mikudagur 13. apríl 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
Sosialurin
Oyggjablaðið
Danmark: Stórar vónir verða settar
eini fiskivinnuætlan í Norður
jyllandi, har endamálið er at tryggja
nýggj arbeiðspláss og betri góðsku.
Tað er Nordsøen Forskerpark
í Hirtshals sum skal gera sítt
til, at uppisjóvarfiskurin verður
gagn nýttur betri. Gongst sum
ætlað, kunnu skapast 25 nýggj
arbeiðspláss og 10 nýggjar fyritøkur
síggja dag sins ljós.
Hugskotið er at framleiða olju úr
slógvi og øðrum, og sum í dag endar
sum fiskamjøl, minkafóður ella
bio gass. Í somu atløgu er ætlanin
at menna toskarhøvd ið skulu út
flytast til Asien.
Danski búskapar og vinnu lívs
ráðharrin, Brian Mikkelsen letur
eisini væl at ætlanini í Hirtshals,
ið er mett at kosta góðar 12 mió
krónur.
– Nógvar smærri og miðalstórar
fyritøkur mangla ofta bæði tíð og
pening til at arbeiða málrættaði við
nýhugsan. Nú verða skaptir møgu
leikar at stuðla eini ætlan ið fer at
skapa vøkstur, samstundis sum vit
fáa ábendingar um útlitini fyri at
skapa nýggjar framleiðslur, sigur
hann.
snorri@sosialurin.fo
GRANSKA
Granskaraparkin í Hirtshals
fer at fáa stóran týdning fyri
fiskivinnuna á sjógvi og landi
Stórur
tørvur á
naviga
tørum
Noreg:
Stóri
tørvurin
á
naviga tørum umborð á norsk
um bátum, kann í ringasta
føri hava við sær, at skip ikki
kunnu loysa frá landi.
Ein kanning, sum Norges
Fiskerlag hevur gjørt vís
ir, at tørvur er á fólki á
brúnni á minst 260 skipum,
framvið allari norsku sjóvar
strondini.
Serliga í teimum norðastu
fylkjunum er støðan álvar
som, har ein í trimum teirra
hevur tørv á minst 150 skip
arum og stýrimonnum.
Ein orsøk til henda trupul
leikan er ein nýggj reglugerð
í Skipssikkerhetsloven. Her
verður gjørt greitt, at tað
skulu verða minst tveir na
viga tørar umborð á einum
skipi sum er í vinnu í meiri
enn 14 saman hangandi tímar
á einum túri.
Norska
sjóverjan
er
longu byrjað at hava eftirlit
sambært hesi reglugerðini,
m.a. hjá rækjutrolarum í
Norðsjónum. Her er støðan
hon, at teir eru illa fyri
fíggjarliga og tí royna at
spinka og spara, har tað
yvirhøvur ber til.
Hinvegin er einki skip tikið
fyri brot á hesa reglugerðina.
Ein roynir ístaðin at spyrja
seg fyri og vísa á endamálið
og tørvin á navigatørum við
prógvi.
Fiskarlaget hevur tikið
mál ið upp við Sjøfarts styr
elsen og ynskir eina skipan,
har ein so líðandi gevur fólki
høvið at endurbúgva seg ella
fáa aðrar navigatørar um
borð.
Avgerð er haraftrat tikin
um, at Fiskarlaget kemur við
eini ætlan um tiltøk, soleiðis
at fleiri navigatørar kunnu
útbúgvast sum skjótast.
snorri@sosialurin.fo
Noreg: Prísurin fyri tann stóra
toskin er í dag á sama stigi sum
undan fíggjarkreppuni, vísa tøl úr
Noregi.
Sambært norska blaðnum And
øyposten merkja útróðrarmenn á
Andenes nú til kapping fyri teirra
veiðu frá fiskakeyparunum í landi.
Í dag ber soleiðis til at fáa 21,50
norskar krónur – svarandi til 20,50
føroyskar krónur – fyri kilo av tí
størsta toskinum.
Sagt verður, at tveir av fiska
keyparunum nú vilja gjalda fýra
krónur yvir minstaprísin.
Tann næststørsti toskurin hevur
eisini góðan prís. Hann er hækkaður
nógv í seinastuni, og liggur nú á 19
norskum krónum fyri kilo, ímóti 17
krónum áður.
– Tað verður eisini boðað frá
lodnu í fiskinum, og so kann meiri
enn so henda, at prísurin fer at
lækka aftur um stutta tíð, sigur Rolf
Røsnes hjá Framnes Fiskeindustri,
sum í vetur lat 19 krónur fyri kilo
av tí stóra toskinum.
Hans Erik Olsen frá Andenes
Fiskemottak váttar fyri blaðnum, at
teirra prísur hevur verið hækkandi
í seinastuni, heilt til 21,50 krónur
fyrr í hesum mánaðinum.
– Vit kunnu staðfesta, at vit hava
goldið ein yvirprís fyri toskin. Men
orsøkina til hækkingina hava vit
gjørt fyri at fáa útróðrarmenninar
at koma við størri og betri fiski,
sigur Hans Erik Olsen.
snorri@sosialurin.fo
Óførur fiskaprísur
Nýggj verkætlan í fiskivinnuni
FISKAKEYP
Nógvur fiskur kemur upp á land, og prísurin er eisini góður í løtuni