fríggjadagur 8. mars 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 47 - 8. mars 2002
27
Orsakað av einum
útsettum dysti frá
grundspælinum, er
botnstríðið í bestu
kvinnudeildini nú
endað á skrivaraborð-
inum hjá Hondbólts-
sambandinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Dysturin millum kvinnulið-
ini hjá Sóljuni og Kyndli,
sum sambært kappingar-
skipanini
skal
spælast
fríggjadagin
15.
mars,
verður helst tann, sum ger
av, hvat lið skal niður úr
bestu kvinnudeildini, tá
kappingarárið er lokið.
Í løtuni eru tvey stig á
muni millum liðini, men
tað hoyrir við til søguna, at
Sóljuni enn restar ein dyst
frá grundspælinum, og tá
hesin er leiktur, er talan
møguliga bert um ein mun
upp á eitt stig.
Júst møguleikin fyri hes-
um eina stiginum kann
hava avgerandi ávirkan á,
hvussu endaliga støðan í
deildini fer at verða. Í
verandi støðu kann Kyndil
tapa á Giljanesi, men kort-
ini varðveita sætta plássið í
deildini grundað á ein betri
málmun. Men um Sóljan
fær stig burtur úr útsetta
dystinum frá grundspælin-
um, so hava tær møguleika
at fara upp um Kyndil við
einum sigri.
Trupulleikin hjá Kyndli
er, at tær í verandi støðu
ikki kenna fortreytirnar
undan dystinum, og spurn-
ingurin tykist í løtuni vera,
um hetta eisini fer at fáa av-
leiðingar fyri ætlaða dystin
millum Sóljuna og Kyndil.
Tað stendur í øllum førum
greitt, at Kyndil hevur sera
lítlan áhuga í at fara vestur,
um dysturin
– Tað er so sera einfalt.
Vit fara ikki vestur at
spæla, um dysturin millum
StÍF og Sóljuna ikki er av-
greiddur áðrenn.
Somikið avgjørdur er
venjarin hjá Kyndli, Rógvi
Nielsen, tá spurt verður,
hvørja áskoðan tey hava í
hesum málinum.
– Høvdu vit vunnið
mikukvøldið, so var talan
sjálvandi ikki um nakran
trupulleika, men vit kunnu
ikki liva við, at ein útsettur
dystur frá grundspælinum
møguliga
kann
avgera
spurningin um upp- ella
niðurflyting. Og ikki minst,
tá hesin dysturin møguliga
verður avgreiddur, eftir at
dystirnir í endaspælinum er
lidnir.
Málið um útsetta dystin
liggur í løtuni hjá dóms-
nevndini hjá Hondbólts-
sambandinum.
Dysturin
varð upprunaliga útsettur, tí
høllin á Giljanesi ikki var
tøk. Hann varð síðani flutt-
ur, men tá hann skuldi
spælast seinnu ferðina,
komu strandakvinnur ong-
an tíð í Vágoynna. Dómarar
og leikararnir hjá Sóljuni
stóðu annars og bíðaðu,
men har gjørdist einki.
StÍF hevði tá givið av-
boð, tí talan var um dyst
mitt í viku, og trupult var
hjá leikarum at fáa frí. Hesi
boð vóru tó ongan tíð kom-
in til Sóljuna, og tí vilja tey
vera við, at tær hava vunnið
dystin uttan at spæla.
Hetta hava tey framhald-
andi hildið fast um, hóast
kappingarnevndin hjá HSF
í fleiri umførum hevur sett
dystin á skránna. Seinastu
ferð, hetta varð gjørt, var
ætlanin, at dysturin skuldi
avgreiðast 16. februar, men
tá kærdi Sóljan avgerðina
hjá kappingarnevndini til
dómsnevndina, og har ligg-
ur málið í løtuni.
Fyrrapartin í gjár fingu
vit ikki fatur á formannin-
um í dómsnevndini, Niels
Nattestad. Tað eydnaðist
okkum tó at fáa fatur á
Jógvan Elias Winther Poul-
sen, sum eisini situr í
dómsnevndini. Sum so
vildi hann ikki gera nakrar
viðmerkingar til málið,
men hann segði, at ein av-
gerð um spurningin er
væntandi fyrsta dagin.
So hjá Kyndli og Sóljuni
er neyvan annað at gera í
løtuni enn at brynja seg við
toli.
StÍF-kvinnurnar
gjørdu bart, tá tær
leiktu útsetta dystin
móti Kyndli miku-
kvøldið. Fyrri hálv-
leikur var javnur, men
tíðliga í seinna hálv-
leiki tóku strandingar
eina fýra máls leiðslu,
sum tær varðveittu til
dysturin var liðugur
HONDBÓLTUR -
KVINNUR
Sveinur Tróndarson
Besta kvinnulið hjá StÍF
hevur endaliga tryggjað sær
enn eitt ár í bestu hond-
bóltsdeildini. Tað gjørdu
tær við sigrinum á Kyndli í
høllini á Skála mikukvøld-
ið. Sigurin var upp á fýra
mál og sjálvt um Kyndils-
kvinnur royndu at taka
sigurin frá strandingum,
komu tær ongantíð so mik-
ið nær, at tær veruliga hóttu
heimaliðið.
Uppiborin heimasigur
Tað er eingin, sum eftir
dystin, hevur nakað at siga
til, at tað vóru strandingar,
sum vunnu. Heimaliðið var
nógv ágrýtnari enn gestir-
nir, og sjálvt um dysturin
ikki fer í søgubøkurnar,
sum tann vakrasti hond-
bóltsdysturin, so fegnast
StÍF-kvinnurnar helst um,
at hesin dysturin tryggjaði
teimum enn eitt ár millum
tey bestu hondbóltsliðini.
Annars var fyrri hálvleik-
ur sera javnur. Strandingar
royndu at sleppa frá Kyndli,
men tær grønu megnaðu at
svara aftur, hvørja ferð.
Eisini tá StÍF var komið
upp á 9-6 í fyrra hálvleiki.
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki kom tó glið hjá strand-
ingum. Eftir at Kyndil
hevði javnað hálvleiks-
leiðsluna, bundu strand-
ingar fyri og fóru upp á 18-
13. Hesin munur var ov
stórur til, at Kyndil kláraði
at koma aftur í aftur, og so
var dysturin vunnin fyri
heimaliðið.
Sum sagt er synd at siga,
at hetta var ein vakur
heimadystur,
men
tað
leggja strandakvinnur helst
líka í. Tær hava vunnið og
tað var í roynd og veru tað
sum tað snúði seg um.
Kyndil í trupulleikum
Hevur
dysturin
givið
strandingum nakað at fegn-
ast um, eigur hann sam-
stundis at hava givið venj-
aranum hjá Kyndli – og
leikarunum við – nakað at
hugsa um. Dysturin í
høllini á Skála vísti nevni-
liga, at Kyndil hevur sera
trupult við at fáa spælið at
hanga saman.
Í álopinum vóru tað bara
Lotte og Annika sum vóru
nøkur hóttan – tær gjørdu
níggju av tíggju málum í
seinna hálvleiki – og tað
gjørdi tað alt ov lætt fyri
verjuna hjá strandingum at
byrgja fyri. Í verjuni vóru
tær grønu alt ov passivar,
og tað gjørdi, at strandingar
fingu frið at spæla sítt
uppbyggjandi spæl, stórt
sæð uttan at Kyndil royndi
at leggja ímillum.
Eisini kann tað tykjast
merkisvert, at kyndlaleik-
ararnir brúka so stóra orku
til at rópa innanhýsis heldur
enn at gera ein felags inn-
sats fyri at vinna. Gamaní
er tað troyttandi, at ein
avlevering ikki kemur í tí
hædd hon skal, men tað er
ikki nóg stór orsøk til at
skræða
hvønn
annan
sundur. Høvdu leikararnir
heldur brúkt orkuna til at
skipa innanhýsis spælið er
ikki óhugsandi, at tær
høvdu fingið meira burtur
úr.
Strandingar vóru meira
siðiligir og tær stríddust
væl. Enn einaferð vóru tað
tær báðar Alina Olaru og
Ileana Manulescu, sum
gingu undan og gjørdu mál-
ini, men tá Kyndil fór undir
at mansverja tær, vístu
hinar, at tær sanniliga eisini
duga at arbeiða hart og gera
mál. Serliga beit Anna
Maria Berthelsen væl frá
sær hesa løtuna.
Fingu tað tær fóru
eftir
Samanumtikið kann stað-
festast, at sigurin hjá StÍF
var fult uppiborin. Strand-
ingar vístu, sum sagt besta
stríðsviljan og tað vigar við
hvørt líka nógv sum vakurt
spæl.
Dysturin var sum sagt
ikki serliga vakur, men
umstøðurnar hjá liðunum
báðum, loyva tí kanska
heldur ikki. Tá bæði liðini
liggja í niðara enda av
deildini er tað heldur stríðs-
viljin sum gevur stigini enn
tað vakra spælið, og so-
leiðis var mikukvøldið.
Í seinna hálvleiki vístu
strandakvinnur, at tær duga
at fáa tað burtur úr, sum
dómararnir loyva. Seinastu
tíggju minuttirnir av dystin-
um vóru serstakliga keði-
ligir av tí at tveir strand-
ingar vóru mansvardir, men
hinar fýra, sum framvegis
vóru við í spælinum, gjørdu
sína skyldu við at koyra
álopini so langt sum tær
fingu loyvi til.
Tað var ikki snøgt, men
tað var effektivt. Tað var
samstundis tað, sum skuldi
til fyri at pilka tað seinasta
burtur úr Kyndli og tað
eydnaðist eisini. Tær grønu
vóru mótfalnar og gjørdu tí
alt ov lítla mótstøðu.
Dysturin í tølum:
StÍF: Alina Olaru 7, Ileana
Manulescu 6, Poula D.
Olsen 4, Anna Maria Berth-
elsen 3, Sunfríð B. Jacobse-
n 2 (1), Anna B. Danielsen
1
Kyndil: Lotte Sørensen 8,
Annika Ljósstein 8 (2),
Anja Johannesen 2, Palma
Petersen 1, Ann Hansen 1
Brotskøst: StÍF 1, Kyndil 3
Útvísingar: StÍF 1, Kyndil
3
Dómarar: Kristian Johan-
sen og Hartvig Joensen
StÍF – Kyndil 23-20 (11-10)
Enn eitt ár millum tær bestu
Kyndil vil bíða
Tað skuldi fyrst og fremst verið á vøllinum, men partvíst er
niðurflytingarstríðið millum Sóljuna og Kyndil nú flutt til
skrivaraborðið hjá Hondbóltssambandinum
27
Nr. 47 • fríggjadagur • 8. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Longu eftir tíggju
minuttum høvdu
strandingar víst
Kyndli, at teir einki
fingu við sær aftur til
Havnar. Sum dysturin
leið var tað bara ein
spurningur um,
hvussu stórur sigurin
skuldi gerast
HONDBÓLTUR -
MENN
Sveinur Tróndarson
Strandingar
vunnu
ein
knúsandi sigur á Kyndli í
útsetta dystinum millum
liðini. Dysturin varð leiktur
í høllini á Skála miku-
kvøldið, og líka frá byrjan
var tað sólarklárt, at strand-
ingar fóru at vinna. Spurn-
ingurin var bara, hvussu
stórur sigurin skuldi vera,
og hann kundi verið nógv
størri enn hann gjørdist.
Livandi múrurin
Tað var stuttligt at vera í
høllini á Skála mikukvøld-
ið. Vart tú – ella royndi at
vera – neutralur áskoðari
ella helt tú við StÍF hevði tú
ríkiligt at fegnast um, með-
an tað helst var minni huga-
ligt at vera gestur í høllini
um hjarta bankaði fyri
teimum grønu úr Havn.
Sæð við hondbóltseygum
var dysturin eitt greitt tekin
um, at landskappingin í ár
er farin í tveir ella tríggjar
partar, har trý tey ovastu
liðini eru í einum flokki
fyri seg. Tað sæst kanska
best við, at tað eru níggju
stig frá StÍF niður til næsta
liðið í stigatalvuni, og tað
er – Kyndil.
Nú skal havast í huga, at
dysturin varð leiktur á
heimavølli hjá stranding-
um, men tað eigur kortini
ikki at bera til, at vinna við
so nógvum málum.
Men tað ger tað kortini,
og uppskriftin til ein so
stóran sigur er ein sera góð
verja og ein upp aftur betri
málverji. Tað man vera fáur
í føroysku landskappingini,
sum tekur málmannin hjá
strandingum, og sum hann
leikti mikukvøldið er eing-
in sum kemur í nær námind
av honum.
Líkamikið hvat áleypar-
arnir hjá Kyndli gjørdu, so
var hann har onkusvegna,
og tað pilkaði til seinast alt
mót úr havnarmonnum.
Serliga eigur Petur Mart-
in Johansen, sum fyri fyrstu
ferð í ár, leikti við Kyndli at
hava iðra seg bæði grønan
og svartan. Hann var púra
einsamallur við Marian
Cirlojonescu einar fýra
fimm ferðir, men tað var so
eiðasørt, at hann fekk bólt-
in fram við rumenanum. Til
seinast gav hann skarvin
yvir og fór út aftur á
beinkin.
Teir ungu í hopla
Var Marian ein knassi í
málinum, so var ungi skála-
maðurin, Sveinur Justinus-
sen tað so sanniliga í álop-
inum. Fleiri ferðir vísti
hann, hvussu einastandandi
góð hondbóltsevnir hann
hevur, og hann vísti, at fyri
tað at tú ert ungur og tí ikki
hevur so stórar royndir, so
er einki sum forðar fyri, at
tú førir teg fram sum ein
gamlan rev.
Sveinur gjørdist topp-
skjútti hjá strandingum við
átta málum, og tá skal hav-
ast í huga, at hann als ikki
var við teir seinastu tíggju
minuttirnar. Tá sat hann
uttan fyri við einum træ-
læri, men tá kundi tað gera
tað sama. Sigurin var langt
síðani komin til høldar og
eingin orsøk var at leggja
størri trýst á lærið enn
neyðugt.
Eisini hjá Kyndli var tað
einum av teimum ungu sum
tað glógvaði í. Høgni Klein
gjørdi ikki færri enn 11 mál
og hann var fyri so vítt tann
einasti kyndlaleikarin sum
veruliga dugdi at skjóta
fram við livandi múrinum
hjá strandingum.
Tá hetta er sagt, eiga vit
at leggja afturat, at StÍF
skifti málverja tá umleið
eitt korter var eftir av dyst-
inum. Pól Jákup Poulsen
loysti Marian av, og vit
kunnu bara staðfesta, at
hann stóð seg heilt eina-
standandi væl. Hann fekk
ikki fatur á øllum, men
hann stóð ikki nógv aftan
fyri Marian.
Í hinum endanum av
vøllinum
hevði
Jóhan
Danielsen ein keðiligan
dag. Tað kundi næstan gera
tað sama, hvat hann gjørdi,
tí í allarflestu førum var
hann latin upp til sín sjálvs.
Tað
er
frammanundan
trupult at vera málverji og
tað gerst jú ikki betri av, at
verjan svíkir.
Gott at byggja á
Sjálvt um sigurin hjá
strandingum gjørdist stór-
ur, sær kanska ikki so heilt
vónleyst út hjá Kyndli.
Eingin ivi er um, at hetta
árið er farið fyri skeytið,
men tá hugsað verður um,
at fólkið, sum nú leikar á
Kyndlaliðnum er ungt, er
lítið at ivast í, at vit koma at
hoyra nógv meira til hesar
menninar í framtíðini.
Eingin skal heldur ivast í,
at tað eru nógvir mans í
hópinum hjá Kyndli, sum
hava góð evnir, men tað var
bara ikki teirra dagur í
høllini á Skála mikudagin.
Soleiðis gongur við hvørt
og tað má ein taka við.
Strandingar hava fingið
tað teir skulu hava í ár við
tað, at teir hava vunnið
steypakappingina. Tað er
ein klænur møguleiki fyri,
at teir fáa silvur, men hann
er so klænur, at hann
hvørvur, tá hann vendir
liðina til.
Vestmenningar hava ikki
fingið tað teir ætlaðu sær –
enn. Mikukvøldið fingu
teir kortini nakað at hugsa
um, tí videomaðurin hjá
vestmenningum var í høll-
ini á Skála og hann er
komin aftur til Vestmanna
við filmi av einum liði, sum
spældi serstakliga væl. Um
tað kann brúkast til nakað
er so ein onnur søga ...
Dysturin í tølum
StÌF: Sveinur Justinussen
8, Costin Dumitrescu 5 (1),
Artur Johansen 5, Bent
Djurhuus 5, André Daniel-
sen 4, Marius Joensen 3 og
Jón Rasmussen 3
Kyndil: Høgni Klein 11,
Jónleif Sólsker 3 (1),
Bárður Johannesen 3, Janus
Einar Sørensen 3, Ken
Zachariasen 1
Brotskøst:
StÍF 2 (1),
Kyndil 3 (1)
Útvísingar: StÍF 2, Kyndil
4
Dómarar: Kristian Johan-
sen og Hartvig Joensen
StÍF – Kyndil 33-21 (16-9)
StÍF vant burtur úr Kyndli
Einki var at ivast í, tá StÍF tók ímóti Kyndli mikukvøldið.
Heimaliðið vant snøgt sagt burturúr gestunum
C
M
Y
K
26