mikudagur 13. apríl 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
30
Sosialurin
Miðvikan
15. partur
Brúdleypið varð sett til 11. august
(1917). So var at fara undir fyri reik
ingarnar. Vit vóru samd um, at
tíðirnar ikki vóru til at halda eitt
stórt brúdleyp. Flestu matvørur
vóru jú skamtaðar. Sjálvt at fáa
ljós var trupult, tí so lítið var til
av petroleum. Tey flestu máttu
klára seg við lýsilampur, sum vóru
tilevnaðar av føroyskum smiðum.
Ein teirra var Nyholm Debes, eisini
kendur sum yrkjari og politikari.
Hesar riggaðu sum so, um bert
varð ansað eftir, at lýsið dryppaði
í lampuni, sum tað skuldi.
Vit í Ólastovu vóru eitt sindur
betur fyri enn onnur. Eg var so
heppin at fáa ein dunk av olju frá
einum vini, sum sigldi við verju
skipinum Beskytteren. Hetta var
kanska ikki heilt eftir bókini, men
ein dunkur meira ella minni av olju
hjá einum so stórum skipi kundi
ikki merkja tað nógva.
Brúdleypið skuldi bert vera fyri
tey nærmastu. Eg fekk avtalu
við vertin á Hotel Djurhuus (nú
Áarstovu) Onnu Katrinu, ættað
úr Nólsoy, at brúdleypið skuldi
standa á hotellinum, og lovaði
hon at útvega tað, sum tørvaði av
mati og drekka. Eg hevði hjálpt
henni við roknskapinum, eftir at
maður hennara Christian, sum var
systkinabarn pápa mín, var deyður
í góðum árum í 1916.
Margretha og eg avtalaðu, hvør
ið skuldi bjóðast. Karin Evensen,
kona Jens, har Margretha hevði
tænt, bjóðaði Margrethu, at hon
sum brúður kundi fara út frá
teimum. Hetta vísti hennara hjarta
lag og vísti eisini, hvussu væl dámd
Margretha var hjá teimum hjá
Evensen. Eg fekk skraddaran hjá
mær at seyma ein klædning.
Eftir vanligum skikki skuldu
vit havt verið gift í heimakirkjuni
hjá brúðrini, og var hon úti á Nesi.
Hetta var so langur teinur úr
Heiðunum, at farast mátti við báti.
Undir vanligum umstøðum høvdu
vit farið við einum motorbáti, men
hesa tíðina var tað av krígsávum
so trupult at fáa brennievni til
motorar, at vit gjørdu av at giftast
í Havn.
Vígd av Jákup Dahl
Dagurin fyri brúdleypið kom um
síðir. Hetta var ein góður summ
ar dagur við eitt sindur av sirmi
fyrrapartin. Men seinni kláraði upp.
Vit vórðu vígd í Havnar kirkju av
Jákup Dahl, sum árið eftir gjørdist
próstur. Tá ið eg skuldi heinta mína
brúður og var komin í mítt fína stás,
kom eg at hugsa um, at eg hevði
gloymt at fáa mær ein hatt. Tíbetur
hevði ungdómsvinur mín Johannes
Stefansson, sum búði nærindis,
útvegað sær ein bovlarahatt, sum
eg fekk lænt. Hetta bjargaði mær
úr hesum, sjálvt um hatturin var
nøkur nummar ov lítil. Hvat prest
urin segði í taluni minnist eg als
ikki. Eg hugsaði bert um at minnast
til, nær eg skuldi leggja meg á
knæ, og at eg skuldi ofra við rætta
sálmaørindi.
Brúdleypsdøgurðin
var
sera
hugnaligur. Maturin var góður, og
tað sama var við víninum. Jákup
Dahl var við til døgurðan, og hann
helt eftir vanligum skikki fyrstu
taluna fyri brúðarparinum. Eg
minnist bert, at hann segði, at
tað skuldu dirvi til at gifta seg í
krígstíð.
Tá ið døgurðin var liðugur, komu
børnini í familjuni at fáa sær eta.
Hetta var í allar mátar eitt hugnaligt
brúdleyp. Aftaná døgurðan fóru
vit saman við foreldrunum og
Martin, beiggja, yvir í Ólastovu,
har vit fingu stóra kamarið uppi á
loftinum at sova í. Á náttborðinum
lá ein 100 krónuseðil, sum var gávan
frá mínum foreldrum. Eg hevði
fingið ein snikkara í Havn at gera
okkum møblar til kamarið so sum
dupultsong, náttborð og klædna
skáp. Møblarnir vóru rættuliga
stórir. Tá ið tað var lágt til loftið
vegna skráveggirnar, var tað eitt
sindur trupult at fáa alt uppá pláss.
Men her fekk eg góða hjálp frá vini
mínum Viggo Christiansen. Hann
var fittur í hondunum og hevði
sjálvur roynt nakað líknandi. Har
tað ikki gekk annars, sagaði hann
eitt petti av gólvinum og festi tað
seinni aftur sum ein lemm.
Brúðarhús
Dagin eftir, tað var sunnudagur,
komu fólk at ynskja tillukku.
Hesi fingu køkur og sjokulátu.
Margretha var í einum svørtum
vøkrum kjóla. Hon var so sera
vøkur, og mamma var heilt hugtikin
av henni. Pápi dugdi betur ikki at
vísa sínar kenslur. Vit fingu væl
av brúdleypsgávum, bæði lutir
og pening, sum kundu nýtast at
keypa inn búgv fyri, tá ið vit fingu
okkara egna hús. Tá í tíðini var
tað ikki vanligt við telegrammum,
men nøkur komu við kortum, har
lukkuynski vóru skrivað í.
Eftir vígsluna í kirkjuni hevði eg
gloymt at fylgja góðan gamlan sið
at geva eina gávu í kirkjubússuna.
Hetta kom mær til hugs sunnu
morgun. Eg fór tí í kirkju, og fekk
lagt ein seðil í bússuna.
Aftur gerandisdagur
Brúdleypsferð var tá í tíðini eitt
ókent fyribrigdi í Føroyum. Mána
dagin var aftur gerandisdagur. Eg
var á skrivstovuni, mamma var
í køkinum og Margretha hjálpti
henni. Hetta var mitt í hoygg ingar
tíð, og tá máttu øll hjálpa til.
Eg kendi tað sera hugnaligt at
hava Margrethu hjá mær. Vit tos
aðu um, hvørt vit skuldu byggja
ella keypa eini hús. Tað gingu
tíðindi um, at táverandi eigarin av
húsunum hjá Jens Mohr, skiparin
Hans Simonsen, hevði hug til at
selja. Um hetta var so, vóru vit til
reiðar at keypa húsini. Pápi nevndi,
at um neyðugt vildi hann hjálpa til
við tí fíggjarliga.
Men tað vísti seg, at hetta ikki
gjørdist aktuelt tá. So vit samd
ust um at bíða til komandi vár
við húsum, tá ið støðan kanska
broyttist.
Várið og veturin gingu friðarliga.
Sum fyrr nevnt, var mamma føst
hjálp hjá barnakonum í Havn. Vit
høvdu ofta sagt við mammu, at
hetta var ov strævið hjá henni. Men
hon helt fast um, at hetta var tað
besta henni dámdi fyri at koma út
millum fólk. Hesum helt hon eisini
á við, eftir at Margretha og eg vóru
gift. Hetta lá eisini betur fyri, nú
Margretha var komin í húsið. Nú
var ikki neyðugt at skunda sær
heim sum fyrr.
Kristian Djurhuus:
Blivu vígd av Jákup Dahl
Nú eru Margretha og Kristian blivin gift.
Brúdleypið stóð á Hotel Djurhuus. Anna
Katrina skipaði fyri. Maðurin Christian
var deyður í 1916. Hann var ein av
Áarstovubeiggjunum. Børnini eru Dia og Jona.
Í seinasta parti er komið so langt hjá tí 21 ára gamla Kristian, at hann skal giftast. Fyrst máttu foreldrini
tó góðkenna giftarmálið. Hetta var ikki uttan trupulleikar. Nú kemur Margretha eisini til orðanna