mikudagur 13. apríl 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
28
Sosialurin
Ítróttur
Um vikuskiftið hevði Havnar Fim
leikafelag sínar árligu framsýningar
í høllini á Hálsi, har bæði tey
smæstu og tey elstu vístu fram sýni
bestu kynstur.
Lagt var fyri fyrrapartin leygar
dagin klokkan 10, tá smábørn upp
til seks ára aldur vóru á gólvinum,
og eftir miðdag, klokkan 13.30, vóru
tað so børnini frá 1. til og við 3. flokk,
ið vóru á skránni. Og seinnapartin
klokkan 17 vóru tað so tey frá 4. til
og við 6. flokk, sum sluppu framat.
Mánakvøldið klokkan 19 var so
fjórða og seinasta framsýningin,
ið fevndi um vaksin, frá 7. flokki og
eldri.
Allar sýningarnar endaðu við
handan av 5, 10 og 15 ára nálum og
ídnisprógvum.
Her eru nakrar av myndunum,
sum Álvur Haraldsen tók í høllini á
Hálsi leygardagin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fim í leiki
Myndir: Álvur Haraldsen