fríggjadagur 8. mars 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 47 - 8. mars 2002
Nr. 47 - 8. mars 2002
25
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Ósemja
um olju
Ósemja hevur tikið seg
upp í norsku stjórnini.
Vinnumálaráðharrin,
Ansgar Gabrielsen, tek-
ur undir við einari
ætlan, sum miðjar eftir
at leggja olju- og gass-
deildina
hjá
Hydro
saman við Statoil, men
hesum er oljumálaráð-
harrin, Einars Steens-
næs, ímóti. Oljumála-
ráðharrin heldur tað
vera ein fyrimun við
tveimum stórum feløg-
um, men vinnumála-
ráðharrin heldur tað
vera rættari at leggja
feløgini saman.
Norski staturin eigur
80 prosent av Statoil og
44 prosent av Hydro.
Verður samanleggingin
veruleiki, fær staturin
einsamallur ræðisrættin
yvir felagnum, tí tað
almenna fer at eiga
umleið
70
prosent.
Norskir
serfrøðingar
siga, at tað samanlagda
felagið fer at hava eitt
marknaðarvirði, sum
verður um 200 mia.
krónur.
Saman-
legging
góðkend
Amerikansku
kapp-
ingarmyndugleikarnir
hava góðkent, at tær
báðar stóru teldufyri-
tøkurnar HP og Com-
paq verða lagdar sam-
an.
Frammanundan
hevur ES-nevndin boð-
að frá, at hon góðkennir
eisini samanleggingina.
Enn er málið tó ikki
avgreitt, tí partaeigarar-
nir í HP hava ikki sagt
sína hugsan enn. Tað
verður gjørt á fundi
tann 19. mars, og
spenningurin er stórur,
tí arvingarnir eftir teir
báðar
stovnararnar,
Hewlett og Paskard,
hava
higartil
verið
ímóti samanleggingini,
og tey royna framvegis
av øllum alvi at forða
málinum.
Tann 20. mars skulu
eigararnir í Compaq
taka støðu til saman-
leggingina, men sum
skilst er eingin trupul-
leiki har.
Tær báðar fyritøkur-
nar kunngjørdu longu í
fjør, at tær ætlaðu at
leggja saman
Úr Norðurlondum:
Sleppur
ikki at vitja
Svenska stjórnin hevur
gjørt av at sýta tai-
wanska
forsetanum,
Chen Shui-bian, inn-
ferðarloyvi til Svøríkis.
Forsetin varð boðin at
halda røðu á landsfund-
inum
hjá
svenska
Fólkaflokkinum, men
tað verður av ongum.
Formaðurin í Fólka-
flokkinum, Lars Lejen-
borg, sigur, at stjórnin
krýpur fyri einaræð-
inum í Kina, sum hann
tekur til. Men Anna
Lindh,
uttanríkisráð-
harri vísir á, at eins og
hini ES-londini viður-
kennir Svøríki ikki
Taiwan sum sjálvs-
støðugt ríki. Uppfatan-
in er, at Taiwan er ein
kinesisk oyggj og part-
ur av kinesiska ríkin-
um.
Tað skal
kosta
Danski
løgmálaráð-
harrin, Lene Espersen,
hevur nú gjørt av at
herða revsingina til
vertshús og matstovur,
sum skeinkja rúsdrekka
til fólk, sum eru yngri
enn 18 ár. Í dag fáa
vertshúsini og matstov-
urnar 600 krónur í bót,
men løgmálaráðharrin
heldur, at bótin stendur
als ikki mát við tann
vinning, sum hesi hava
av at selja rúsdrekka.
Lene Espersen sigur,
at skuldi tað víst seg, at
tað ikki er nóg mikið at
gera bøturnar størri, er
hon til reiðar at fara í
Fólkatingið fyri at fáa
tað at broyta lógina,
sum hesi virka undir.
Varðveitir
ognir
Norski
forsætisráð-
harrin, Kjell Magne
Bondevik, heldur, at
norska kirkjan skal
sleppa
at
varðveita
sínar
ognir,
verður
kirkjan loyst frá statin-
um, soleiðis sum fleiri
politikarar mæla til.
Fleiri
av
teimum
fremstu norsku løg-
frøðingunum eru av
somu áskoðan.
Norska kirkjan eigur
m. a. 12.200 jarðar-
stykki í 380 kommun-
um umframt 80 stórar
prestagarðar, 980.000
mál av skógarøki og
460
prestabústaðir.
Ognirnar hjá kirkjuni
eru mettar til at vera
umleið fýra mia. krónur
verdar.
Mamma Fadimu
Sahindal bað mannin
skjóta seg heldur enn
sína egnu dóttur, men
hann vildi ikki lurta
Ærumorðið á ta 26 ára
gomlu kurdisku kvinnuna
Fadimu Sahindal í januar
skelkaði alt Svøríki.
Mikudagin var mamma
hennara til avhoyringar hjá
svensku løgregluni. Hon
greiddi frá, at hon, Fadima
og tvær yngri døtur vóru
komnar saman um kvøldið
tann 21. januar, tá onkur
brádliga bankaði á dyrnar.
Systir Fadimu, sum átti
íbúðina, fór uttar at vita,
hvør tað var. Ígjøgnum eitt
hol í hurðini sá hon, at tað
var pápi hennara. Tær fýra
vóru greiðar yvir, at hann
ætlaði sær at revsa Fadimu,
tí hon hevði havt ein
svenskan drong, og tær av-
gjørdu tí ikki at lata dyrnar
upp. Ístaðin sløktu tær
ljósið inni og sjónvarpið.
Tá tær einki hoyrdu aftur í
ein hálvan tíma, hildu tær,
at pápin mundi vera farin,
men tá Fadima um hálv-
gum tíggju-tíðina ætlaði
sær til hús, stóð pápin í
hurðini fyri henni við
skammbyrsu í hondini.
Undir
avhoyringini
mikudagin greiddi mamm-
an frá, at tað eydnaðist sær
at fáa í armin á manninum.
- Skjót meg! Skjót heldur
meg, rópti eg.
Men Rahmi Sahindal
lurtaði ikki eftir henni.
Ístaðin setti hann skamm-
byrsuna ímóti høkuni á
Fadimu og skjeyt. Eftir at
hon var dottin niður á
gólvið í gongini, skjeyt
hann hana tvær ferðir
afturat í høvdið.
Mikudagin
avgjørdi
svenska ákæruvaldið at
ákæra Rahim Sahindal fyri
morð.
Hermenn mintust teir
tríggjar donsku her-
menninar, sum doyðu
í Kabul mikudagin.
Men Danmark heldur
fram við arbeiðinum
í Afghanistan
AFGHANISTAN
Árni Joensen
Hóast hermenninir í her-
støðunum í Farum og Skive
framvegis
ikki
høvdu
fingið at vita, hvørjir teir
tríggir deyðu ella teir
tríggir særdu hermenninir
vóru, var minningarhald á
báðum støðunum í gjár.
Donsku hermenninir, sum
vórðu sendir til Kabul, eru
úr verkfrøðideildini hjá
danska herinum, og hendan
deildin heldur til í Skive og
Farum. Tí vóru minningar-
haldini har.
Í gjár vórðu líkini av
teimum trimum donsku
hermonnunum og teimum
báðum
týsku
feløgum
teirra, sum eisini doyðu í
vanlukkuni, flutt við flog-
fari til Usbekistan og hað-
ani víðari við einum sjúkra-
flogfari til Køln í Týsk-
landi. Eitt danskt hernaðar-
flogfar skuldi so flyta tey
trý líkini og teir tríggjar
særdu til Danmarkar.
Í gjár hevði danska her-
leiðslan framvegis ikki al-
mannakunngjørt nøvnini á
teimum seks hermonnun-
um, tí herleiðslan hevði
ikki fingið fatur á teimum
avvarandi hjá einum teirra.
Halda fram
Bæði danska herleiðslan og
stjórnin hava gjørt greitt, at
vanlukkan
í
afghanska
høvuðsstaðnum fær onga
ávirkan á donsku luttøkuna
í arbeiðinum. Anders Fogh
Rasmussen,
forsætisráð-
harri var sjónliga skelk-
aður, tá hann kunnaði fjøl-
miðlarnar um vanlukkuna,
men hann legði samstundis
dent á, at Danmark fer at
halda fram við arbeiðinum
í Afghanistan. Tað sama
søgdu umboð fyri allar teir
politisku
flokkarnar
í
Fólkatinginum.
Christian Hvidt, verju-
ovasti segði á tíðindafundi
mikukvøldið, at vanlukkan
hevði skelkað alla verju-
leiðsluna. Hann boðaði frá,
at hann og týski verju-
ovastin, Harald Kujat, hava
avtalað at skipa fyri einari
felags kanning av tí, sum
hendi.
Týski
samveldiskansl-
arin, Gerhard Schrøder,
segði, at vanlukkan í Kabul
er enn ein tekin um, hvussu
vandafult
arbeiðið
hjá
hermonnunum í Afghan-
istan er. Eisini hann gjørdi
greitt, at Týskland fer at
halda fram við sínum
arbeiði í Afghanistan.
Gamlar rakettir
Teir donsku og týsku her-
menninir vóru í ferð við at
oyðileggja nakrar gamlar
russiskar rakettir av slag-
num SA-3, tá vanlukkan
hendi. Teir høvdu júst
oyðilagt eina rakett og vóru
á veg til ta næstu, tá van-
lukkan hendi.
SA-3 rakettirnar eru um-
leið 40 ára gamlar. Sov-
jetski herurin nýtti nógvar
av hesum rakettunum í
krígnum í Afghanistan, og
nógvar teirra liggja fram-
vegis har óbrostnar. Ein
deild við verkfrøði-her-
monnum
úr
Danmark,
Týsklandi, Hollandi og
Eysturríki hevur fingið til
uppgávu at beina fyri
teimum óbrostnu rakettun-
um umframt gonslum russ-
iskum minum.
Danska
verjuleiðslan
sigur, at teir donsku her-
menninir hava góða venjing
til hetta arbeiðið, men
kortini hendi vanlukkan.
Nú skal kannast, hví van-
lukkan kortini hendi.
Minningarhald á donskum
herstøðum
– Skjót heldur meg!
Ovastin fyri týsku herleiðsluni, generalurin Harald Kujat, kunnar týsku fjølmiðlarnar um
vanlukkuna í Kabul. Harald Kujat og danski verjuovastin, Christian Hvidt, hava avtalað at
skipa fyri einari felags kanning av tí, sum hendi
Mynd: Reuters
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Microsoft
hóttir
Microsoft hóttir nú við
at taka aftur Windows
XP og at gevast við at
menna nýggjar stýri-
skipanir fyri at mót-
mæla, at níggju ameri-
kanskir statir hava gjørt
av at halda fram við
sakarmálinum um eink-
arrættin hjá felagnum.
The Washington Post
skrivaði í gjár, at verður
Internet Explorer skilt
frá Windows, soleiðis
sum teir níggju statirnir
krevja, kann Microsoft
kenna seg noytt til at
taka Windows XP av
marknaðinum,
sam-
stundis sum felagið fer
at gevast at menna
nýggjar stýriskipanir.
Lítið
afturfyri
Felagið hjá donsku ídn-
aðarvirkjunum heldur,
at fólk, sum fáa sær
eina hægri útbúgving,
fáa ov lítla løn fyri út-
búgvingina. Sambært
felagnum vísa kann-
ingar, at væl útbúgvin
fólk í øðrum londum
fáa væl meiri burturúr.
Danska ídnaðarfelag-
ið sigur, at tann lítla
samsýningin ger, at tey
ungu aftra seg við at
fara undir hægri lesnað.
Víst verður á, at tíggju
ár aftan á fólkaskúlan
hava meiri enn 30 pro-
sent av teimum ungu
onga útbúgving ella eru
í ferð við at útbúgva
seg.
Dambært
Dansk
Industri er ov lítil
munur á lønini hjá
ólærdum og teimum
við góðum útbúgving-
um. Í Danmark liggur
munurin um 40 pro-
sent, men felagið nevn-
ir sum dømi, at í
Hollandi er tilsvarandi
munurin 60 prosent og í
USA heili 160 prosent.
Ov langur
Norsku
sjóferðslu-
myndugleikarnir góvu
herfyri boð um at
kappa 23 sentimetrar av
einum báti, sum siglir
millum Kristiansand og
eina lítla oyggj. Or-
søkin var, at skiparin
hevði bert loyvi at føra
før upp til 15 metrar,
men tá báturin vísti seg
at vera 15,22 metrar,
var einki annað at gera
enn at kappa 23 senti-
metrar av gronini. Og
so varð gjørt.
Úr Norðurlondum:
Ongan
smáfisk
Norsku
fiskivinnu-
myndugleikarnir
ar-
beiða við einum upp-
skoti, sum skal bera í
sær, at fólk, sum fara í
bátin at fáa sær eitt kók
av
smáfiski,
skulu
halda somu reglur um
minstamát sum tann
vanliga
fiskivinnan.
Norðan fyri 64. breidd-
arstig er minstamáti á
toski 47 sentimetrar,
meðan tað er 30 senti-
metrar har suðuri.
Eitt av endamálunum
við reglunum er at av-
marka fiskiskapin hjá
útlendskum ferðafólki.
Ein kanning hevur víst,
at
útlendsku
ferða-
fólkini fiska umleið
15.000 tons við norsku
strendurnar um árið.
Nýggir
limir
Meðan norski Arbeið-
araflokkurin
missir
limir í hópatali, gongur
tað heldur frægari hjá
sosialdemokratiska
flokkinum í Danmark.
Leiðslan sigur, at
flokkurin hevur fingið
3.000 nýggjar limir
síðani valósigurin í
november, men einki
verður sagt um, um ella
hvussu nógvir limir eru
farnir úr flokkinum.
Tað er heldur ikki
greitt, hvussu nógvar
limur sosialdemokrat-
iski flokkurin hevur,
men fyri tveimum árum
síðani var limatalið
beint oman fyri 50.000.
Fyri tjúgu árum síðani
var tað oman fyri
100.000.
Prestur
dømdur
Ein dómstólur hevur
dømt ein 44 ára gamlan
prest í Møre og Roms-
dal í Noregi fyri at hava
gjørt seg inn á sínar
egnu døtur og eina
kvinnu, sum hann var
sálarhirði hjá.
Ein
lægri
rættur
dømdi herfyri prestin
hálvt sætta ára fongsul
fyri ógerðina, sam-
stundis sum hann misti
rættin at virka sum
prestur og sálarhirði,
men presturin kærdi
dómin. Hesaferð var
málið fyri í einum
nevningatingi, og sjálv
revsingin er tí ikki ásett
enn. Presturin eigur
tríggjar døtur, og tær
vóru allar yngri enn 14
ár, tá hann gjørdi seg
inn á tær.
Serfrøðingar í Mið-
eystur-viðurskiftum
siga tað vera sannlíkt,
at ófriðurin millum
ísraelsmenn og
palestinar fer at enda
í veruligum kríggi.
Báðir partar herða
tiltøkini
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Serfrøðingarnir ivast ikki í,
at harðskapurin fer at vinda
enn meiri upp á seg, eftir at
ísraelski herurin beindi fyri
tveimum limum í Fatah-
felagsskapinum týskvøldið.
Teir báðir menninir sótu í
einum bili, sum var á veg
ígjøgnum býin Ramallah.
Brádliga skjeyt ein ísraelsk
stríðstyrla eina rakett eftir
bilinum, sum fór í luftina.
Annar av monnunum í
bilinum var Muhamad Abu
Halawa, sum slapp undan
einari tilsvarandi ísraelsk-
ari atsókn seinasta heyst.
Vesturlendskir politikarar
hava fleiri ferðir kallað
hetta slagið av ísraelskum
álopum beinleiðis avrætt-
ingar, og serfrøðingar vísa
á, at hvørja ferð ísraelski
herurin hevur framt eitt
tílíkt álop, hava palestinsku
hevndarálopini verið um-
fatandi.
Tilburðurin í Ramallah
var bara ein av fleiri týs-
dagin. Stutt eftir klokkan
tvey um náttina fór tann 20
gamli palestinin Ibrahim
Hassouna inn á eina mat-
stovu í Tel Aviv við maskin-
byrsu síni. Tá avtornaði,
lógu tríggir ísraelsmenn og
Ibrahim sjálvur deyðir á
gólvinum.
Eygleiðarar siga, at dráp-
ini í Ramallah og Tel Aviv
eru úrslitið av einum van-
stýrdum Miðeystri, har eitt
hernaðarálop elvir til tað
næsta, og har dráp altíð
verður hevnt við drápi.
Bara hesa seinastu vikuna
hava meiri enn 60 pale-
stinar og meiri enn 30
ísraelsmenn latið lív, og
hóast tað hava báðir partar
boðað frá, at teir fara at
herða síni tiltøk. Ísraelski
forsætisráðharrin hevur í
hvussu er ongar ætlanir um
at verða tann fyrri, sum
slakar.
- Vit fara at leypa á pale-
stinska sjálvsstýrið, til tað
biður um grið, segði Ariel
Sharon við Jerusalem Post
týsdagin.
Veruligt kríggj
Fleiri viðurkendir Miðeyst-
urserfrøðingar siga, at held-
ur ófriðurin fram, kann
hann enda sum veruligt
kríggj. Tað einasta, sum
kann forða krígnum, er, at
eitt ella annað óvæntað
hendir, eitt nú at Yasser
Arafat doyr, at Ariel Sharon
verður koyrdur frá, ella at
USA leggur fram eitt
friðaruppskot, sum báðir
partarnir taka undir við.
Men serfrøðingarnir á-
sanna, at eingin av hesum
møguleikunum er serliga
sannlíkur.
- Eg veit ikki, hvussu
leingi hetta kann standa
við. Kanska seks mánaðir,
kanska seks vikur ella
kanska tvey ár. Men eg veit,
at halda báðir partar á at
herða tiltøkini, fer kreppan
at enda sum veruligt kríggj,
sigur professarin Khalil
Shikaki, sum arbeiðir á
einum granskingarstovni í
Ramallah.
Ísraelski
starvsbróður
hansara, Yoram Meital,
professari á Ben Gurion-
stovninum í Negev, tekur
undir við Khalil.
- Tað er týðiligt, at báðir
partar eru til reiðar at rinda
ein høgan prís fyri at halda
fram við bardaganum og at
herða hann, og tískil versn-
ar kreppan. Eg havi eisini
varhugan av, at hvørgin
parturin dugir at síggja,
hvussu kreppan skal loys-
ast, uttan at onkur uttaneftir
leggur uppí. Tað er ikki
óhugsandi, at tað endar í
veruligum kríggi, og tað er
ein spurningur, um tað fer
at bera til at savna altjóða
stuðul til at forða tí, sigur
ísraelski professarin.
Youran Meital heldur, at
ST og ES kunnu virka við
til at loysa kreppuna, men
hesum er Khalil Shikaki
ikki heilt samdur við hon-
um í.
- ST? Hvar er ST, spyr
hann. Tað er bara USA,
sum hevur vald til at
tryggja frið í Miðeystri.
Men hugsa vit um tað, sum
vit hava hoyrt úr Washing-
ton, so er lítið, sum bendir
á, at nakað fer at henda, so
leingi George W. Bush er
forseti, sigur Khalil Shi-
kaki.
- Eg fari fegin
Egyptiski forsetin, Hosni
Mubarak, sum í gjár hitti
Bush í Washington, roynir
at fáa Arafat og Sharon til
Kairo at tingast. Tá Sharon
varð spurdur, um hann er til
reiðar at fara til Kairo,
hevði hann eftir øllum at
døma ikki gloymt avgerð-
ina hjá ísraelsku stjórnini at
byrgja Arafat inni í Ra-
mallah.
- Eg fari fegin, men eg
vænti, at Arafat verður
forðaður í at fara, svaraði
Sharon.
Vænta veruligt kríggj
í Miðeystri
Skyldfólk og vinmenn fylgja einum ísraelskum hermanni til
gravar
Mynd: Reuters
Á Vestara Áarbakka: Skyldmenn til jarðarferð hjá einum falnum palestina
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
25
24