mikudagur 13. apríl 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
Sosialurin
Oyggjablaðið
v í trukkinum
klokkan 16:30
Tá vit vitjaðu á Bátafiski mikudagin í farnu viku, var Jan -
sum eitt undantak – fyrst møttur klokkan 8.
Hann slapp kortini ikki til arbeiðis beinanvegin, tí bíðað
varð eftir at kranabilurin, ið var í aðrari uppgávu, skuldi
koma. Tað gjørdi hann so tá klokkan var farin nakað av
11.
Hinvegin tók tað hvørki arbeiðsgleði ella arbeiðshug
frá fólki, tí henda dagin høvdu tey nakað at gleða seg
til: Asbjørn Djurhuus hevði bæði gjørt døgurða og hevði
haraftrat bakað eina skuffukaku til starvsfólkini.
Og hesin dagurin gjørdist heldur ikki so langur. Jan
væntaði sjálvur, at teir neyvan fóru at arbeiða longur
enn til klokkan hálvgum fimm ella so.
- Men so kunnu vit eisini arbeiða heilt upp í 14 tímar
aðrar dagar – og mangar eisini leygardagar, vísir hann á.
linde er best
Á føroysku flakavirkjunum eru helst mong ið kennast
við trukkarnar av merkinum Linde. Hesir hava staðið
sína roynd gjøgnum nógv ár, og hetta er somuleiðis tað
merkið, ið Jan dámar best, hóast hann her á Eiði koyrir
við einum av merkinum Toyota.
- Eg vil ikki á nakran hátt siga, at trukkarnir hjá Toyota
eru ringir. Als ikki. Men hinir eru bara eitt sindur betri,
slær royndi trukkførarin fast.
Jan er serliga fegin um pedalirnar á Linde-trukkunum, og
at teir eru kvikari at arbeiða við.
GOTT ARBEIÐI
Jan Johannesen veit, hvat hann
tosar um, tá evnið er trukkførari.
Hann hevur koyrt trukk síðani
1986 og koyrir enn. - Hetta dámar
mær sera væl, sigur hann
FARLIGT
– Arbeiðið sum trukkførari er fjølbroytt, sigur Jan Johannesen