fríggjadagur 15. apríl 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 15. apríl 2011
18
VIKUSKIFTI
Samrøða
Barbara Holm
Barbara@sosialurin.fo
Tað vóru helst nógvir føroyingar,
sum settu seg væl tilrættis á sofuni
og fylgdu við í fyrstu sendingini hjá
Jákupi Veyhe av Bakarínum. Hetta
er live sending við samrøðum og
undir haldi, sum verðu send annað
hvørt leygarkvøld á Rás1 hjá Tele
varp inum.
– Ætlanin var faktiskt enn ambiti
øsari, men – lukkutíð – valdu vit at
byrja við »rullistarti«, tað vil siga ikki
so langa sendiflatu, og tað er so tað,
sum er blivið Bakaríið, sigur Jákup
Veyhe.
Tað skuldi verða
»lowbudget«
Jákup Veyhe, sum vit øll kenna frá
Pipari & Salti, hevur áður gjørt sjón
varp, men ongantíð beinleiðis.
Tað er ein útfordring at gera
sjón varp – serstakliga tøkniliga. Vit
ætl aðu allatíðina, at tað skuldi vera
»low budget«, og at vit ikki skuldu
ganga uppí tøkni. Men eg haldi, at
vit hava gingið uppí tøkni kortini.
Vit hava lánt og leigað útgerð, og tá
ið vit – um nøkur ár – fara at duga
at brúka útgerðina, verður tað helst
lætt ari. Men enn er tað ein avbjóðing,
greiður Jákup frá.
Hann og Petur Slyne eru sannførdir
um, at ein slík sending manglar í Før
oyum.
Vit høvdu neyvan farið undir hetta,
um vit ikki hildu, at slíkt manglar í
Før oyum, sigur Jákup Veyhe.
Men enn eru ambitiónirnar hjá
skemtaranum ikki tær heilt stóru.
Hans ara størsta vón er tó, at sendingin
kann fáa nakrar hyggjarar.
Eg veit ikki, hvat er týdningarmikið
fyri okkum at fáa fram í sendingini.
Vit vilja fegnir hava hyggjarar, og
síðani at tað melur runt fíggjarliga,
greiður Jákup frá.
Ólavur í Beiti
hvesti sær pennin
Eftir fyrstu sending fingu Bakaríið og
Jákup Veyhe toyggið frá redaktørinum
á Vágaportalinum, Ólavi í Beiti.
Ólavur í Beiti helt ikki, at sendingin
nyttaði nakað sum helst.
Mær dámdi væl at lesa, at onkur
skrivaði sína erligu meining. At
kritikk urin var negativur, var partvís
gott – tí vit fara sjálvandi at taka í
egnan barm og rætta ymiskt, sum ikki
var gott nokk. Ólavur skrivar, at hann
ikki fer at hyggja eftir sendingini aftur.
Tað er kanska eitt sindur harmiligt,
sigur Jákup.
Vónirnar hjá føroyingum vóru
helst stórar, tá ið boðað varð frá, at
Jákup Veyhe skuldi standa á odda fyri
eini LIVE sending.
Eg vænti, at slíkur kritikkur kemur,
tí fólk eru vónbrotin av tí, tey síggja.
Kanska eisini tí, at tey vænta okkurt
meira, sum tey síðani ikki fáa, sigur
Jákup Veyhe.
Hann heldur kortini, at tað er
frálíkt at fáa kritikk, hóast kritikkurin
ikki altíð er rættvísur.
Spyr meg
aftur í summar
Jákup og Petur fara í annaðkvøld
und ir aðru sendingina, og hesaferð
er danska Natholdet á vitjan.
Enn hevur tað verið stuttligt,
stressandi og avbjóðandi at gera send
ingina, men spyr meg aftur í summ ar,
sigur Jákup skemtandi.
Fyri hann er live sjónvarp eitt ar
beiði sum alt annað, men kortini eru
onn ur ting upp á spæl, tá ið Føroya
fólk fylgir við.
Tað er ein »nerva« í, tá ið tað er
beinleiðis. Tað gevur nakað, sum ikki
ber til við einari sending, sum er á
bandi. Til dømis kann onkur ringja
til send ingina, og vit kunnu taka púra
fesk evni upp, greiður Jákup frá.
Hann sigur, at sendingin fer at
halda fram til í summar, men vil
kortini einki lova.
Vit taka eina sending í senn, sigur
Jákup Veyhe, sum kortini væntar
at send ingin heldur fram til juni
mánað.
Mær
dáMar væl
kritikkin
Sendingin Bakaríið fór av bakkaStokki fyri tveimum vikum síðani, og
fólk hava verið ymisk á máli um nýggju sendingina. kritikkur hevur
verið at sæð og hoyrt í almenna rúminum, og eitt nú redaktørurin á
vágaportalinum langaði út eftir Jákupi veyHe. – mær dámar væl, at fólk
Siga Sína erligu hugSan. at kritikkurin er negativur er partvíst gott, tí
So kunnu vit taka í egnan barm, Sigur jákup veyhe, vertur í bakarínum
Mær dámdi væl at lesa, at onkur
skrivaði sína erligu meining