mikudagur 13. apríl 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
18
Sosialurin
Oyggjablaðið
Orð/mynd: Snorri Brend
Tað finnast longu fleiri ymiskar
skipanir umborð á skipum til lens
ing. Í hesum førinum er heldur
talan um eina uppfinning, ið er eitt
ískoyti til aðrar.
Hóast fyritøkan ynskir bæði at
vera grøn og intelligent, so er henda
uppfinningin ikki á tremur við
alskyns sløgum av elektronikki.
– Tað er kanska júst hetta, sum
ger at úrslitini hava verið so mikið
góð, at vit nú fara at halda fram
at menna hesa skipanina, sigur
Jóhann Fagraklett.
Green IQ var við á North At
lantic Fisk Fair í farnu viku. Enda
mál teirra var í størri mun at vísa
skipanina fram og vita um áhugi
er fyri henni, heldur enn at selja
hana.
Teir fingu millum annað vitjan
av løgmanni, Kaj Leo Johannesen
og her fekk hann at vita, at henda
skipanin longu er roynd umborð
á tveimum føroyskum skipum –
Arctic Viking og Saksaberg.
Lítil ivi er um, at nýggja fyritøkan
í Kollafirði hevur rakt ein tørv hjá
nógvum skipum. Spennandi verður,
hvussu tað fer at gangast fyritøkuni
í framtíðini.
Einki viðlíkahald
Green IQ var ein av teimum sløkum
100 fyritøkunum á Fish Fair í farnu
viku.
Jóhann Fagraklett og hinir í
felagnum eru fult greiðir um tørvin
á einum einføldum og vælvirkandi
lensara umborð – og sum ikki minst
virkar, tá hon skal.
Nógv skip spyrja eftir eini loysn
við lensingini, sum í fyrsta umfari
er viðlíkahaldsfrí. Og í øðrum lagi
ynskja teir eisini at sleppa undan at
gjalda fyri filtur og líknandi lutir.
– Og so minkar loysnin eisini um
brunavandan umborð, vísir Jóhann
Fagraklett á.
Hækkar trygdina
Menninir handan Green IQ eru
vitandi um, at aðrir lensarar av olju
hava ein ávísan trupulleika: Teir fáa
ikki fáa fatur á teirri oljuni, sum
flýtur omaná kjølvatninum.
Hetta ger so aftur sítt til økt
an vanda fyri eldsbruna ella hav
dálking, tá kjølvatn verður lensað.
Ein annar veruleiki er, at í nógv
um førum verður sápa brúkt fyri
at fáa oljuna at blanda seg upp í
kjølvatnið undir lensing. Úrslitið
av hesum er, at oljuútskiljingin ikki
virkar til fulnar.
– Vit hugsaðu leingi um, hvussu
vit kundu koma hesum trupul
leikanum til lívs. Og so komu vit so
við og við framá henda lensaran,
sum eftir okkara meting er bæði
ómakaleys og ikki minst ein bílig
loysn fyri tann føroyska flotan og
tann sum siglir á heimshøvunum,
sigur Johann Fagraklett.
Ein onnur positiv fylgja av hes
um er, at ein samstundis hækkar
trygdina umborð á skipunum og
at ein ikki allatíðina skal hugsa um
viðlíkahaldið.
– Vit síggja í øllum førum ljós
uppá framtíðina, sigur Jóhann
Fagra klett.
snorri@sosialurin.fo
Lensar
kjølvatnið
– men ikki
pengapungin
LENSING »Kann mann ikki gera lensingina umborð bæði bíligari
og snildari – uttan at tað gongur út yvir góðskuna?«. Hesin
spurningur var tikin fram millum nakar menn í Kollafirði ein dagin
fyri nøkrum árum síðani. Har varð tosað og har varð handlað. Og
úrslitið gjørdist ein forvitnislig uppfinning, sum síðani er bæði
roynd umborð á skipi og víst fram fyri almenninginum. – Teir sum
hava roynt tað, lata sera væl at okkara uppfinning, sigur ein av
monnunum aftanfyri Green IQ í Kollafirði, Jóhann Fagraklett.
Teir sum
hava roynt
tað, lata sera
væl at okkara
uppfinning
STÓRUR ÁHUGI
Bæði úr Føroyum, Noregi,
Grønlandi, Danmark og Canada
sýndu oljulensaranum stóran
áhuga. Teir vístu eisini stóran
áhuga fyri separator-tanganum
og pumpuni. - Vit hava nú avgjørt
at leggja okkum eftir at gera
og selja eina mobila eind, sum
verður á somu stødd sum hesin
á framsýningini, sigur Jóhann
Fagraklett (vinstrumegin).
Tann fyrsta serian kann
verða klár seinni í summar