fríggjadagur 15. apríl 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45
16
Sosialurin
Leygardagin millum klokkan
14 og 23 fer útvarpsrásin
Lindin enn einaferð at hava
stuðulsdag.
21. januar í ár vóru 11 ár
liðin, síðani Lindin byrjaði at
senda. Lindin hevur øll hesi
árini fíggjarliga verið hildin
uppi við føstum stuðlum og
gávum, og sigast má, at var
tað ikki fyri tann kærleika,
ið trúføstu gevararnir vísa
Lindini, bar als ikki til á
hendan hátt at senda kristi
ligu sendingarnar alt sam
døgrið.
Øll hesi árini hevur
Lindin verið í støðugari
menn ing, og hettar kostar
peng ar.
Bæði
tíðarinnar
tonn og økingin í sendineti
og sendiflatu ger, at tað al
samt er tørvur á enn fleiri
stuðl um. Tann tekniski part
ur in av Lindini er lutvíst
niður slitin, og hetta krevur
støð ugar ábøtur, upplýsir
dag ligi leiðarin, Tór Arni
Sam uelsen.
Tí verður enn einaferð
skipað fyri stuðulsdegi í
Lind ini, har Jenis av Rana,
Preben
Hansen,
Absalon
Áar garð, Erna Háberg, Sólrun
Poulsen, Símun Hansen, Sól
bjørg Zachariassen og Tór
Arni Samuelsen fara at sita í
útvarpsstovuni. Prátað verð
ur við ymiskar gestir, bæði
nær og fjar.
Høvið verður hjá lurtarum
at tekna seg sum stuðul ella
at geva Lindini eina gávu. Í
sendingini verður lutakast
um góðar vinningar m.a.
ferð fyri tvey til Ísraels og
flog ferðir.
Drigið
verður
bæði millum nýggjar og
ver andi stuðlar. Lutakast
verður gjøgnum dagin, og
kl. 23.00 verður drigið um
høvuðsvinningin, sum er ein
ferð fyri 2 til Ísraels.
Umleið 50 fólk eru á ein
ella annan hátt virkin í Lind
ini og av teimum virka flestu
sjálvboðin.
Lindin verður sum nevnt
fíggjað við gávum frá stuðl
um, privatum og virkj um.
Flestu stuðlarnir gjalda eina
ávísa upphædd um mánaðin,
sama nlagt javnvigar fíggjar
liga við áleið 1.4 mió. árliga
Lindin hevur í dag 11
sendarar og vit røkka til uml.
85 % av føroya fólki.
85 % kunnu hoyra Lindina