Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 45 · 15. apríl 2011 6 VIKUSKIFTI væl, har eg eri í tilveruni nú. Men eg trúgvi, at mistøk og lort, sum eg havi gjørt, hava verið við til at ført meg hertil. Setir tú teg at dvølja í tí, sum tú angrar, so kemur tú ikki víðari. Tú verður noyddur at góðtaka tað, sum tú hevur gjørt – eisini tað keðiliga. Men verður tað soleiðis, at líkamikið hvat vit velja at gera, so koma vit at angra okkurt, tá ið vit blíva eldri? Taka vit hesa “pissa ímóti vindinum” myndina, so er piss ein tann reinasta lívfrøðisliga veskan, sum finnist, men tað eru tankin og normar sum gera, at vit halda, at tað er nakað vemmiligt at pissa ímóti vindi. Eg hopi, at eg angri sum minst, um eg blívi 80 ára gamal, tí eg havi góðtikið tað, sum eg havi gjørt av góðum og ringum. Eg havi onkuntíð hugsað, at eg burdi gjørt meira við fótbóltin, tá ið eg var 16, men eg valdi tað frá. Men tað er púra natúrligt fyri okkum menniskju, at tá vit hava valt okkurt, so hugsa vit, hvat um eg hevði valt hitt. Men vit mugu taka nakrar kjansir, tá ið vit gera eitt val – og eitt av tingunum, sum vit mugu taka við, er at pissa ímóti vindi. Men í hesum liggur eisini tað mótsatta. Við hvørt pissa vit ikki ímóti vindi. Tú hugleiðir um lívið í tínum tekstum, men lærir mann seg við lívinum at liva? Eg hopi, at eg dugi betur at liva nú, enn eg gjørdi fyri 20 árum síðani. Men eg veit ikki. Eg veit í øllum førum, at tú venur teg við ting, og tú lærir teg at liva við tingum. Vit svølgja kamelar. Um tað so ger meg betri at liva, veit eg ikki, men tað ger meg føran fyri at liva eina hampuliga brúkiliga tilveru, sum eg kann temja so nøkunlunda. Nú veit eg betur, hvat eg ikki tími. Eg brúkti nógv ár upp á at dvølja í tí myrka, sum koyrdi meg fullkomiliga í senk, bara fyri at finna út av, at tað einasta, eg fekk burtur úr tí, var at verða í senk. Eg eri ikki ein persónur, sum fer út á gøturnar at dansa og smílast og klemma fólk, men eg finni vónandi eitt stað, sum er mítt stað, og sum eg eri góður til hava. Wayne Rooney er ein góður fótbóltsspælari, men eg haldi ikki, at hann dugir at fáa øllum onnur ting at hanga saman altíð. Eg hopi eisini, at eg eri góður onkrastaðni. Sum yngri vart tú kanska meira rebelskur og dyrkaði tað myrka, og í dag hevur tú eina næstan borgarliga tilveru við familju og arbeiði. Hvussu hevur hendan ferðin hjá tær verið? Tað hevur verið knorlut, men eg havi eina borgarliga tilveru við einum twisti. Eg sleppi framvegis at bróta rutinuna eitt sindur og fara út at gera yrkingar og fløgur. Tað hevur ongantíð verið eitt mál hjá mær at fáa eina borgarliga tilveru, men eg flutti meg frá at hava eitt fanatiskt prinsipp um, at eg ikki skuldi liva eitt sovorðið lív, til at hálsfevna tað eitt sindur. Eg trívist væl – bæði undir tufluni og heimagangandi. Tað eru nakrir kamelar at slúka. Tú hevur vant teg við lortið? Ja, eg havi vant meg við lortið. Onkur sigur við meg, at “nú ert tú blivin borgarligur, hann sjálvur”. Og so kann eg bara svara ja, og hvat so? Eg havi ikki stungið nakran í ryggin, eg havi keypt mær hús og fingið familju. Tað er nakað tvætl at verða noyddur rættvísa gera ta hillina, sum tú hevur sett teg á. Eg geri hetta, tí mær dámar tað og trívist við tað. Í einum av tekstunum á nýggju útgávuni spyrt tú spurningin “Gud var tað tú sum gjørdi fanan ella var hann altíð har? Innaní, uttaná, ímillum himmal og jørð” Hvat er tú úti upp á við tí? Spurningurin er einfaldur, men svarið kann verða farligt. Um svarið er ja, Gud gjørdi fanan, so havi eg altíð ta umberingina at siga, at hallo, tú gjørdi fanan, tú skalt ikki koma eftir mær. Um svarið er nei, so má eg kanska taka ábyrgdina av at hava gjørt fanan. Er hann so innaní mær, uttaná mær ella onkra staðni millum himmal og jørð. Hetta er eitt sindur ein provokatión við tankan, um eg havi ein umskyldning, eitt skálkaskjól - ja ella nei. Liggur nøkur ákæra í hesum spurninginum? Eg havi ikki spurt spurningin sum nakra ákæru, sjálvt um tað kann ljóða soleiðis. Eg haldi, spurningurin spyr seg sjálvan, og fyri meg er tað befríandi bara at sleppa at spyrja hann, tí eg hevði ikki torað at spurt hann sum yngri, tá ið eg var meira bangin fyri at gera skeiv ting. Fólk kunnu ivaleyst fáa ilt í afturpartin av hesum spurninginum, men tað er ikki tí, at eg havi spurt hann. Einaferð hevði tú í eini yrking hug at pástanda, at eingin sól er til. Er tað broytt hjá tær? Sólin er aftanfyri skýggini, men býrt tú í Føroyum, so er skjótt at halda, at eingin sól er til. Eg skrivaði vist, at “tað er, sum um eingin sól er til”, men eg trúði tí tá. Men tað veldst um, hvussu tú sært uppá tingini. Um øll gera tað, sum vit brenna fyri, so vil heimurin doyggja í flammum Eg trív ist væl – bæði undir tuflu ni og heima gangandi Fakta Navn: Petur Pólson Aldur: 38 ár Bústaður: Sandavágur Starv: Lærari Tónleikur: Hevur givið tvær solofløgur út. Tann triðja fløgan kemur út í næstum Mynd: Eyðun Klakstein