Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45 10 Sosialurin Leo Poulsen Umframt fótbóltin er svimj ingin einasta ítrótta­ grein, sum javnan luttekur í altjóða kapping, og vit hava tí vent okkum til Jón Hest oy fyri at vita, hvussu Svimji­ sambandið sær upp á lýs­ ingar fyri rúsdrekka millum ítróttafólk. – Okkara støða er púra greið: Rúsdrekka og sigarettir hoyra ongastaðni heima sum lýsingar á ítróttabúnum, sig­ ur Jón Hestoy. Hann sigur, at tað er grund leggjandi bannað at lýsa við rúsandi evnum. – Bæði Stevnumið um Rús drekka og Ítrótt hjá ÍSF og ásetingarnar hjá FINA (Altjóða Svimjisambandið) bannað lýsingum fyri rús­ drekka, og eg eri skelkaður av, at hetta málið er komið hartil, at sáttmáli er undirskrivaður, sigur Jón Hestoy. Hann heldur annars, at tað eiga at vera mong onnur fólk, sum eru betri før fyri at svara upp á hendan spurningin, men fyri Svimjisambandið er hann ikki í iva. – Tað hevði als ikki komið upp á tal í Svimji­ sam bandinum at gjørt eina sponsoravtalu, sum á nakran hátt kann setast í samband við rúsandi løgir og evnir. Okkara bryggjar jú bara øl, og tí ber ikki til at seta tað í samband við annað, sigur Jón Hestoy. Hann vil ikki annars siga so nógv um viðkomandi málið, men staðfestir bara: – Eg skal ikki blanda meg upp í, hvussu Fótbólts sam­ bandið handfer málið, tað er bara púra óhugsandi, at felag undir Svimjisambandi Føroya gjørdi slíka avtalu, sigur Jón Hestoy, formaður í Svimjisambandinum. Skelkaður av øl-sáttmála - Eg skal ikki blanda meg upp í, hvussu FSF grípir sakina ann, men eg eri skelkaður av, at málið er komið hartil, og tað kundi als ikki hent í Svimjisambandinum, sigur Jón Hestoy Leo Poulsen Sum vit nevndu í blað­ num mikudagin kann spurnartekin setast við sponsoravtaluna, sum HB hevur gjørt við Okk­ ara bryggjarí. Fyri at vita, hvar henda avtala flýtur reint juridiskt – og fyri at formaðuin í FSF ikki skal hangast upp á tað – hava vit vent okkum til Karen Marie Olesen, fúta, og spurt hana, um avtalan er í stríð við galdandi rúsdrekkalóg. Men fútin vil ikki taka støðu til málið uttan víðari. Heldur ikki, tá ført verður fram, at bæði Sosialurin, Vikublaðið og Hotel Føroyar fyri nøkrum árum síðani fingu bót frá henni fyri at lýsa við ølsmakking á Hotel Føroyum. Hóast hetta, ætlar fútin sær einki at gera í málinum. Ikki í fyrstu syftu í hvussu er. – Hatta er nakað, sum rætturin má taka støðu til, men vit fara ikki av okkara eintingum at taka málið upp. Hinvegin ivist eg ikki í, at onkur fer at melda málið, og so taka vit tað harfrá, sigur Karen Marie Olesen. Spurningurin er bara, hvussu nøktandi tað við einari síkari støðutakan, men fyribils ætlar fútin sær at sita hendur í favn og bíða eftir, at onkur meldar. Rætturin má taka støðu Karen Mari Olesen, fúti, sigur seg onga viðmerking hava til stuðulssáttmálan, sum HB hevur gjørt við Okkara byggjarí, tí tað er eitt mál hjá rættinum at taka støðu til – Eg eri skelkaður av, at tað er komið so langt, og tað kundi ongantíð hent í Svimjisambandinum, sigur Jón Hestoy um sponsoravtaluna millun HB 0g Okkara bryggjarí Karen Marie Olesen ætlar sær ikki at taka spurningin um sponsoravtaluna millum HB og Okkara bryggjarí upp av sínum eintingum Leo Poulsen Tá Sosialurin mikudagin eftirlýsti tiltøkunum hjá ÍSF í sambandi við Kostárið 2011, var tað tí, at ítróttatoymið hjá blaðnum als einki hevði sæð til nakað sum helst av tí, ið lovað var, tá Kostárið 2011 var lagt fram á stórari stevnu í Norðurlandahúsinum á heysti í fjør. Men nú letur ÍSF so frætta frá sær. Í tíðindaskrivi sigur sam­ bandið, at »síðani árið varð tilnevnt KOSTÁR, hava vit arbeitt við eini verklætlan, og nú er nærum komið á mál við verkætlanini, ið kallast LEIKMETI. Føroysk børn og ung eta ov lítið av frukt og grøn­ meti og tey eta ov nógv sukur. Umleið 2/3 av fólka­ skúla næmingunum eru lim­ ur í einum ítróttafelag og flestu teirra luttaka eisini í kappingum. Ítróttasamband Føroya hevur gjørt eina avtalu við Før oya Keypssamtøku um at ítrótta feløg kunna keypa frukt og grøn meti við av­ sláttri«. Tað er Annika Lindenskov, ið er ungómsráðgevi hjá ÍSF, sum tekur sær av tiltøkunum hjá sambandinum, nú kostár er. ÍSF sigur í skrivinum, at »9. mai verður verkætlanin sett í verk og tá verður møguleiki fyri at kunna seg nærri á heimasíðunum isf. fo og fk.fo . Tíðindaskriv og brøv til øll ítróttafeløgini, verður eisini sent út tá. Fyrst fáa ítróttafeløgini ókeypis amboðskassa, við øllum tí í, sum skal brúkast til at fyrireika leikmeti. Fald­ ari og plakatir eru eisini gjørd, og verður alt tilfarið lagt fram 9. mai í ár«. Einki verður sagt um, hví kostárið hjá ÍSF byrjar 9. mai og ikki 1. januar, men sum orðatakið sigur: Betur seint enn ongantíð. Nú skal nakað henda ÍSF hevur verið óvanliga tigandi um stóru ætlaninar, sum felagsskapurin hevur í sambandi við Kostárið 2011, men nú lovar ÍSF, at nakað fer at henda Annika Lindenskov og ÍSF lova nú, at teirra kostár byrjar 9. mai