Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend Danmark: – Jú, tað er løgið at síggja hann soleiðis við sjógvi upp undir stokkin, greiðir hann frá til heimasíðuna dinby.dk. Tað var sjálvandi ein natúrlig frágreiðing, hví báturin helti so: Danska sjóvinnustýrið er komið við nýggjari kunngerð, sum tryggjar at danskir útróðrarbátar ikki koppa so lætt. Av hesi orsøk varð eitt ónaturligt hall gjørt í havnini í Skælskør. Her legði ein vektir við 500 kilo í stýriborðssíðu, samstundis sum trossar og belti skaptu tann rætta vinkulin. Síðani skuldi ein kanna, hvørt báturin rættaði seg uppaftur sum ætlað. Og tað gjørdi hann, altso. Royndin varð gjørd herfyri, við eini nøgd ið svaraði til tað, ið teir annars kunnu lasta, tá teir koma aftur av túri. - Tað gevur ein eyka tryggleika, tá vit soleiðis sleppa at royna tað undir tryggum viðurskiftum, sigur Finn Bentsen. snorri@sosialurin.fo Kann hella 41 stig TRYGD Tað er neyvan á hvørjum degi, at fiskimaðurin Finn Bentsen úr Omø sær útróðrarbát sín ”Lissi” hella heili 41 stig. SKIPAÐ HALL Tað sá ógvusligt út, men alt var lagt til rættis og framt eftir reglunum, tá útróðrarbáturin Lissi legðist á liðina við 41 stigum Ófør veiða Noreg: Mong ár eru síðani, at menn vita um slíkan fiski skap í Lofoten sum í ár. Í Eystur-Lofoten er ser liga nógvur toskur at fáa, sambært upplýsingum sum Norsk Råfisklag liggur inni við. Støðan er hon, at fyri nøkrum árum síðani hvarv toskurin nær- um frá teimum innaru leiðunum við Lofoten, men nú er hann komin aftur, til stóra gleði fyri fiskimenn í økinum. Nógvir mans í økinum hava lagt til brots hesar seinastu dagarnar, og hava allir havt góðan fiskiskap, bæði av toski og hýsu. snorri@sosialurin.fo