Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 45 · 15. apríl 2011 15 VIKUSKIFTI Tú ert í farloyvi úr KvF. Vart tú troyttur av journalistikki? Nei, eg eri als ikki troyttur av journalistikki, men eg eg trongdi til eina mentala feriu frá øllum meldrinum. Hvønn mun heldur tú, at journalistikkur ger? Góður journalistikkur informerar, viðger og greinar, so móttakarin verður betur ílatin at gera egnar niðurstøður um tey evni, ið verða viðgjørd. Hetta er meginreglan, men aftrat tí kann journalistikkur vera so nógv annað, t.d. undirhaldandi. Hvat hevur verið títt týdningar- mesta journalistiska avrik? Ikki lætt hjá mær sjálvum at meta um. Eg var sera væl nøgdur við sumt, eg skrivaði, tá eg arbeiddi á donskum bløðum. Úr Føroyum kann eg nevna eina greinarøð í Dimmalætting fyri átta árum síðan um roknskapirnar hjá JFK. Hon fekk í øllum førum avleiðingar. Í sjónvarpinum minnist eg serliga eina samrøðu, eg hevði við Marner Jacobsen, táverandi stjóra í Eik, um slaturin, ið gekk um støðuna hjá bankanum. Eg helt, at vit báðir vóru rættiliga væl fyri tað kvøldið. Tú fórt við Finni Fríða. Hví fórt tú til skips? Eg havi verið til skips fyrr, og mær dámar sera væl sjólívið. So ætlanin var alla tíðina at kombinera freelancearbeiði og fiskiskap í míni farloyvistíð. Eg var fyrst ein túr við hvørjum av partrolarunum Baki og Stelki, áðrenn eg fór við Finni Fríða sum avloysari. Hvør var tín uppgáva umborð? Umborð á øllum trimum skipunum havi eg verið dekkari, tvs. vanligur arbeiðsmaður á dekkinum. Eg eri ikki trolkønur, men tað er so nógv annað at gera umborð á trolarum enn at bøta trol. Lýs munin millum at vera landkrabbi og sjómaður! Øll hava tørv á mentalari feriu viðhvørt. Hetta kann sjólívið nógv betur bjóða enn størv á landi. Ikki soleiðis at skilja, at høvdið verður skrúvað av umborð, og at alt er ljósareytt. Men eitt skip í sjónum er ein sjálvstøðug verð, so trupulleikarnir og ørkymlanin, ið kunnu vera á landi, gerast so deiliga fjar. Umborð á skipi býr ein eisini rættiliga tætt at sínum starvsfeløgum í vikur, kanska mánaðir, so tú fert at kenna teir meira enn væl. Kundi tú hugsað tær sjólívið sum lívsstarv? Ja, tað kundi eg væl. Hvussu stendur til í føroyskum politikki, heldur tú? Tað veldst um eygað, ið sær. Míni eygu síggja onga tsunami, ið eftir stuttari løtu skolar alt í sor, men eina spakuliga vanlukkugongd, ið fólk bara fet fyri fet venja seg við. Ikki fyrr enn vanlukkan av álvara er hend, verður gáað um hana. Soleiðis var eisini við stóru kreppuni fyri 20 árum síðani. Eg hugsi her um politiska atgerðaloysið. Snøgt sagt allir flokkar og politikarar tosa um, hvussu alneyðugt tað er við stórum reformum, men tað gongur ikki fyri seið, og tey fáu úrslitini, ið røkkast, eru neyðaregg. Fólk hava helst vant seg við henda bilin í tómgongd, sum í frígiri rullar aftur eftir hæli móti eggini. Hvør er tín vón fyri Føroya politisku framtíð? Mín vón er, at onkur fær mandat og ikki minst dirvi til at gera neyðugu átøkini, áðrenn bilurin fer út av eggini. Tú ert glyvramaður, sum býrt í Sørvági. Hvat dámar tær í Sørvági? Mær dámar sera væl at búgva í Sørvági, men eg fari altíð at vera glyvramaður. Soleiðis er tað bara. Eg haldi meg hava lagt til merkis, at fólk, ið á heilt ungum árum flyta úr føðibygdini, ofta eru meira heimkær enn tey, ið vórðu verandi. Veit ikki, hví hetta er so, men tað sama er galdandi, tá ein flytur av landinum. Tá verða vit so ógemeina føroysk. Hvør er munurin á glyvra- monnum og søvingum? Haldi ikki, tað er so stórur munur, og helst er tað grundin til, at eg trívist í Sørvági. Glyvrafólk bera orð fyri at vera so svinn og vitja ikki so nógv hvønn annan. Kanska er okkurt í tí. Sørvingar eru kanska meira útvendir. Hvør vinnur løgtingsvalið? Gev okkum nøkur prosent! Sambands flokk­ urin og Tjóðveldi umleið 25 í part, Fólkaflokkurin 16, Javnaðar­ flokkurin 18, Miðflokkurin 7, Sjálvstýris­ flokkurin 6 og Framsókn 3. Ingolf olsen Sjólívið gevur mær mentalan frið lagt tIl rættIs: Uni Arge Tey FLeSTu kenna hann sum InGoLF í SjónVarpInum, men hann er ikki bara LandKrabbI, Tí fleiri FerðIr hevur hann verið Til SKIpS. sjólívið gevur nóGV beTur enn STørV á landi fólki menTaLan frið, men journaLISTIKKurIn er Týdningarmikil, heldur hann. Føroyar flyTa seg SpaKuLIGa inn í eina VanLuKKuGonGd í løTuni, og um nóGV umrøddu reFormarnIr ikki verða FramdIr, fer bilurin úT av eGGInI, sigur InGoLF oLSen, journalisTur