Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45 24 Sosialurin Goymslu- og flutningsleiðari Eitt spennandi starv við stórum avbjóðingum sum goymslu- og flutningsleiðari hjá Poul Hansen heilsølu í Tórshavn er leyst at søkja Goymslu- og flutningsleiðarin er ein sentralur persónur í fyritøkuni. Hann hevur ábyrgdina av vøruni, til hon stendur hjá kundanum, og hann sam- skipar vørumóttøku, vøruavgreiðslu og vøruflutning. Tað hevur stóran týdning, at goymslu- og flutningsleiðarin kann reka goymsl- una skynsamt rakstrarliga, og at hann er kunda- og tænastuvinarligur. Tú skalt vera førur fyri at taka skjótar avgerðir, tá tað krevst. Tað gongur mangan skjótt fyri seg, og tí er neyðugt at duga at skipa væl fyri, hóast tú arbeiðir undir trýsti. Á goymslu- og flutningsdeildini eru 30 starvsfólk í dag, so tað er eitt krav, at tú hevur leiðsluroyndir. Royndir innan goymslu, flutning og handil er ein fyri- munur. Viðkomandi útbúgving er eisini ein fyrimunur, men tó eingin treyt. Teldukunnleiki á brúkarastøði krevst. Løn sambært avtalu. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 2. mai. Hevur tú hug at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at at ringja til Høgna Hansen, stjóra, á telefon 311161 ella 218248. Send umsóknina til: P/F Poul Hansen, heilsølu Postboks 3016, FO-110 Tórshavn ella hhansen@ph.fo P/F Poul Hansen er størsta heilsølan í Føroyum. 60 fólk starvast í fyritøkuni, sum varð stovnað í 1927. Vørugoymslan er 5000 m2. Poul Hansen umboðar sterk og dygdargóð vørumerki, og umleið 5500 ymisk sløg eru í vøruskránni. sansir.fo www.torshavn.fo tórshavnar kommuna Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Landavegnum eftir einum pedagogi til barna- garðsstovu, at arbeiða 30-35 tímar um vikuna, at byrja frá 1. mai 2011 ella nærri avtalu. SETANARVIÐURSKIFTI Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið. UMSÓKN saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera hjá Dagstovninum á Landavegnum, Landavegur 84, 100 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin 29. apríl 2011. MEIRA FÆST AT VITA um starvið við at venda sær til Kirstin Djurhuus, stovnsleiðara, á telefon 222380. Pedagogur