mikudagur 13. apríl 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
Sosialurin
Nú er tað komið so langt í hesi frá
søgn hjá Kristian, at Margretha
rætti liga er komin inn í lív hansara.
Tað er eisini so heppið, at Mar
gretha hevur eina áhugaverda
niðurskriv aða
frásøgn,
sum
náttúru liga eisini er ein partur av
hesi søgu.
Í hesi røð verður ein fittligur
partur tikin við úr hennara frá
søgn
Margretha var úr Saltangará. Fyri
at lýsa upprunan til hesa bygd skal
endurgevast partur av grein hjá
Mariu Jacobsen úr Keraldinum
nr.2/1996, sum greiðir frá fyrstu
búseting í Heiðunum:
Bygdin Saltangará, ella Heið ar
nar, sum hon eisini verður kallað, er
niðursetubygd av Glyvrum. Tað var
í 1846, at Niels Joensen av Glyvrum
setti seg niður í Saltangará. Niels
var ættaður úr húsinum Úti í Gerði.
Hann var yngstur av sjey systkj
um.
Tað sæst av brævaskifti ímillum
niðursetumenninar, Weihe sýslu
mannin og amtmannin Pløyen, at
arbeitt hevði verið í nøkur ár við
at flyta út í Heiðar, men bøndurnir
vóru ikki so glaðir fyri tað í fyrstu
syftu.
Næsti maður, ið setti seg niður
í Saltangará, var Niels Johannesen,
ættaður úr Kálvhúsinum á Glyvrum.
Hann var abbi Margrethu og var
eisini yngstur av sjey systkjum.
Niels Johannesen var bert 24 ára
gamal í 1843, tá ið hann søkir um
at sleppa at seta seg niður í Heið
unum. Tann 23. august 1844 skrivar
Sámal Jákup Weihe, sýslumaður,
eitt viðmæli, har hann rósar Niels
fyri hansara arbeiði at laga garðar.
Hann hevur “udvist en sjælden
Raskhed og Flid i det han i Løbet
af inde værende Aar med fire
Mands Hjælp har opført henved
100 Favne Søidehøit Stengærde og
lagt Grundlaget til omtrent ligesaa
megen Længde...”
Børnini hjá Niels og Onnu Mar
grethu vóru:
1. Inger (18511931) gift við Simon
Justinussen við Stein á Glyvrum.
2. Johannes (18531936) giftur við
Charlottu Hansen á Nesi
3. Susanna f. 1856, gift við Sámal á
Krákusteini í Havn
4. A.M. Henrietta (18591952), ógift.
5. Hans Andreas (18631941) giftur
við Ellen Mariu Johannesen
av Skála. Hansara hús gjørdist
sjeynda húsið í Heiðunum. Hetta
vóru foreldrini hjá Margrethu.
Børnini hjá Ellen Mariu og Hans
Andreas vóru:
1. Niels f. 1885, giftur við Miu Arge,
búsett í Havn. Hann var kendur
sum seglmakari.
2. Rachel (18871973), gift við Heina
Heinesen úr Elduvík, búsett í
Saltangará.
3. Hans Peter f. 1891, giftur við
Malvinu Eliassen úr Fuglafirði, har
tey vóru búsett
4. Anna Margretha f. 10.7 1893, gift
við Kristian Djurhuus
5. Johanna Sofia f. 1895 gift við
Hans Hansen
6. Inger f. 1897, gift við Magnus
Magnussen á Tvøroyri, har tey
vóru búsett, hon var jarðarmóður.
7. Maria f. 1900, ógift.
8. Hans Andreas (19021982) gift við
Dagmar Knudsen, Saltangará
Niels búsettist í Heiðunum seint á
árinum 1846. Tá tað nú vóru tveir
Nielsar, varð abbi Margrethu kall
aður Innari Niels, men hin gjørdist
Ytri Niels.
Síðan greiðir Margretha frá:
Her í Heiðunum vóru stórar traðir
av miðal góðsku, men jørðin var
ódyrkað. Men hesir menn fingu
dyrkað allar sínar traðir við teim
um primitivu reiðskapum, sum tá
vóru.
Tað segðist, at abbi mín var
sera prúður, breiðvaksin, men ikki
høgur. Eg minnist hann sum sera
góðsligan abba. Men hann doyði
longu áðrenn eg fór í skúla. Hóast
hann hevði arbeitt nógv, gjørdist
hann 90 ára gamal
Eg varð fødd 10. juli 1893, dóttir
Hans Andreas Nielsen, sum var
bestimaður og Ellen Marie av
Berjarheygnum á Skála.
Pápi var sonur Niels Johannesen
(18201900) og Onnu Magrethu f.
Hansdatter (18191913) úr Lamba.
Mamma hennara var Inga (1784
1842), dóttir próstin Andreas Djur
huus (17421814). Umframt pápa
var ein eldri beiggi, Johannes, og
tríggjar systrar.
Abbi mín á Skála var kongsbóndin
Hans Peter Johannesen f. 1829 og
omma var Rakul f. 1830, sum var av
Toftum. Tey áttu tvær døtur og fýra
synir.
Rógvast til Havnar
at verða doypt
Tá ið eg var fødd, áttu míni foreldur
tveir synir og eina dóttir. Tá í tíðini
skuldu børn doypast sum skjótast.
Hetta skuldi havt verið á Nesi, men
presturin var burturstaddur, tí
varð avgjørt, at eg skuldi doypast í
Havnar kirkju.
Tískil varð tíggjumannafarið
mannað. Tað vóru bidnir tveir
mannligir faddrar í Saltangará,
nevniliga Niels Nielsen, kallaður Óði
Niels, sum greitt verður frá seinni,
og Símun á Høgabóli. Í Havn skuldi
mammubeiggi mín Poul Johannesen,
sum arbeiddi á apotekinum, koma
afturat teim um. Ommusystir míni
skuldi vera gudmóður. Men hon
mátti geva avboð, tí hon náddi ikki
at gera seg klára við sínum stási,
áðrenn farast skuldi! Tískil mátti
fastur mín Súsanna taka við. Hon
búði í Havn og var gift við Sámal á
Krákusteini, kendur kvartermeistari
á Skans an um.
Mamma fortaldi fyri mær sum
barn, at hon hevði ballað eitt stórt
sjal um meg, fyri at eg kundi halda
hitanum. Niels skuldi sum tann elsti
av gubbunum sita undir mær. Men
eg kann ikki hava følt meg væl, tí eg
græt so illa, at mamma hoyrdi meg
til vit komu út til Rókina í Saltnesi.
Men dópurin man hava gingið
eftir ætlan, tí eg kom heim aftur við
tí flotta navninum Anna Margrethe
Nielsen.
Mamma pápa mundi vera tann
fyrsta, sum tók ímóti mær tá eg
var fødd, tí eri eg uppkallað eftir
henni. Tí gjørdist hon so sera góð
við meg, og hetta merkti eg ofta í
uppvøkstrinum. Ofta fekk eg ein
eyka bita frá henni. Eg helt seinni,
at hetta var órættvíst móti hinum
av mínum systkjum. Men mamma
gjørdi so ikki mun á okkum.
Abbi var ein av teimum trimum
upprunaligu niðursetumonnunum í
Saltangará. Hinir vóru fyrr umrøddi
Niels Joensen og Jógvan á Høgabóli,
sum fostraði Símun á Høgabóli upp,
hann sum fekk so stóran týdning
sum vinnulívsmaður í Heiðunum.
Jógvan fekk norðastu trøðna við
Høgaból, abbi mín ta mittastu og
Ytri Niels ta sunnastu.
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Í komandi parti fáa Margretha og Kristian teirra fyrstfødda Johan,
uppkallaður eftir tí doyggjandi pápabeiggjanum.
Margretha greiðir frá sínum barndómi og umstøðunum í Heið
unum næstseinasta aldaskifti.
Margretha var upp
kallað eftir ommu
síni Margrethu
Søgan hjá Margrethu
Hetta var ferðingin, tá ið
Margretha skuldi doypast í 1893.
Fastur Margrethu, Súsanna,
gift við Sámal á Krákusteini
í Havn, mátti taka við sum
gumma, tí ætlaða gumman
ikki fekk roksað seg lidna,
tá ið farast skuldi