Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 45 · 15. apríl 2011 10 VIKUSKIFTI Lagt til rættis: Olav Schneider Reinsa oyru, vaksinera og avlíva djór Frensar verða geldir, hundar vaksineraðir, tenn og oyru hjá smádjórum verða reinsað, og djór verða avlívað. Olav schneider hevur vitjað á djóralæknastOvuni Á klinikkini hjá Lars og Signari í Eysturbýnum í Havn fara fólk og djór um dyrnar allan dagin. Teir báð ir djóralæknarnir hava nógv at gera. Teir taka sær av øllum djórum frá dvørg­ hamstar um til Newfound­lend ar ar, sum viga 100 kg. Hundar og frensar verða geldir. Kett ur, hamstarar, kaninir, hundar, mar svín og onnur smádjór verða við­ gjørd fyri ymsar sjúkur. Hundar verða vaksineraðir, og kettur og hund ar, sum skulu av landinum, fáa eina røð av vaksi na tión um og eitt se r ligt vaksi na­ tións pass – tað krevja myndug leikarnir. Brotnar mjadnar og brotin bein verða sett saman aftur, og ormaviðgerð verð ur givin. Hjá øðrum smádjórum verða tenn og oyru reinsað og neglirnar kliptar. Fólk koma við djórum, sum skulu kannast fyri okkurt álvarsligt t.d. krabba. Djórini verða kannað í rønt­ gen, skannara ella við ultraljóði, og blóð roynd ir verða tiknar. Onkur teirra ko ma ikki út aftur úr klinikkini á lívi. Ofta koma fólk tey tungu spor fyri at fáa djór síni avlívað. Lars og Signar ferðast um alt landið. Sum oftast fara teir út til neyt og ross, sum av góðum grundum ikki kunnu fá­ ast á klinikkina. Teir kanna djórini, við­ gera tey og geva heilivág. Í dag fækkast neyta fjós ini, so tað eru mest tey stóru fjós ini, sum teir vitja. Teir fara sjáldan út til seyð. Ein stórur partur av arbeiðinum á klinikkini er telefonráðgeving. Sambandið við seyðabøndur og neytabøndur er fyri tað mesta ígjøgnum telefonina. Næstan øll ráðgeving, sum hevur við seyð at gera, verður givin á henda hátt t.d. ráðgeving viðvíkjandi heilivágsviðgerð, og tá seyðurin lembur. Nógv fólk annars, sum hava húsdjór, ringja fyri at fáa ráðgeving. Teir kanna, um beinið á hundinum er brotið