mikudagur 13. apríl 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
10 ár við sama
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað er rokaligt umborð á Sisi
miut, ið liggur við bryggju her
í Kollafirði mikudagin í farnu
viku.
Í lastini og á sjálvari bryggjuni
eru menn í ferð við at landa
veiðuna frá seinasta túrinum. Á
dekkinum verður arbeitt við at
rigga til nýggj an túr. Og á verk
smiðjuni eru bæði menn og ein
kvinna í ferð við at umvæla eitt
av tólunum í fram leiðsluni.
Ein teirra sum við áhuga fylg
ir við og luttekur í hesum ar
beiðinum er Arnfinnur Jacobsen.
Eins og hinir av manningini,
hevur hann eisini áhuga í, at alt
skal rigga og framvegis riggar, tá
ein nýggjur túrur byrjar.
– Ja, hetta skal bara koyra,
sigur royndi maskinmaðurin úr
Hoyvík. Saman við honum telur
manningin 34 fólk, har teir 9
yvirmenninir eru føroyingar.
– Eg mynstraði umborð í gjár,
og nú gleði eg meg bara at loysa
frá landi, sigur ein brosandi
Arnfinnur Jacobsen.
Henda túrin er skálamaðurin
Ivan Olsen skipari.
Útmynstring
Arnfinnur var tó ikki óvanur
við sjólívið, tí frammanundan
hevði hann siglt við fleiri før
oysk um bátum, m.a. Sólborg og
Vesturvón, men annars siglt í
russiskum og norskum sjógvi.
– Men seinastu 10 árini havi
eg so verið við hesum bátinum,
greiðir Arnfinnur frá. – Og her
hevur mær dámað sera væl.
Ein av orsøkunum til, at hon
um dámar og hevur dámað so væl
um borð her, er fyrst og fremst
tí honum dámar arbeiðið sum
maskin stjóri. Men við til positivu
mynd ina hoyrir haraftrat skip
anin við útmynstring – tað er:
tíðin, tá teir skulu umborð og tá
teir sleppa í land aftur.
Her hevur reiðaríið av sonn
um lagt seg eftir, at gera alt so
lagaligt sum tilber fyri mann
ingina – ja, í roynd og veru so
væl, at teir longu nú vita, nær teir
skifta manning tvey ár fram.
– Hetta er ikki vanligt umborð
á føroyskum skipum, vísir hann
á. – Nú vita vit, nær vit eru
heima; nær vit hava feriu; og
nær vit skulu umborð aftur langt
fram í tíðina.
Skipanin er enntá soleiðis, at
tann fasta manningin skiftir um
at halda tær stóru høgtíðirnar
sum páskir og jól heima. Og
so royna teir eisini at skifta
summarferiuna sundur, soleiðis
at allir fáa ein part av sumrinum
á landi.
– Soleiðis klára vit allir at hava
feriu, samstundis sum skúlarnir
hava summarfrí.
Gnidningar
Túrarnir umborð kunnu sjálv
andi vera ójavnir til fiskiskap
og úrtøku. Men hetta hevur
reiðaríið eisini tikið hædd fyri.
– Her umborð hava vit eisini
deiling, sum Arnfinnur tekur til.
Við hesi ”deilingini” er tað so,
at hóast helvtin av manningini er
í landi, so fáa teir eisini ein part
av úrtøkuni. Og øvugt.
Hetta er ein skipan, sum teir
hava koyrt við tey seinastu 23
árini, og tað hava menn verið
glaðir fyri.
Ein fyrimunur við hesum er,
at so verða ikki ”gnidningar”
mill um manningina um, hvør
vil sleppa við teir túrarnar, sum
geva nógv av sær.
–
Teir
fyrstu
túrarnir
í
Barents havinum eru altíð góð ir.
Men tá vit koma út á summ arið
og vit flyta okkum til Eystur
grønlands, tá er ikki altíð at ein
fær líka nógv burturúr, greiðir
hann frá.
snorri@sosialurin.fo
Soleiðis klára vit allir at
hava feriu, samstundis sum
skúlarnir hava summarfrí
SJÓMANSLÍV Týsdagurin 11. september 2001 er mest kendur fyri ógvusligu terror-atsóknina á World
Trade Center í New York. Men fyri havnamannin, Arnfinnur Jacobsen, hevði dagurin ein heilt annan
týdning. Hetta var nevniliga dagurin, tá hann á fyrsta sinni mynstraði umborð á grønlendska trolaranum
Sisimiut. - Hetta er eitt gott skip, sigur 42 ára gamli Arnfinnur, sum er maskinstjóri umborð.