Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 Sosialurin Oyggjablaðið Orð/myndir: Snorri Brend Óskar var sjálvandi við á North Altantic Fish Fair í Klaksvík í farnu viku. Her kundi hann oysa út av vitan síni til tey ið vitjaðu bás hansara, og sum uppaftur var partur av básinum hjá føroysku fyritøkuni Vikmar. Hesar báðar fyritøkurnar hava samstarvað síðani í 2002. Nevnast kann eisini, at nýggja Norðborg, sum hevur heimstað í Klaksvík, er eitt av skipunum við sensorum frá Marport. Hesin góði Óskar hevur í dag ábyrgd fyri menningina innan vinnuligan fiskiskap hjá Marport, við serligum denti á sensorarnar í trolinum. Úr skrivstovu síni í íslendska høvuðsstaðnum stjórnar hann í dag útbreiðsluni av hesum sensorunum, sum bæði verða brúktir á havsins botni og undir havsins botni. Í dag eru 100 fólk knýtt at fyri­ tøkuni. snorri@sosialurin.fo Hann sær tað mesta SENSORAR Teir sum hava verið á sjónum vita, hvussu stóran týdning tað hevur at hava góðar sensorar á trolinum. Ein teirra sum veit nærum alt um hetta, er íslendingurin Óskar Axelsson, umboðs maður hjá fyritøkuni Marport. SENSORUR Allir trolarar hava sensorar á trolunum, men hesir verða eisini brúktir til hernaðarlig endamál. - Okkara framleiðsla er væl dámd, sigur Óskar Axelsson frá fyritøkuni Marport Trøllanes Mikladalur Oyndarfjørður Hellur Fuglafjørður Skáli Morkranes Strendur Kaldbak Hvítanes Hoyvík Tórshavn Argir Velbastaður Kirkjubøur Sandur Skarvanes Skúvoy Stóra Dímun Lítla Dímun Tvøroyri Froðba Hov Porkeri Nes Akrar Víkarbyrgi Sumba Norðast til sunnast við Oyggjablaðnum Síðani á vári í fjør hevur Sosialurin havt Oyggjablaðið sum eitt eykablað í hvørjum miku­ dagsblaði. Her hava vit vitjað kring oyggjarnar, eins og vit hava tikið upp ávís viðkomandi evni, so sum veiðu, føroyska fram­ leiðslu, bilar, fiskivinnu og bøkur. Í Oyggjablaðnum eru vit nú í gongd við eina nýggja rundferð kring oyggjarnar, sum í stóran mun fylgir 7. breiddarstigi á heimsatlasinum. Vit hava valt at kalla rundferðina “Føroyar ­ norðast til sunnast”. Ætlanin er so líðandi, men tó ikki slaviskt ­ at vitja flestu bygdir og oyggjar, ið liggja nærhendis hesum ása hetta komandi árið. Góðan lesihug. snorri@sosialurin.fo Tað er grønt Green IQ hevur longu við heiti sínum boðað frá, hvat endamál teirra er: Alt virksemið snýr seg um loysnir sum skulu gera sítt til at verja umhvørvið og náttúruna. Eitt av teirra hug­ skot um er lensarin, ið verður umrøddur aðrastaðni á síðuni. Men teir hava eisini gjørt sínar royndir við einum brintbussi og víðkaðum tróðurhita, bara fyri at nevna nakað. Felagið hevur heimstað í Kollafirði. Meiri kann lesast um Green IQ á heima síðu teirra: www.greeniq.fo