Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44 26 Sosialurin Oyggjablaðið Orð/myndir: Snorri Brend Flestu teirra sum hava arbeitt á flakavirki ella verið umborð á flakatrolara kennast við navnið Baader. Hesar góðu og gomlu flaka­ maskin urnar hava verið álitið hjá nógvum fiskavirkjum kring oyggj­ arnar, her túsundtals og aftur tús­ undtals tons av rávøru eru broytt frá fiski til flak. – Okkara hægsta mál er at hvør einasta Baader­maskina skal halda og virka hvønn einasta dag, greiðir Hjalti Lundsbjerg frá. ­ Ein kundi sum keypir eina slíka maskinu skal bara rokna við, at hon fungerar, soleiðis at teir fáa so góða úrtøku úr hvørjum einasta flaki sum gjørligt. Hóast tær flestu Baader­maskin­ urnar her á landi eru um 40 ára gaml ar, koyra fleiri teirra sum fyrsta dagin. Royndir Tað var kanska ein stórur partur av tilvild, ið førdi við sær, at tær so vælkendu Baader­maskinurnar á fyrsta sinni komu til Føroyar. Maðurin, ið hevur myndað fyri tøkuna og hevur givið henni sítt navn, var í ávís tíðarskeið og arbeiddi sum maskinmaður í Føringahavnini í Grønlandi. Her fekk hann kunnleika til Baader­ maskinurnar úr Týsklandi. Tá Petur vendi heimaftur til Føroyar, tók hann lærdómin við sær, og ynskti at vísa føroyingum í Føroyum á hesar vælvirkandi og væl umtóktu flakamaskinurnar. – Hann byrjaði tá at selja brúktar maskinur, og í nýggjari tíð eisini nýggjar maskinur til føroysk virki og flakatrolarar, greiðir Hjalti frá. Miðskeiðis í 80'unum kom næst­ elsti sonur hansara við í fyritøkuna, sum menti seg ár undan ári, til teir í dag húsast í stórum virkisbygningi á havnarlagnum í Fuglafirði. Seinnu árini hava teir víðkað úrvalið til eisini at umfata serstakar saltsproytur til flakamaskinurnar og aðrar áhugaverdar verkætlanir. Gott gamalt Fyritøkan í Fuglafirði er helst mest kend fyri sølu og tænastu av týsku Baader­maskinunum, sum hava verið í framleiðslu í skjótt 100 ár. Fyri meiri enn fimmti árum síðani komu teir á altjóða markn­ aðin við teirri serligu Baader 99­flaka maskinuni, sum eisini er væl kend her á landi. Hjalti Lundsbjerg dugir ikki at siga frá, júst hvussu nógvar Baader­ maskinur finnast í Føroyum. Men at talan er um eitt rættiliga stórt tal, ivast hann ikki í. Nógvar maskinur hava staðið á virkjum, sum kanska eru givin, og tí er ringt at meta um talið. Hinvegin er áhugavert at stað­ festa, at nógvar av maskinunum koyra við sama lag. – Eg eri komin fram til, at ein stórur partur av Baader­ maskinunum sum verða brúktar í dag, stav a frá miðskeiðis í 70'unum og 80'unum. – So her er kramm í. Tær hava so sanniliga tænt fyri seg, men eru altso framvegis í brúki, sigur Hjalti við einum brosi. snorri@sosialurin.fo Bestu úrtøku úr hvørjum flaki FLAKAMASKINUR – Eitt av okkara vørumerkjum eru tær drúgvu royndirnar, og tann góða tænastan ið vit veita kundum okkara, sigur søluleiðarin, Hjalti Lundsbjerg úr Fuglafirði. Á North Atlantic Fish Fair var fyritøka hansara, Petur Larsen sjálvandi við. TÆNASTA - Vit eru altíð til reiðar at veita kundum okkara ta bestu tænastuna, sigur søluleiðarin hjá Petur Larsen í Fuglafirði, Hjalti Lundsbjerg, sum luttók á North Atlantic Fish Fair í farnu viku KRING KNØTTIN Baader-maskinurnar finnast kring allan heimin, helst tí at tær halda so væl. Henda myndin er frá fiskavirkinum NORDAFAR í Føringahavnini, her hesar flakamaskinurnar eisini vóru álitið á sumri 1983 Ein stórur partur av Baader-maskin un um sum verða brúktar í dag, stava frá miðskeiðis í 70'unum og 80'unum