Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45 Sosialurin Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Maria Poulsen TEKNISKUR SØLURÁÐGEVI Til teknisku deild okkara verður søkt eftir søluráðgeva, at ráðgeva kundum okkara. P/F Maria Poulsen er millum elstu fyritøk- um í landinum, og eru vit í dag ein framkom- in fyritøka við royndum og heildar loysnum innan hitaverk, vatn, sanitet, ventilatión, kloakk og baðirúms møblar. Tað setur krøv til okkara starvsfólk Tú kemur at ráðgeva kundum okkara og hjálpa teimum at finna tað røttu loysnina. Tú kemur at rokna út tilboð, og verða við til at fyrireika verkætlanir og fylgja teimum í verki. Samstundis fært tú ábyrgd og ávirkan á at menna okkara fyritøku. Tú kemur soleiðis, í samstarvi við onnur, at virka á einum einum spennandi og fjøltátt að um arbeiðsplássi. Vit vænta at tú • skilur týdningin av góðum handverki, dygd og góðari kundarøkt • hevur røttu útbúgving og/ella drúgvar royndir • hevur royndir innan vhs, ventilation ella líkn. • dugir at arbeiða sjálvstøðugt • er fyrikomandi, nærlagdur, íðin og kreativur Afturfyri bjóða vit • eitt spennandi starv við nógvum møguleikum • góðar samstarvsfelagar í góðum fakligum arbeiðs umhvørvi • ávirkan á tín egna arbeiðsdag stutt sagt, eitt spennandi starv í einari fyritøku í støðug ari menning. Umsóknir saman við avriti av prógvum og møgu ligum viðmælum, skal verða innkomin seinast mánadagin 18. apríl 2011 til: Maria Poulsen P/F Boks 182 Smyrilsvegur 8 FO-110 Tórs havn Nærri fæst at vita um starvið, við at ringja tel. 312 000 og tosa við Kristian á Dul, stjóra. Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo | www.mp.fo Til teknisku deild okkara verður søkt eftir søluráðgeva, at ráðgeva kundum okkara. P/F Maria Poulsen er millum elstu fyritøk- um í landinum, og eru vit í dag ein framkom- in fyritøka við royndum og heildar loysnum innan hitaverk, vatn, sanitet, ventilatión, kloakk og baðirúms møblar. Tað setur krøv til okkara starvsfólk Tú kemur at ráðgeva kundum okkara og hjálpa teimum at finna tað røttu loysnina. Tú kemur at rokna út tilboð, og verða við til at fyrireika verkætlanir og fylgja teimum í verki. Samstundis fært tú ábyrgd og ávirkan á at menna okkara fyritøku. Tú kemur soleiðis, í samstarvi við onnur, at virka á einum einum spennandi og fjøltátt að um arbeiðsplássi. Vit vænta at tú • skilur týdningin av góðum handverki, dygd og góðari kundarøkt • hevur røttu útbúgving og/ella drúgvar royndir • hevur royndir innan vhs, ventilation ella líkn. • dugir at arbeiða sjálvstøðugt • er fyrikomandi, nærlagdur, íðin og kreativur Afturfyri bjóða vit • eitt spennandi starv við nógvum møguleikum • góðar samstarvsfelagar í góðum fakligum arbeiðs umhvørvi • ávirkan á tín egna arbeiðsdag stutt sagt, eitt spennandi starv í einari fyritøku í støðug ari menning. Umsóknir saman við avriti av prógvum og møgu ligum viðmælum, skal verða innkomin seinast mánadagin 18. apríl 2011 til: Maria Poulsen P/F Boks 182 Smyrilsvegur 8 FO-110 Tórs havn Nærri fæst at vita um starvið, við at ringja tel. 312 000 og tosa við Kristian á Dul, stjóra. rættiliga. Hetta krevur í hvussu er, at tú hongur í tær løturnar, tú ert her niðri. Eg vænti tó, at arbeiðið verður komið nokkso væl áleiðis, áðrenn summarið er lokið, leggur hann aftrat. Spurdur, hvussu tað er at laða niður yvir bleyta undir­ lendið, sum er í Danmark, vísir hann á, at hann fer at leggja nakrar jarnstengur niður í betong, og síðan verð­ ur garður laðaður omanyvir. – Hetta kemur nokk at halda, leggur hann aftrat. Innan fyri grótgarðin, sum ikki verður serliga høgur, ætlar Jackie at hava onkrar vanligar flísar. – Eg fái stóra hjálp frá unn ustuni hjá mær – og mínari komandi konu. Hon er ógvuliga kreativ og hevur stóran áhuga fyri hesum, sum vit nú í felag eru farin undir, sigur hann. Giftast í dag Meðan vit vitja Jackie og Elisabeth, fáa vit eisini at vita, at tey bæði skulu giftast í ráðhúsinum í Ålborg í dag, fríggjadagin. – Jú, vit skulu giftast, og eg haldi, at hetta er ein spennandi tíð, sum liggur fyri framman hjá okkum báðum, sigur Jackie – og Elisabeth nikkar brosandi. Tá vit spyrja, hvar brúd­ leypið skal haldast, er Elisa­ beth skjót at svara: – Tað verður her hjá okk­ um – í okkara paradísi, sum hon tekur til. Jackie sigur, at tey duga slett ikki at meta um, hvussu nógv fólk koma í brúdleyp. – Nei, vit vita slett ikki, hvør kemur, men vit vænta nøkur vinfólk og kenningar. Best er, um greinin ikki fer í blaðið, fyrr enn á brúd­ leypsdegnum ella seinni, tí her er ikki so nógv pláss, leggur hann brosandi aftrat. Úr túninum hjá Jackie og Elisabeth fara vit innar og sessast í summarhúsinum. Her fáa vit gott kaffi, køkur og ymiskt søtmeti. Tey vísa okkum runt í hús inum, og meðan vit ganga um rúmini, vísir Elisa beth okkum eisini vakra brúðar­ kjólan, sum hon skal giftast í, brúðarbukettina, sum hon sjálv hevur gjørt – og vakurt borðprýði, har ljós er sett oman yvir lítla plátu úr gróti við pynti. – Vit eru bæði sera spent, og vit gleða okkum nógv til stóra dagin, sigur Elisabeth Seyer. Jackie sigur, at hann fer at fáa sær eftirnavnið Seyer, tá tey eru vorðin hjún. Fantastiskir grannar Jackie vendir aftur til góða grannalagið, sum hevur ver­ ið heilt aftur til tíðina, tá for­ eldur hansara áttu summar­ húsini. – Jú, grannalagið er sera gott. Tá grasplenan skal sláast og haldast, og hyggj­ ast skal eftir húsunum, hava grannarnir altíð verið fan­ tastiskir at hjálpt okkum. Hevur nakað verið á vási, hava vit frætt um telduna – ella tey ringja. Hetta hevur als ikki verið nakar trupulleiki, og tað eru vit ógvuliga fegin um og takksom fyri. Tað er loyvt at búgva alt árið í summarhúsunum, sum Jackie og Hans eiga uttanfyri Ålborg. – Hetta er summarhúsøkið, men fólk kunnu búgva her alt árið. Tað eru fleiri pen­ sjónistar, sum búgva her, og tað er okkurt við tí, at hevur tú átt húsini í eini sjey ár, kanst tú eisini búgva í teimum alt árið, sigur hann. Jackie Joensen sigur, at hann hevur ikki leigað húsini út til onnur. – Nei, fyribils er eingin ætlan um skipaða útleigan, leggur hann aftrat. vilmund@sosialurin.fo Vit vita slett ikki, hvør kemur, men vit vænta nøkur vinfólk og kenningar JACKIE JOENSEN Jackie hevur laðað gjøgnum mong ár, og hetta dugir hann sum fáur. Nú er skjøtil settur á garðin við summarhúsini, hann eigur uttanfyri Ålborg. Í dag gistast Jackie og unnusta hansara, Elisabeth, í ráðhúsinum í Ålborg