Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45 Sosialurin Randi Jacobsen 4. desember í fjør var tann dagurin í árinum, tá ið allar mest var at gera í køkinum á Hotel Hafnia. Tað var tann heilt stóri jólaborðsdagurin. Hotel Hafnia skuldi um kvøldið hava nógvar gestir, og matstovan gjørdi eisini mat til fleiri borðhald í bý­ num. Meðan fólkini runnu aftur og fram, hendi knappliga ein spreinging. Gass var likið úr eini slangu, og tað festi í. Logarnir vóru um allan køkin. Fleiri fólk vóru til arbeiðis, men beint tá var køksleiðarin Ruben Busk bara sjálvur annar í køkinum. Hann minnist alt, sum var tað í gjár. – Sjálvani var eg skakkur, men eg fekk ikki ilt. Eg sá, at armarnir vóru brendir, men hvussu álvarsligur skaðin var, visti eg ikki, sigur Ruben Busk. Oystur undir í vatni Hann skundaði sær út úr køkinum, rópti á hini, sum komu og oystu vatn á hann. Tey megnaðu at halda høvd­ ini rímiliga køld. Boð vórðu beinanvegin send eftir sjúkrabili, og hann varð fluttur á Lands sjúkra­ húsið. Nakað seinni kom pínan, og hon var øgilig, men Ruben Busk var beinanvegin fyltur við morfini, sum hjálpti. Læknarnir tosaðu um at senda hann til Danmarkar, tí hann var illa brendur í andlitinum, á beinunum og serliga á ørmunum, men tað var ikki neyðugt at flyta hann til Danmakar, tí læknarnir á Landssjúkrahúsinum sam ­ skiftu við læknar á Ríkis­ sjúkrahúsinuum og kundu vísa teimum myndir. Hart 14 dagar seinni slapp Ruben Kirk heim, sjúkrameldaður í tríggjar mánaðir. Tann fyrsta tíðin var hørð at koma ígjøgnum, tí húðin á ørmunum var so illa farin. Síðan 1. mars hevur hann arbeitt fulla tíð aftur sum køksleiðari á Hotel Hafnia. Høvdið hovnaði Ruben Busk sigur, at hann sá øgiligur út beint eftir van­ lukk una. – Høvdið var tvær ferðir so stórt sum nú. Tá ið 14 dagar vóru farnir, var hann ikki hovin í høvd in­ um meira. Andlitið brendist ikki so illa. Hann er framvegis eitt sindur reyður frammaní, sum so nógv onnur fólk eis­ ini eru. – Tað gekk mest út yvir armarnar, sum vórðu brendir 2. og 3. grad. Albogarnir eru enn eitt sindur eymir, men Rub en Busk hevur teir ikki inn­ bundnar. Hann skal bara ansa sær ikki at stoyta albogarnar ímóti nakra staðni. – Eg havi frá húð læknan­ um fingið at vita, at tað gongur eitt ár, til húðin er heilt sterk aftur. Er væl fyri Ruben Busk sigur, at bæði hann og starvsfelagarnir bein anvegin fingu kreppu­ hjálp, og meðan hann lá á sjúkrahúsinum komu fleiri starvsfelagar at vitja. Tey komu at vitja hann, men tey mundu eisini hava brúk fyri tí fyri sjálv at koma víðari, heldur hann. ­ Eg havi ongar sálarligar trupulleikar havt av tí, sum hendi, og eg ivist í, um teir fara at koma. Tað hevur óivað eisini hjálpt mær, at eg ongantíð havi verið bangin fyri at tosa um ólukkuna. Hepni Ruben Busk sigur, at hann við tíðini er farin at hugsa meira og meira um tað, sum hendi. Hann hugsar millum annað um, hvussu ótrúliga heppið tað var, at ikki fleiri fólk vóru í køkinum. Og so tað, at eingin fekk álvarsligari mein. Hevði tað verið olja, sum eldur kom í og kom á kroppin, høvdu sárini verið nógv djúpari. Beint eftir óhappið, var gassið lagt inn í køkin av nýggjum. Alt varð skift út. – Eingin vandi er longur, og eingin orsøk er til at ræðast, sigur Ruben Busk. Trívist Hann hevur arbeitt á Hotel Hafnia síðan 1. november 2009 og hevur ongar ætlanir um at finna sær annað arbeiði. – Hetta er eitt gott ar­ beiðs pláss. Vit hava nógv at gera, og eg standi ofta við grýturnar sjálvur. Umframt Ruben Busk, sum er køksleiðari, starvast tveir kokkar, tveir lærlingar og tvey ófaklærd fólk í køkinum. Tá okkurt serligt er, koma onnur fólk inn at hjálpa til. 16.-19. MAI: ÍROKNAÐ: 1 KOYGGJA Í DEILDUM 4-KOYGGJUKAMARI + 2 x BUFFET + 3 x MORGUNMAT + 1 x MATPAKKA + BUSSÚTFERÐIR Í ÍSLANDI VITJIÐ SLÓÐIR FØROYINGA Í ÍSLANDI Komið við til Seyðisfjarðar 16. mai og upplivið Ísland saman við Óla Jacobsen, blaðmanni, sum fer at greiða frá ymiskum søguligum hendingum, sum føroyingar hava verið partur av. Vitjað verður á Norðfjørðinum, Vattarnesi og Seyðisfirði. Óli Jacobsen verður við á túrinum sum frásøgumaður TLF. 34 59 00 WWW.SMYRILLINE.FO aftaná Spreingingin á Hotel Hafnia var so ógvuslig, at ein hurð brotnaði, og ein rútur fór út ígjøgnum