mikudagur 13. apríl 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. apríl 2011 · Nr. 44
32
Sosialurin
Løgtingið viðgjørdi í farnu
viku fíggjarkarmarnar fyri
2012. Orðaskiftið var merki
liga tamt, serliga tá hugsað
verður um, at uppskotið,
dagin fyri, hevði verið orsøk
til samgonguslit. Flokkurin
sum rýmdi úr samgonguni
var als ikki í tingsalinum
stóran part av tíðini, meðan
uppskotið varð viðgjørt.
Orðaskiftið vísti, at breið
semja er um, at hallið hjá
lands kassanum skal vendast
til avlop skjótast gjørligt,
men eisini er semja um, at vit
noyðast at raðfesta nakrar
væl ferðartænastur,
sum
kosta pengar.
Og júst hetta er avbjóð
ingin í politikki. Hvussu
rinda vit fyri tær neyðugu
tænasturnar, uttan at leggja
eyka fíggjarbyrðar á fólk og
uttan at tølini á botnlinjuni
vísa hall? Ber tað til?
Mugu finna inntøkur
Sjálvandi ber altíð til at vísa á
onkrar almennar útreiðslur,
sum eru óneyðugar. Tað
hevur landsstýrið eisini tik
ið við í fíggjarkørmunum,
og hevur skotið upp at gera
sparingar. Men tað er ikki
nóg mikið. Vit noyðast undir
øllum umstøðum at finna
fleiri inntøkur.
Hallið burtur í 2015
Landsstýrið hevur sett sær
fyri, at hallið skal vera burtur
í 2015. Men landsstýrið hev
ur eisini gjørt av at játta
fleiri pengar til tey øki í sam
felagnum, sum mett verður,
at vit hava stóran tørv á.
Millum hesi eru útreiðslur
til heilivág, sjúkraviðgerðir,
tyrlutilbúgving o.s.fr. Eg havi
enn ikki hoyrt nakran boðað
alment frá, at vit ikki eiga at
brúka pengar til hesi øki.
Tingmálini økja
um hallið
Tað liggja fleiri uppskot
í ting inum í løtuni, sum
hava til enda máls at bøta
um
væl ferðar tæn ast ur nar
við øktum játtanum. Tað
liggur eisini eitt uppskot í
ting inum um loysing, har
skotið verður upp at lækka
inn tøkur nar við eini lítlari
milliard. Men tað liggur
einki uppskot í tinginum,
sum hevur til endamáls at
hækka inntøkurnar í sama
mun. So um vit skulu hyggja
eftir
uppskotunum
sum
liggja í tinginum, so geva tey
eina greiða mynd av einum
samfelag, sum vil hava tæn
astur, men sum ikki vil gjalda
fyri tær.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Breið semja um eina ósemju
Kjak