mikudagur 13. apríl 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Líkindini til fótbólt vóru sera
vánalig, og tí fekk hvørki liðið víst
nakað spæl av týdningi. Og ein
onnur avleiðing av veðrinum var,
at tað var mestsum vónleyst at
vera málmaður, tí vindurin ávirkaði
so at siga hvørja einastu roynd á
málini. Skipaðum fót bólts spæli var
lítið og einki av, og ógvuliga freku
ælingarnir gjørdu ikki umstøðurnar
betri, hvørki hjá spælarunum ella
áskoð arunum.
Tá avtornaði, vann ÍF dystin
4-3, men lýsandi fyri um støð ur nar
var, at av teimum sjey mál unum,
var tað bara eitt, ið ikki kom eftir
deyðbóltsstøðu. Ibrahima Camara
legði tíðliga B68 á odda, tá hann
lobbaði upp um Jákup Mikkelsen,
men øll tey eftir fylgjand málini
komu eftir horna spørk og frí-
spørk.
– Fleiri av okkara spælarum
vildu hava dómaran at bríksla
av, men tað vildi hann ikki. Vit
kundu sjálvandi fegnast um, at
vit vunnu dystin og fingu trý stig,
men í veruleikanum var alt ein stór
tilvild. Nú haldi eg, at vit skuldu
fingið ásett, hvussu ringum veðri
tað ber til at spæla í, sigur venjarin
hjá ÍF, Abraham Løkin.
Hann fær fulla undirtøku frá
venjaranum hjá B68, Bill Mc. Leod
Jacobsen, sum heldur ikki helt
tað geva nakra meining at spæla í
vindinum, sum var.
– Nei, hasin dysturin skuldi
ongantíð verið settur í gongd, tí
har var ikki spælandi. Annars helt
eg, at vit vóru nógv betri enn teir í
fyrra hálvleiki, men ikki nóg klókir
í seinna. Tað hjálpti tó einki, tí vit
fingu ikki tað burturúr, sum vit
fóru eftir, sigur B68-venjarin.
Støðan í hálvleikinum var 2-2,
men í seinna hálvleiki fór ÍF upp
á 4-2, og hóast B68 fekk minkað
um munin, gjørdist tað ov tungt
at berjast ímóti bæði vindinum og
fuglfirðingum, so tey trý stigini
endaðu tí øll í Fuglafirði.
hilmarjan@sosialurin.fo
Nógv mál
í vindinum
Vodafonedeildin Ikki færri enn sjey mál komu, tá ÍF
mánakvøldið vann 4-3 á B68, men venjararnir báðir eru
samdir um, at dysturin á Svangaskarði ongantíð skuldi
verið settur í gongd, tí vindurin var alt ov nógvur
VindBlÁSTUR dYSTUR
Skipaðum fótbóltsspæli var lítið og einki av, tá B68 og ÍF møttust á Svangaskarði í nógva
vindinum mánakvøldið. Seks av teimum sjey málunum komu eftir deyðbóltsstøður
Mynd: Álvur Haraldsen
B68 - ÍF 3-4 (2-2)
Dómari: Eiler Rasmussen
1-0: Ibrahima Camara, 9.
1-1: Frank Poulsen, 30.
1-2: Christian Chinedu Muornaife, 42.
2-2: Kristian Anton Andreasen, 45.
2-3: Christian Chinedu Muornaife, 52.
2-4: Dánjal á Lakjuni, 58.
3-4: Kristian Anton Andreasen, 62.
B68: Tórður Thomsen – Jóhan Petur Poulsen, Oddur Højgaard,
Niclas Joensen, Dánjal Pauli Højgaard – André Olsen (Óli Olsen,
74.), Ndende Adama Guéye, Remi Langgaard (Eli Simonsen,
90.) – Jónleif Højgaard (Ahmed Keita, 63.), Kristian Anton
Andreasen – Ibrahima Camara
ÍF: Jákup Mikkelsen – Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R.
Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard – Høgni J. Zachariassen, Karl
Løkin, Frank H. Poulsen, Fritleif í Lambanum – Dánjal á
Lakjuni (Aleksandar Jovevic, 77.), Christian Chinedu Muornaife
(Ari Ó. Ellingsgaard, 88.)
Gult kort: Bartal Eliasen, Karl Løkin
tórður
oDDur nICLAs
JóHAn P DánJAL P
nDenDe reMI
AnDré JónLeIF KrIstIAn A
IbrAHIMA
DánJAL CHIneDu
FrItLeIF HøgnI
FrAnK KArL
FrAnK áKI
unI bArtAL
JáKuP
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 KÍ
1
1
0
0
6
0
+6
3
2 B36
1
1
0
0
3
0
+3
3
3 ÍF
1
1
0
0
4
3
+1
3
4 NSÍ
1
1
0
0
2
1
+1
3
5 EB/Streymur
1
1
0
0
2
1
+1
3
6 B68
1
0
0
1
3
4
-1
0
7 Víkingur
1
0
0
1
1
2
-1
0
8 HB
1
0
0
1
1
2
-1
0
9 07 Vestur
1
0
0
1
0
3
-3
0
10 B71
1
0
0
1
0
6
-6
0
Føroyska Vodafonedeildin
B68
3
ÍF
4
Hilmar Jan Hansen
Í kvøld, frá klokkan 19 til 20.15
fer Julian Johnsson sjálvur
ann ar at hava fyrilestur í
ítróttar húsinum hjá B68 á
Svanga skarði, har nútímans
talent menn ing
av
ungum
fót bólts spælarum verður á
skránni. Julian er kendur á
Toftum, har hann var spælandi
venj ari í 2005 og ein part av
2006.
Umframt Julian, fer eisini
leiðarin fyri Oure Fodbolt-
akademi, Johnny Johansen, at
greiða frá, hvussu tey í Oure
hugsa yvirskipað um talent-
menning, hvat pedagogiska
grundarlagið er og hvussu tað
við venjing í gerandisdegnum
skal bera til at fáa sum mest
burtur úr evnunum hjá spæl-
arunum.
Oure Fodbold Akademi hev-
ur eitt nú verið við til at ment
spælarar sum Mads Juncker og
Kasper Schmeichel.
Julian aftur
á Toftum
Hilmar Jan Hansen
Hetta er annað árið á rað, at
ítróttarhøllin á Hálsi er karmur
um stóra FM-finaludagin, sum
annars hevur fleiri ár á baki.
Tað byrjaði í 2006, tá badminton
og borðtennis gingu saman um
ein finaludag, og árið eftir kom
so judo aftrat.
Tær tríggjar ítróttargrein-
ar nar gera nógv burtur úr um-
støðunum kring finalurnar,
og somuleiðis fer Kringvarp
Føroya at senda beinleiðis frá
klokkan 14 og til síðsta steypið
er handað. Annars byrjar sjálvt
tiltakið í høllini á Hálsi longu
klokkan 9.30 leygarmorgunin.
Um
kvøldið
verða
stór
gallaveitsla, har eitt nú verða
latin »ársins herðaklapp« í
bæði badminton, borðtennis
og judo.
nema fm Leygardagin hava
badminton, borðtennis og judo sín
felags finaludag, sum hesa ferð
fevnir um ikki færri enn 16 avgerandi
finalur í teimum trimum greinunum
16 FM-finalur á Hálsi
uni Holm Johannesen
Ein avleiðing av ætlaða verkfallinum
hjá hondbóltsdómarunum, sum tó
gjørdist av ongum, tá avtala fekst við
leiðsluna í Hondbóltssambandinum
um eina aganevnd, er nú, at kapp-
ingarnevndin hjá Hondbólts sam-
bandinum hevur lagt frá sær.
Julian Olsen, sum hevur verið
formaður í kappingarnevndini, er
vónbrotin av viðferðini, nevndin
hevur fingið frá Hond bólts sam-
bandinum, tí henni var álagt at geva
leikbann eftir einum karantenulista,
sum danska hondbóltssambandið
eis ini brúkar.
Undan hesum kappingarárinum
vórðu reglurnar herdar mun andi.
Endamálið hjá altjóða Hond bólts-
sambandinum, IHF, var at gera
hondbóltin minni vandamiklan,
og at fáa positivari hugburð í sjálvt
spælið.
Trupulleikin er, sambært Julian
Olsen, at karatenulistin ikki er dag-
førdur samsvarandi, so hend ingar,
sum góvu leikbann í tveir dagar
í fjør, geva eisini leikbann í tveir
dagar í ár.
Fyribils er ein nevnd sett at taka
sær av kærum og øðrum restina av
hesum kappingarárinum, nú bara
finalurnar um føroyameistaraheitið
eru eftir.
uni@sosialurin.fo
Kappingarnevndin lagt frá sær
HondBólTUR – Hondbóltssambandið hevur ikki stuðlað
okkum yvirhøvur í hesi trætuni, og tí hava vit lagt frá okkum,
sigur Julian Olsen, fyrrverandi formaður í kappingarnevndini