Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 45 · 15. apríl 2011 4 VIKUSKIFTI IntervIew Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í tvey áratíggju hevur hann verið har – onkrastaðni í almenna landslagnum. Petur Pólson hevur givið yrkinga­ søvn út, hann hevur spælt tónleik, og sum almennur persónur hevur hann eisini kjakast og hugleitt í miðlunum. Petur Pólson, sum er úr Gøtu, býr nú í Sandavági, har hann hevur familju og arbeiði sum fólkaskúlalærari. Tað er fittur teinur frá tilveruni, sum hann hevði fyri 15 og 20 árum síðani, og til ta meira borgarligu tilveruna, sum hann hev­ ur í Vágum nú á døgum. Men Petur Pólson hevur ikki slept tón leikinum og yrkingunum, og í næst um gevur hann triðju solofløguna út – hon kallast Transit. Vit hava lurtað eft ir sangunum og kaga í yrkingarnar, og so settu vit Peturi stevnu heima í Sanda vági. Har tosaðu vit millum annað um yrk ing ina “Pissa ímóti vindinum”, um at venja seg við lortið, sum hann skriv ar í einum niðurlagi, og um at angra og liva lívið. Í einum teksti skrivar tú um at pissa ímóti vindinum. Øll, sum gera okkurt, pis­ sa ímóti vindinum. Hvat leggur tú í hetta? Eg havi følt, at á hinum báðum fløgu num havi eg havt persónligar demonir inni í mær sjálvum, sum eg havi útdrivið. Og tá ið tað er gjørt, so kann mann flyta seg. Tekstirnir á nýggju fløguni eru meira eygleiðandi av lívinum. Danski filosoffurin Søren Kirke­ gaard skrivar í einum av sínum bókum “gift teg, tú angrar tað, gift teg ikki, tú angrar tað”. Líkamikið, hvat tú gert, so fert tú angra tað fyrr ella seinni. Í Bíbliuni skrivar Prædikarin, at alt hev ur sína tíð – at verða glaður, keddur, flen na, gráta og so víðari. Ein vinkona hjá mær brúkti hetta úttrykkið at pissa ímóti vindi. Tú gert eitt ting, men fært tað slongt aftur í gronina upp á ein máta, sum tú ikki hevði ætlað. Tað er bara súrt – at pissa ímóti vindi. Í tekstinum kemur so eisini niður­ lagið “Tað snýr seg um at venja seg við lortið”. Tað er mín máti at siga, at vit mugu ígjøgnum tað. Vit fáa ikki eitt lív bara við gleði ella bara við sorg. Vit fáa bæði. Og so er tað eisini eitt sindur stutt ligt at gera ein tekst, har mann kann siga pissa og lort og meina við nøkur djúpari ting. Liggur tað í hesum, at lívið blívur ongantíð ordiliga gott ella lukkuligt. Man skal bara liva tað og venja seg við lortið? Eru vit heppin, so hava vit løtur, har vit eru lukkulig. Tað er sum smáir rúsir. Tú ert ikki glaður allatíðina. Einki er kon stant – gleði ella sorg, lív ella deyði ella tilvera, sum vit velja at liva – og tú mást venja teg við nógvan lort fyri at gera tað, sum tú tímur, og so er bara at vóna, at tað góða útjavnar tað ringa. Ofta verður sagt, at vit skulu velja tað, sum vit brenna fyri og tíma at gera. Men roynir tú við hesum at siga, at líkamikið hvat vit velja, so endar tað við at vera nakað lort, og vit mugu bara venja okkum við tað? Ja og nei. Um øll gera tað, sum vit brenna fyri, so vil heimurin doyggja í flammum. Tú verður noyddur at tilpassa teg. Eg valdi konu og børn, men eg veit ikki, um eg valdi at verða løn ar­ og lánstrælur í 30 ár. Tað hoyrir til, og tú mást taka tað við fyri at fáa hitt. Eitt er, tá ið tú ert 17 og 18 ára gamal og gongur og peppar teg upp, uttan at tað fær nakar stórar fylgjur. Men tú lærir við lívinum, at tað eru nakr ar fylgjur. Politikarar elska at snak ka um at svølgja kamelar, men nú mást veruliga svølgja nakrar kamelar í lívinum. Ein segði, at tað er betri at angra ting, sum tú hevur gjørt, enn at angra ting, sum tú ikki hevur gjørt. Men er tað betur? Eg vil í øllum førum siga, at uttan tað, sum eg angri, so veit eg ikki, um eg hevði kunnað sett prís upp á at verða har, eg eri nú. Tí eg trívist Ven teg VIð lortIð EinafErð pástóð hann, at Eingin sól var til. nú Er hann Eldri og dyrKar ljósið hEldur Enn myrKrIð. vit hava hitt petUr pólson til Eitt prát um at pIssa ímóti vindi, um at angra, og um at vEnja sEg við lortIð Eg havi ikki stungið nakran í ryggin, eg havi keypt mær hús og fingið familju