Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45 18 Sosialurin Vilmund Jacobsen Myndir: Vilmund Jacobsen/ Birgir W. Høgnesen Millum bilarnar, sum vóru við Norrønu úr Føroyum til Hirtshals í seinastu viku, var ein jeepur við viðfestivogni, sum var fullur av føroyskum hagagróti. Vit sóu á bilin, tá hesin koyrdi í land í Hirtshals og fóru at fregnast eftir, hvør skuldi hava hetta grótið, og hvar tað skuldi brúkast. Skjótt komu vit eftir, at tað var Hans Joensen, sum átti jeepin, og tað var hann, sum hevði hagagrótið niður við sær til beiggja sín, Jackie Joensen, ið hevur fingist við grótlaðing í nógv ár og er sera snøggur í hondum. Vælkomin á gátt Sunnudagin, sum Norrøna var komin til bryggju í Hirts­ hals morgunin fyri, fóru vit at leita eftir Jackie. Vit ringdu til hansara, og áðrenn hálvtalað varð orð, fingu vit at vita, at vit vóru vælkomin at vitja hann og unnustu hansara, Elisa­ beth Seyer, sum vóru stødd í summarhúsi nakrar kilo­ metrar uttan fyri Ålborg. Tá vit komu á adressuna, møttu vit ikki bara Jackie og unnustuni, men eisini Hans Joensen og konu hansara. Jackie og Hans Joensen eru brøður, og báðir eiga teir summarhús í somu gøtu – við bert einum húsi ímillum. Hetta er stak friðarligt øki, og tá summarhúsini hava verið í familjuni í fleiri ár, hava teir eisini alt gott at bera grannum, sum eru sera hjálpsamir, tá ræður um at halda eyguni við húsunum, tá eingin býr í teimum. Í túninum hjá Jackie lá nú so mikið av hagagróti, at klárt er at byrja at laða. Hann hevur grivið sær eina grøv fram við verandi terassu, og her omanyvir betong og jarn, sum verður stoypt niður í grøvina, verður hagagrótið laðað. Terassuna fer hann at taka niður og byggja sær uppaftur av nýggjum. Jackie og unnustan, Elisa­ beth, tóku ímóti okkum í tún­ inum og vístu okkum, hvussu út sær rundan um hugnaligu summarhúsini. Vit fingu eisini eina ábending um, hvussu umhvørvið rundan um húsini fer at síggja út, tá Jackie er liðugur við sítt verk. – Húsini er um 80 fer ­ metrar, og grundøkið liggur um 1250 fermetrar, so her er gott pláss. Eg keypti húsini frá foreldrum mínum fyri nøkrum árum síðan, og nú eg havi fingist við grótlaðing í so nógv ár, hugsaði eg um at fara at laða mær mín egna garð, sigur hann. Úr føroyskum haga – Hetta er føroyskt hagagrót, sum er hentað ymsastaðni í Føroyum. Meginpartin havi eg samlað saman við mínum góða vini, Ludvík Petersen. Eg havi fingið stóra hjálp, og tí hevur hetta latið seg gera. Grótið havi eg síðan fingið til Danmarkar við viðfestivogni yvir nokkso langa tíð. Nú havi eg so mikið av gróti, at eg kann fara í gongd. Men, hvussu langa tíð væntar Jackie so at brúka upp á laðingararbeiði? – Nei, tað veit eg ikki Jackie laðar við føroyskum hagagróti í Danmark Hann hevur drúgvar royndir við grótlaðing í Føroyum, og nú laðar hann garð við føroyskum hagagróti við summarhúsini, sum hann hevur uttan fyri Ålborg. Aftrat sær hevur hann unnustu sína, Elisabeth Seyer, sum í dag verður kona hansara, tá tey ganga í hjúnarlag í ráðhúsinum í Ålborg Vit eru bæði sera spent, og vit gleða okk­ um nógv til stóra dagin Her vísir Elisabeth okkum brúðarkjólan, sum hon verður í, tá hon gongur í hjúnalag við Jackie í dag