Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 45 · 15. apríl 2011 20 VIKUSKIFTI Natúrligur tørvur at prýða List í aLmenna rúminum Hansina Iversen Tá eg gekk í Kommunuskúlanum í Havn, var eg bergtikin av stóra máln inginum hjá Williami Heinesen av Sjúrði í bardaga við ormin, sum prýð ur veggin eystureftir í auluni. Aulan var prýdd við myndarøð úr Sjúrðakvæðunum; men stóra lista­ verkið eystureftir, var tað ið altíð sást, tí har fyri framman var pallurin og orglið úti í horninum til vinstru. Aulan hevði ikki verið tann vakra og stór bæra høll hon er, uttan listaverkini hjá Williami Heine sen. Listaverkini eru tí bet ur varð­ veit og gera høllina til eitt eina stand­ andi rúm at vera í. Tá nýggja Hotel Føroyar lat up í 1983 uppi á Oyggjarvegnum, var hotell ið prýtt við dygdarlist av frems­ tu listafólkum í Føroyum, m.o Tróndur Patursson í forhøllini, Bárður Jákupsson í matstovuni og Zacharias Heinesen í veitslu høllini. Zacharias Heinesen hevði prýtt skila veggirnar í veitsluhøllini, sum kundu breiðast út og leggjast saman aft ur, alt eftir hvussu stórt rúm veitslur høvdu brúk fyri. Zacharias hevði gjørt hesar veggir so serstaka vakrar, at hendan annars sera ómerkiliga høll, varð til eina tindrandi høll, við teim­ um skipaðu brotunum í klárum litum, málað á hvítu veggirnar. Tá hotellið í ní­ ti ár unum kom í hendurnar á nýggjum eigar um, og bleiv Hotel Borg, rullaðu tey deyða ljósareyða plastmáling yvir lívligu veggirnar, fyri at tekkjast stokku ta mótanum, sum ráddi tá. Høll­ in misti sína tign. Syrgiligt! Í dag eru tíbetur aftur nýggir eigar ar, ið duga at síggja virðið í serliga bygn­ ing inum og týdningin av at prýða hann við skili. Men listaverkið hjá Zachariasi Heine sen kann ikki gerast aftur. At skula prýða ein bygning í býar­ og bygdarumhvørvinum, er ein stór av bjóðing fyri eitt listafólk. Tá prýðingin skal vera ein partur av sjálv um bygninginum, er avbjóðingin ser liga stór. Tá eg byrjaði arbeiðið, at prýða gamla telefonhúsið á Tinghúsvegnum, sum skuldi umbyggjast til umsiting løg tingsins, var stórsta avbjóðingin, at vera partur av stórari verkætlan, har tíðarætlanin var stýrd av fleiri sam­ støðu pørtum. Bíðitíð, avlýsingar, seink­ ing ar og framskundan, vóru allatíðina part u r av arbeiðsgongdini og tað var tor ført at finna út av, hvussu tíðin kundi nýtast best. Alt ið einum bleiv okkurt framskundað, og so var ikki ann að at gera enn at vera til reiðar við tí, sum skuldi setast upp tá, og var tað nú nóg gott? Í øllum hesum órógvandi broyt ingunum á einum byggiplássi, royn ur listafólkið at finna eina javnvág. Alt tað praktiska, at halda kostn að­ ar ætlanina, at møguliga skula broyta til farið, sum umleið broytir útrykkið, sum eg so aftur skal taka støðu til. Til­ far ið skal kunna halda til veður og vind, litir og formar skulu haldast óbroyttir í krevj an di umstøðum. Í uppgávuni hugsaði eg um prýð ing­ ina á sama hátt, sum eg vanliga arbeiði við mínum málningum. Men kanska er styrk in í verkinum júst tann, at farið verð ur undir at skapa eitt listaverk, og ikki eitt snið. Listaverkið er uttan fyri lit og úti av dimensiónum í mun til umhvørvið, meðan ein bygningur verð­ ur hugsaður at standa í samljóði við umhvørvið hann stendur í. So í veru­ leika num standa bygningurin og listin í andstøðu, og skapa ein dynamikk, ið er avgerandi fyri tílíkt samstarv og fyri úrslitið. Á ráðstevnuni, sum verður hildin í Norð ur landahúsinum 29.apríl, verður óiva kjak um týdningin av at prýða byg n ing ar og um tað yvirhøvur er neyð ugt, ­ og skulu vit brúka pening til tað? Sjálvandi haldi eg tað vera al­ neyð ugt, og at tað nú er tikið stig til at taka hetta áhugaverda evni fram á ráðstevnuni " Millum Kongaminnið og kitsch", gleðir meg. Vit hava ein náttúr­ ligan tørv á at prýða; men í almenna rúmi num er tað umráðandi, at hetta verð ur umsitið væl. Tað kann ikki vera nakar ivi um, at tað mugu vera serkøn á listarliga øki­ num, ið skulu gera tað. Tað krevst ein vitan og eitt innlit í myndlist til at kun­ na meta um, hvat er nóg gott. Hugsið tykkum Gøtu kirkju ­ stílfull byggi list og vill myndlist saman. Hevði henda kirkjan verið eitt serligt verk, um tað eina av hesum ikki var? At skulA prýða ein bygning í býAr- og bygdarumHvørvInum, er ein stór ávbjóðIng fyri eitt listAfólk. tá prýðIngIn skAl verA ein pArtur Av sjálvum bygnIngInum, er Avbjóðingin serligA stór, skrivAr HansIna Iversen í hesi grein um list í almenna rúminum