mikudagur 13. apríl 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
Sosialurin
Leo Poulsen
2011 er kosið at verða kostár,
og tað er Fólkaheilsuráðið,
ið stendur fyri ymsu til tøk
unum, tó saman við einari
røð av felagsskapum og
stovn um.
Formaður í Fólkaheilsu
ráðnum er Pál Weihe, og vit
hava eisini vent okkum til
hansara við spurninginum
um at ítróttafeløg nýta rús
drekkaframleiðarar
sum
lýsingarpartnarar.
– Nú kann eg ikki svara
fyri alt ráðið, men spyr tú
um mína meining, so haldi
eg tað vera óheppi, tá ítrótta
fólk ganga runt við einum
merki í búnum teirra, sum
verður forbundið við øl.
Tað er sera óheppi. Eg skal
ikki siga, at tað er ólógligt,
men í tí stríðnum at halda
rúsdrekkanýtsluna niðri í
okkara samfelag, har er tað
óheppi, sigur Pál Weihe.
Hann heldur tað vera
serliga óheppið, tá rúsdrekka,
ítróttur og ungdómur verða
blandað saman.
Samanhildið við seinna
partin av grein fimm í
stevnu mið unum
hjá
ÍSF,
tyk ist ein sponsoravtala vera
brot á samtyktina.
– Ja, tað kanst tú siga. Nú
kemur eitt sindur ann upp
á, um fólk forbinda Okkara
við vatn ella sodavatn, so
er tað nakað annað. Men
sum eg skilji tað, er tað mest
forbundið við øl, sigur Pál
Weihe.
Og tað er júst hetta, sum
hann heldur vera trupul
leikan.
– Hvat leggja fólk í tað,
tá tey síggja búmerkið hjá
Okkara, síggja tey øl fyri
sær, ella síggja tey vatn og
sodavatn. Tað seinni nevnda
er eingin trupulleiki fyri okk
um, men tað seinna er, sigur
Pál Weihe.
Trupulleikin gerst størri
av, at eldru leikararnir skulu
virka sum fyrimyndir fyri
børn.
– Ja, tá blíur tað serliga
óheppið, um eldru leikararnir
bera lýsingar fyri øl. Vit gera
jú eitt stórt arbeiði fyri at
halda
rúsdrekkanýtsluna
millum ung niðri, vit gera
kanningar, vit gera átøk í
skúlum og aðrastaðnis, sigur
Pál Weihe.
Hann vísir eisini á skip
anina við einkarsøluni og
teim um høgu prísunum sum
tálmandi átøk.
– Hetta saman við at komi
ligheit virkar alt tálm andi,
men eitt dømi sum hetta
togar jú í mótsættan rætn
ing. Og tað virkar jú nýtslu
stimbrandi, serliga millum
ung, sigur Pál Weihe.
Einki beinleiðis
ósamsvar
Petur Elias Petersen, ÍSF-for-
seti, heldur ikki at orðingin: »
Tað er ikki loyvt ítróttafólki at
nýta lýsingar frá virkjum ella
feløgum, sum lýsa við rúsandi
evnum, hóast hetta ikki er í stríð
við galdandi lógir«, er í stríð
við sponsorsáttmála millum
Okkara Bryggjarí og HB
Leo Poulsen
Í sambandi við, at 2011 á
stórari ráðstevnu í Norður
landahúsinum varð kostið
at vera kostár, meldaði
ÍSF seg undir flaggið við
egnum ungdómsráðgeva
og stórum ætlanum. Ætl
anum væl at merkja, sum
einki hevur verið at sæð
til allan seinna part av
vetrarhálvuni.
Hvar stendur ÍSF so, tá
tað kemur til rúsdrekka
og ítrótt.
– ÍSF samtykti 14. mai
1999 eitt stevnumið um
rúsdrekka og ítrótt, og har
eru nakrar greinar, sum vit
vænta og vóna, at feløg og
einstaklingar halda seg til.
Hesar reglur ganga út upp
á, at feløg og einstaklingar
ikki skulu lýsa við bein
leiðis framleiðslum av
rús drekka frá virkjum,
sum hava beinleiðis við
rús evni ella rúsdrekka
at gera, sigur Petur Elias
Peter sen.
Hann sigur, at bein
leiðis orsøkin til hesa
reglu gerðina er at finna
í teirri tíðini fyri 12 árum
síðani, tá framleiðslur sum
Smir noff Ice og Bacardy
Breez er vóru ógvuliga væl
um tóktar millum ung.
– Hetta saman við ein
um tálmandi hugburði
viðvíkjandi
rúsdrekka
rund an um vøllin, har
sum dystir verða leiktir,
og har sum ungdómur
hittist, sigur Petur Elias
Petersen.
Hann viðgongur tó, at
tað er rímiligt, at fólk seta
Okkara í samband viðøl.
– Jú tað er rætt, Okkara
øl er komið á marknaðin.
Vit hava ikki endurskoðað
okkara stevnumið, síð ani
tað varð samtykt, hin
vegin, so sum eg síggi tað á
heimasíðuni hjá HB, er tað
ikki nøkur framleiðsla, ið
lýst verður við, men bert
heitið á virkinum, sigur
Petur Elias Petersen.
Og tí heldur ÍSF forsetin
ikki, at sponsoravtalan
stríðir
beinleiðis
móti
stevnumiðinum hjá ÍSF.
Og hetta er ikki eitt mál
fram um nakað annað,
ið órógvar ÍSFforsetan.
Men.
– Sjálvandi eiga allar
lógir og reglugerðir hjá ÍSF
at verða endurskoðaðar
við jøvnum millumbilum,
og a tá nú hetta málið
hevur stungið seg upp, og
marknaðurin er broyttur,
er tað helst nakað, vit eiga
at hyggja nærri eftir. Antin
gera nýggjar tulkingar,
ella
koma
við
einum
nýggj um stevnumiði, sig
ur Petur Elias Petersen,
ÍSFforseti.
Togar í mót-
sættan rætning
Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, heldur tað hava eina
óhepna ávirkan á børn og ung, um vaksnir leikarar, ið skulu
vera fyrimyndin hjá teimum yngru, lýsa við rúsandi løgi
Stevnumið um rúsdrekka og ítrótt
1. Ítróttasamband Føroya, ÍSF, arbeiðir ímóti rúsevnanýtlsu í sambandi við ítrótt.
2. Børn og ung, sum íðka ítrótt, skulu trygt kunna koma til venjingar og kappingar í einum rúsfríum
umhvørvi. Venjarar, leiðarar og ítróttafólk skulu vera ein góð fyrimynd fyri onnur børn og ung og
eiga ikki at brúka rúsdrekka í hesum samstarvi.
3. Allir limir felagsins skulu kunnast um tey skaðaárin, sum rúsdrekka og onnur rúsevni hava á
ítróttaavrikini, trygdina og felagsandan innan ítróttina.
4. Í størsta mun skal áskoðaramentanin vera trygg og familjuvinarlig. Í ítróttarfelagshølunum skulu
galdandi lógir og reglur haldast.
5. Ítróttin skal hava ein tálmandi hugburð í samstarvinum við feløg og virki, sum hava týðandi part
av virkseminum knýtt at rúsdrekka. Allar deildir í sambandinum skulu fylgja landsins lógum um
rúsdrekka. Lýsingar á leikvøllum, í hallum, felagshølum og á ítróttabúnum skulu fylgja somu
reglum.
Tað er ikki loyvt ítróttafólki at nýta lýsingar frá virkjum ella feløgum, sum lýsa við rúsandi evnum,
hóast hetta ikki er í stríð við galdandi lógir.
Sersambondini og deildarsambondini hava ábyrgd at kunna øll feløg um rúsevnapolitikkin.
6. ÍSF skal í altjóða samstarvi eisini arbeiða við at fremja henda rúsevnapolitikk.
Samtykt av stjórn ÍSF 14. mai 1999.
Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, hevur eftir
øllum at døma eina aðra tulking av stevnumiði
fyri rúsdrekka og ítrótt enn mong onnur
Eisini Pál Weihe heldur, at rúsdrekka og
ítróttur er ein óheppin samanblanding