kemur til Okkara? - Sum eg segði, so ber illa til hjá mær at úttala meg um eina avtalu millum HB og Okkara, sum eg ikki havi sæð, og ikki veit hvat gongur út upp á. Eg veit heldur ikki um og hvørjar aðrar framleiðslur Okkara hevur. Tá eg veit tað, ma eg viðgera tað harfrá, saman við fólkunum í FSF, og so mugu vit taka eina avgerå út frá tí, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti. Ivi um Okkara sponsorat av HB - Vísir tað seg, at sponsoravtalan millum HB og Okkara Bryggjarí stríðir ímóti Stevnumiðum um Rúsdrekka og Ítrótt hjá ÍSF, so mugu vit taka málið upp, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti Bryggja alkoholfría øl Leo Poulsen Formaðurin í Havnar Fót­ bóltur veit væl um regl ur­ nar hjá ÍSF um rusdrekka og ítrótt. Jú, tær eri eg vitandi um, og nei, eg haldi ikki, at sáttmálin er í stríð við reglurnar, sigur Jan Otto S. Holm. Hann vísir á, at HB í fleiri ár hevur havt stuð­ uls sáttmála við Føroya Bjór, sum jú eisini bryggjar øl. Settur upp móti, at argu mentið í tí sambandi var, at Føroya Bjór eisini bryggjar sodavatn, sigur Jan Otto S. Holm: Okkara bryggjar eisini eina lættøl uttan alkohol. Meira vil formaðurin í Havnar Fótbóltur ikki siga um evnið. Jan Otto S. Holm. MUNUR Á RÚSDREKKA Christian Anreasen, FSF-forseti, staðfestir greitt, at Smirnoff er ólógligt hjá einum leikara at hava á rygginum – við Okkara er hann ikki so avgjørdur