Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45 4 Sosialurin Áki Bertholdsen Stríð hevur tikið seg upp millum kommunurnar øðru­ meg in og Nærverkið og Almannamálaráðið hinu meg­ in um, hvør skal gjalda fyri at hava náttarvakt á teimum umleið 15 sambýlunum í landinum. Higartil hava komm un ­ ur nar rinda fyri náttar vakt­ irnar, tí tað hava tær hildið, at tær eiga at gera. Men nú er komið í ljós­ mála, at tað er alt annað enn vist, at kommunurnar hava skyldu at rinda fyri náttarvaktirnar. Kommunurnar vísa á, at landið hevur ikki heimild til at krevja kommunurnar eftir hesum gjaldinum. Tað er eisini ivingarsamt við heimildini og tí hev ur Rósa Samuelsen, lands stýris­ kvinna í almannamálum, nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at skera út í papp, at tað eru kommunurnar, sum skulu rinda fyri náttarvaktirnar. At uppskot verður lagt fyri løgtingið nú, taka komm­ unurnar sum tekin um, at Almannamálaráðið viður­ kennur, at heimildin hevur ikki verið til áðrenn. Av tí sama hava fleiri komm unur nú boð að Nær­ verkinum og Almannamála­ ráðnum frá, at tær vilja ikki longur rinda fyri náttar­ vaktirnar. Summar kommunur hava eisini spurt Almanna mála­ ráðið um, hvørjari heimild, peningurin verður kravdur frá kommununum eftir. Krevja peningin aftur Ein kommuna, sum noktar at rinda fyri náttarvaktirnar, er Tvøroyrar Kommuna. Á fundi týskvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð, at kommunan skal gevast at rinda. Men kommunan kravdi eisini, at fáa allan peningin aftur, sum kommunan hevur rindað av órøttum øll hesi árini. ­ Tað er ongin orsøk, at kommunan rindar meiri enn hon eigur at rinda eftir lógini, og hava vit goldið ov nógv, eiga vit at fáa peningin aftur, er støðan hjá Tvøroyrar Býráði. Talan er um rættiliga nógvan pening, tí Tvøroyar Kommuna rindar ímillum 50.000 og 60.000 krónur um mánaðin fyri náttarvaktirnar til sambýlini. Talan er sostatt um eina upphædd upp á ímillum 600.000 krónur og 720.000 krónur um árið, sum Tvøroyrar Kommuna hevur goldið fyri náttarvakt á sambýlum hesi seinastu 12 árini ella so. ­ Hava vit goldið allan hendan peningin, uttan at heimild er fyri at krevja okkum eftir honum, skulu vit hava tað aftur, varð staðfest á býráðsfundinum á Tvøroyri týskvøldið. Tað skilst eisini á bæði Kommunufelagnum og K o m m u n u s a m s k i p a n Føroya, at fleiri kommunur ætla ikki at lata hetta fara afturvið borðinum, men vilja hava peningin aftur, vísir tað seg, at hann er goldin av órøttum. Verður tað neyðugt, eru kommunurnar eisini sinn­ aðar at fara í rættin fyri at fáa eina endaliga avgerð aki@sosialurin.fo Nokta at gjalda lønina hjá náttarvaktum á sambýlum ÓSEMJA UM NÁTTARVAKTIR Eitt endurgjaldskrav upp á tíggjutals milliónir liggur nú sum ein bumba undir landskassanum STRíð UM løN Kommunurnar hava hildið, at tær skulu rinda fyri náttarvakt á sambýlunum, men nú er komið undan kavi, at tað er slett ikki vist og nú eru fleiri kommunur til reiðar at stevna landskassanum fyri at fáa eina endaliga avgerð 10 MILLIÓNIR Tað er rættiliga nógv, tað kostar at hava náttarvakt á sam býl­ unum kring landið. Mett verður, at tal an er um eina út­ reiðslu upp á einar 10 milliónir um árið. Men nú er als ikki vist, at kommunurnar hava skyldu at rinda hesa upphædina. Tað er eisini greitt, at Rósa Samuelsen, lands stýriskvinna, eisini er ivingarsom og tí hevur hon nú lagt uppskot fyri Løg­ tingið, har tað verður skorið út í papp, at... “Kommunurnar aft ur rinda lands kass­ anum útreiðslurnar til náttarvakt á eldra­ sam býlum”, sum tað stendur í uppskot in­ um. Hon sigur, at enda ­ málið við upp skot in­ um er at fáa samsvar millum lógina og skip­ anina, sum arbeitt verð ur eftir og sum bygg ir á eina sið venju frá seinnu helvt av 90’unum, har tær komm unur, ið eiga og reka eldra sam býli, rinda fyri náttar vakt­ ina á sambýlunum eft­ ir rokning. Hendan siðvenjan er síðani staðfest í kunn gerð, men nú hev ur so ivi tikið seg upp um nøkur lógar­ heimild er at seta hesa kunngerðina í gildi. Eisini Lands grann ­ skoð arin hevur reist spurn ing in um heim ­ ildina hjá Heilsu mála ­ ráðnum at krevja komm un ur nar eftir gjaldi fyri náttar vakt­ irnar og hevur spurt um ætlanin er at gera lógarbroyting á øki­ num. Hava vit goldið ov nógv, eiga vit at fáa peningin aftur Kommunur ætla ikki at lata hetta fara afturvið borðinum