Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45 Sosialurin Vilt tú stýra ferðslutrygdini? STARVSLÝSING Ráðið fyri Ferðslutrygd søkir nýggjan stjóra at standa á odda fyri arbeiðinum hjá felagnum at skapa trygga ferðslu við støði í Nullhugsjónini. Umframt at hava • leiðaraevni • samskiftisevni og • samskipanarevni skal stjórin eisini • vera eldhugað/ur • vera kreativ/ur • geva seg av fullum huga til endamálið • eiga evni til at gera hugskot til veruleika, og • hava tev fyri eggjandi og upplýsandi átøkum Uppgávurnar hjá stjóranum eru m.a. • at vera íverksetari • at vera verkætlanarleiðari, og leiða fleiri verkætlanir samstundis • at savna og uppbyggja fakliga vitan til virkna nýtslu í samfelagnum • at samstarva tætt við stuðlar, ið eisini eru tættir samstarvsfelagar hjá felagnum • at samstarva við myndugleikar, skúlar, stovnar, feløg, fyritøkur og einstakling ar um at virka fyri at betra um ferðslutrygdina í Føroyum • at luttaka í norðurlendskum ferðslutrygdarsamstarvi • dagligt samskifti við ferðslubrúkarar • at vera klár/ur at persónliga trína fram í almenna rúminum og umboða sjónarmiðini hjá RFF Førleikar Tú hevur hóskandi útbúgving, har leiðsla og samskifti eru nakrir av hornasteinunum. Vit vænta, at tú dugir at arbeiða sjálv støðugt, miðvíst, og at fyrihalda og tillaga teg til broyt- ingar í starvinum. Tú kennir føroyska sam­ felagið væl, og hevur skil fyri hvat rørist mil- lum fólk. Tú dugir væl við fólki og at samskifta á føroysk um, norðurlendskum og enskum. Løn Sambært nærri avtalu. Umsókn Hevur tú spurningar í samband við starvið, kanst tú seta teg í samband við starvsnevndar­ formannin, Kára Thorsteinsson (kt@rff.fo). Umsóknarfreist er mánadagin 2. mai 2011. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum skal sendast til: Ráðið fyri Ferðslutrygd Att: Starvsnevndin Tungugøta 4 ­ Miðhæddin Postsmoga 3209 110 Tórshavn ella sum teldupostur til :rff@rff.fo Ráðið fyri Ferðuslutrygd Tungugøta 4 · Tórshavn · Tel 310 204 · www.rff.fo Øll eiga at fáa rætt til eftirútbúgving Javnvág millum familju- og arbeiðslív „Hetta er mítt arbeiði“ „Hetta er mítt arbeiði“ „Hetta er mítt arbeiði“ Álitisfólkið er álitið Endurnýggjan og framtíð „Hetta er mítt arbeiði“ Vit eiga at vera virkin í samfelagskjakinum SAMSTARV heldur enn harraboð a SAMSTARV heldur enn harraboð „Hetta er mítt arbeiði“ „Hetta er mítt arbeiði“ At álitisfólk eftir førimuni gera eitt dygdargott arbeiði, er eingin ivi um, og mangan kann tað vera baldrut og strævið at fáa leiðsluna á arbeiðsplássinum at halda seg til sáttmálaásetingar og reglur. „ “ Upp ímóti einstaklingadyrkanini standa fakfeløgini. Tað er okkara uppgáva at sannføra fólk um, at standa vit saman, standa vit sterkari. Væl nøgd EFTIRLØNARSKIPAN Rætt samansett … í fólksins tænastu Í ár hava limirnir í Starvsmannafelagnum staðið saman og virkað í fólksins tænastu í fi mmti ár. Kvinnur og menn. Tey eru skansar í gerandisdegnum og hjálpa til at bera samfelagið fram á mál. Hetta er tað, tey gera. Fleiri enn 2.000 í tali. Tey gera munin. STARVSMANNAFELAGIÐ