Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 Sosialurin Oyggjablaðið a skipi sjó kvinnur Í nógv ár var tað rárasta hending at síggja eitt konufólk umborð á einum skipi. Soleiðis er ikki longur. Eitt reiðarí, ið nú hevur sæð virðið í teirri kvinnu ligu arbeiðsmegini í verk­ smiðj uni umborð á einum flakatrolara, er tað hjá Sisimiut. ­ Messurin hevur ofta verið ein kvinna, men í dag hava vit fýra konufólk á verksmiðjuni. Tað vísir seg, at tær eru óførar til arbeiðis, serliga í pakk­ ingini, vísir Arnfinnur á. 27. mai Skipanin umborð er soleiðis, at teir altíð vita nær teir koma aftur til lands og nær teir skulu mynstra umborð. - Eg kom umborð í gjár og verði aftur í landi 27. mai. Og so skal eg avstað aftur beint áðrenn ólavsøku, 22. juli, vísir Arnfinnur Jacobsen á