mikudagur 13. apríl 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
Sosialurin
Les meira á www.banknordik.fo/starv
Tekst- og samskiftisfólk
til Marknaðardeildina
Marknaðardeildin hevur ábyrgd av branding,
marknaðarføring og samskifti í samtakinum, bæði
innanlands og uttanlands. Vit sóknast nú eftir einum
tekst- og samskiftisfólki til Marknaðardeildina, og
kanska er tað júst tær, vit leita eftir.
Starvið
Sum tekst- og samskiftisfólk fært tú ábyrgd av at skriva og tillaga tekst til
heimasíðu, intranet, tíðindi, faldarar, starvslýsingar, produktbløð og annað.
Tú verður ein virkin viðspælari, tá umræður at orða og viðlíkahalda bankans
strategi á samskiftisøkinum, herundir samskiftispolitikk og samskiftisstíl
bæði innanhýsis og uttanhýsis. Eisini fært tú ábygd av at dagføra og
áhaldandi menna heimasíðu og intranet bankans.
Tú fert at taka lut í verkætlanum til at stuðla undir branding av
samtakinum, at samskipa og íverkseta samskifti bankans og eisini at vera
við í menning av maknaðarføringskonseptum av vørum og tænastum hjá
bankanum. Aðrar fyrifallandi uppgávur eru eisini møguligar.
Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving og hevur royndir og evni innan
samskifti og marknaðarføring. Tú dugir væl at skriva lættan og greiðan tekst
og ert stinn/ur í bæði føroyskum og donskum. Tað er ein fyrimunur, um tú
eisini ert køn/ur í enskum. Persónligu eginleikar tínir eru m.a. opinleiki,
framsøkni, málsøkni, góð samskiftisevni og sjálvstøðugt arbeiðslag, eins og
tú megnar at hava greiðu á fleiri uppgávum í senn.
Menningarmøguleikar
Góðir møguleikar eru fyri víðari førleikamenning, bæði fakliga og
persónliga.
Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Tór Verland
Johansen, marknaðarleiðara, á tel 330 330 ella á tvj@banknordik.fo.
Skrivlig umsókn saman við avritum av CV og prógvum skal sendast til
starvsfolk@banknordik.fo ella til BankNordik, Att: Starvsfólkadeildin,
Húsagøta 3, FO-100 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
26. apríl 2011.
Sosialurin 341800