mikudagur 13. apríl 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
24
Sosialurin
Oyggjablaðið
Eitt lívsstarv
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Eiði: Uttanfyri oysir regnið
nið ur, men her inni á virkinum
”Báta fiskur” lata tey ikki við seg
koma í dag.
Í sjálvari høllini eru fiska
fólkini til arbeiðis. Inni í einum
øðrum høli sita ein kvinna og ein
maður og kanna nøkur skjøl. Á
skránni er innaneftirlit.
Men inni í høllini, goymsluni
og um neyðugt uttanfyri er Jan
í ferð við enn ein dag í langa lívi
sínum sum trukkførari.
Við bláa keppi sínum og teirri
eyðkendu reyðu thermodraktini
er hann millumliðið millum út
róðrarbátarnar,
starvsfólkini,
goymsluna og teir ið koma eftir
teimum lidnu vørunum.
– Hetta er eitt sera gott ar
beiði, slær Oyramaðurin fast.
Henda morgunin var hann
farin heldur seint til arbeiðis –
ikki fyrrenn klokkan átta. Men
so heldur hann eisini á til dags
verkið er lokið.
– Nær eg so fari til hús aftur?
Nei, tað er einki fast klokkuslett.
Eg fari ikki til hús fyrrenn alt er
liðugt, sigur hann brosandi.
Fisk og rækjur
Tað er ikki hvørjum manni be
skorið at hava kunnað koyrt
trukk meginpartin av lívi sín
um.
Jan byrjaði at koyra trukk
í 1986, um tað mundið, tá nógv
virksemi var í Rækjuvirkinum
á Oyri. Jan búði soleiðis fyri, at
tað var bæði stutt og einfalt hjá
honum at ganga ella súkkla til
arbeiðis.
Hansara starv kom at vera
trukkførari, og eftir at hava
gjørt hetta í trý ár, varð hann av
leiðsluni biðin um at fara á eitt
skeið.
Og her koyrdi eg heilt fram
til virkið læt aftur nøkur ár
seinni, greiðir hann frá.
Seinni fekk hann millum ann
að arbeiði á flakavirkinum í Hal
dórsvík, men nú er hann fastur
trukkførari her hjá Bátafiski.
– Her er gott at vera, men mær
dámdi eisini heilt einastandandi
væl á Rækjuvirkinum.
Ringur mars
Bátafiskur á Eiði er eitt av virkj
unum, ið serliga tekur ímóti fiski
frá útróðrarbátunum.
Hetta hevur so aftur við sær,
at tað til tíðir kann koma sera
nógv ur fiskur uppá land, meðan
tað til aðrar tíðir er heldur slak
ari. Onkutíð verður eisini fiskur
keyptur til virkið.
Tá bátarnir koma inn at av
reiða á Eiði ræður um eitt hjá
virkinum: At hava gott fólk
við kranan; gott og roynt fólk í
trukkinum, ið skal syrgja fyri
at veiðan kemur undir tak sum
skjótast; og góð arbeiðsfólk inni
á virkinum.
– Til tíðir kann vera rættiliga
nógv at gera, greiðir Jan frá.
Tað man kortini neyvan vera
nakar ivi um, at tey á virkinum
somuleiðis kundu havt ynskt
sær meiri av várróðrinum í ár.
Tað eru helst eisini fleiri út
róðrarmenn sum høvdu væntað
og vónað tað sama. Henda besta
tíðin á Norðhavinum hevur verið
nógv merkt av illveðri og ringum
líkindum til útróður. Og tað
hevði so aftur ávirkað arbeiðið
hjá Bátafiski.
– Nei, mars mánaður í ár, hann
riggaði stak illa til veður, slær
Jan fast.
Tá alt er liðugt
Arbeiðsfólkið á Bátafiski møtir
vanliga klokkan 8 á morgni, men
tá hevur Jan longu verið á vakt í
ein tíma.
Hansara uppgáva er at skipa
so fyri, at klárt er at tendra
maskin urnar
stundisliga,
so
fram leiðslan kann byrja. Og so
kem ur ferð á arbeiði hansara:
Samstundis, sum hann skal fáa
nýveidda fiskin inn á goymsluna,
skal hann haraftrat syrgja fyri
at flakamaskinurnar ikki steðga
upp, tí eingin fiskur er at arbeiða
undan. Og tá ein plattur er fullur
við eskjum, skal hann setast inn í
sína goymslu.
Í slíkum umstøðum er gott hjá
arbeiðsfólki og leiðslu at vita, at
tað er ein royndur maður sum
koyrir trukkin.
– Jú, tað kann mangan vera
strævið. Men so vil eg eisini siga,
at fortjenastan er ikki so galin,
staðfestir hann við einum brosi.
snorri@sosialurin.fo
TRUKKFØRARI At tað krevur sín mann at koyra ein trukk,
er 45 ára gamli Jan Johannesen av Oyri eitt gott dømi um.
Hann hevur koyrt trukk ein stóran part av lívi sínum, og
ger tað framvegis. – Ein krevur allatíðina at konsentrera
seg og hava eyguni við sær. Annars kann tað skjótt
blíva farligt, serliga inni á virkinum, slær hann fast.
Nær eg so fari til hús
aftur? Nei, tað er einki fast
klokkuslett. Eg fari ikki til
hús fyrrenn alt er liðugt
Tað kann mangan vera
strævið. Men so vil eg eisini
siga, at fortjenastan er ikki
so galin