Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 16 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo SKEIÐ Á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna hendir mangt og hvat í hesum døgum Skeið í innan eftirliti og matvøru trygd Vestmanna: Í dag og í morgin verður eitt skeið í innaneftirliti og matvørutrygd hildið á Fiski vinnu­ skúlanum í Vestmanna. Skeiðið vendir sær til stjórar, góðskuleiðarar, formenn og onn­ ur starvsfólk, ið hava ein virk­ nan leiklut í arbeiðinum við innaneftirliti og framleiðslu á fiskavirkjum á sjógvi og landi, og í aðrari matvøruframleiðr úrslu. Á skeiðnum fara Jákup Mørkøre, Drós í Ólavsstovu og onnur at undirvísa. Evnini verða heilsufrøðilig viðu r skifti, innaneftirlit í praksis, matvørutrygd, smáverulívfrøði, framleiðsluumhvørvi, reingerð, sjálvsrøkt, vandamálsgreining, skoð an, skjalastýring, uppbygging og viðlíkahald av innaneftirliti. Skeiðið byrjar báðar dagarnar klokkan 9 og endar klokkan 16. snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið kemur út aftur mikudagin 4. mai Hesaferð: Fiski­ vinna Hetta Oyggja­ blaðið tekur upp nakrar tættir í høvuðsvinnu okkara. Í hesum blaðnum: Síða 16: Fiskivinnuskúlin í fokus Síða 17: Vanta navigatørar í Noregi Síða 18: Kollfirðingar við serstakari uppfinning Síða 19: Sensorur kring allan heimin Síða 20-22: 10 ár við grøn­ lendskum trolara Síða 23: Báturin helti 41 stig Síða 24-25: Jan og trukkurin eru eitt Síða 26: Baader heldur og heldur Fyrireika tilfeingisbreyt komandi ár Vestmanna: Arbeitt verður í løtuni við at fyrireika og gera uppskot til eina námsætlan í tilfeingi og tilfeingisfrøði, sum verða nýggjar profillærugreinir í gymnasialu breytini á Fiskivinnuskúlanum. Í farna mánaði vitjaði danski fakkonsulenturin Peter Nørgaard á skúlanum, saman við Niclasi Hovgaard og Claus Reistrup úr Mentamálaráðnum. Danski fakkonsulenturin kunn­ aði m.a. um líknandi námsætlanir í donsku HTx­útbúgvingini, og um hvussu slíkar lærugreinir eru skipaðar í donsku útbúgvingini. Fyri Fiskivinnuskúlan luttóku Jákup Andreasen, skúlastjóri, Eyð un Leo, umsitingarleiðari, og Gunvør Hoydal, faklærari. Nýggja skipanin verður eftir ætlan sett í gildi í sumri 2012. snorri@sosialurin.fo