fríggjadagur 15. apríl 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 15. apríl 2011
17
VIKUSKIFTI
... ella hoyr alt á rás2!
kom á Hvonn og lurta
Beinta poulsen
Hon er búsitandi í Malmø og hevur klædnamerkið
soul Made. Beinta poulsen greiðir frá, hvørjum
hon arbeiðir við í sínari sniðgeving í løtuni, og
hvat skal til fyri at vinna fram millum tey mongu
merkini, sum bjóða seg fram á marknaðinum.
elin og Tóra
Tær fylgja við í mótaheiminum – bæði heima og
burturi – og á bloggum og heimasíðum siga tær
sína hugsan. elin Christiansen, sum hevur rikið
heimasíðuna plagg.fo, og Tóra Højgaard joensen,
sum bloggar á kvinnu, siga sína hugsan um
føroyska sniðgeving og føroyskan móta. Vit spyrja,
hvat tær halda, at føroyskir sniðgevarar duga væl,
og hvat teir kundu gjørt øðrvísi.
Óluva á Lofti
Handilin sirri selir bert klæði hjá føroyskum
sniðgevum. Vit tosa við Óluvu á Lofti, sum rekur
handilin, um áhugan fyri føroysku klædna
merkjunum, um hvørji fólk keypi hesi klæði,
og um hvussu føroysk klædnaframleiðsla hevur
tað í løtuni.
anders Breinholt
Hann er vertur í satirusendingini Natholdet á TV2,
og nú er hann komin til Føroya at taka sending
upp. anders Breinholt leggur leiðina fram við á
Hvonn, og vit spyrja hann, hvør er størsta klichéin
um Føroyar, sum hann hevur fingið váttað á ferðini
til Føroya – og hvørja kliché hann hevur fingið
avsannað.
Lena live
Lena anderssen er kent navn bæði her heima og
í útlandinum. Hon hevur seinnu árini givið nógvan
tónleik út, hevur havt konsertir úti í heimi, og her
heima hevur hon vunnið fleiri heiðurslønir.
Leygar kvøldið práta vit Lenu anderssen um
tónleikin, og hon fer at spæla live fyri okkum.
juanita og Óluva
Tær hava gingið catwalk úti í heimi, eru avmynd
aðar til bløð og heimasíður, og teljast millum
fremstu føroysku modellirnar. juanita schrøter
Holm úr Hvalba og Óluva johannesen úr Havn
greiða frá, hvussu tað er at verða modell, hvørjar
stóru avbjóðingarnar eru, og hvussu tað er skula
liva upp til krøvini frá mótavinnuni.
Frida poulsen
Filmurin »The Devil Wears prada« er eitt undirdrívilsi
av, hvussu veruleikin er í mótaheiminum – í øllum
førum innan sniðgevaraheimin í Italia. Tú arbeiðir
hart, fært lítla løn og nógvir høvuðs sniðgevar eru sera
órimiligir í krøvunum til starvs fólkið. Tað sigur Frida
poulsen, sum hevur lært til sniðgeva í Milano, og sum
nú arbeiðir sum free lancesniðgevi har. Herfyri var
Frida í Føroyum, og tá fingu vit eitt prát við hana um
lívið í italska móta heiminum.
Mini mótashow
Leygarkvøldið bjóða vit eisini eitt lítið
mótashow, har vit vísa nýggj klædnasett hjá
føroyskum sniðgevum. Modellir vísa fram klæði
hjá Guðrun & Guðrun, Malan á Lofti, steinum fyri
sirri, Barbara í Gongini og soul Made.