fríggjadagur 15. apríl 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 15. apríl 2011
24
VIKUSKIFTI
Í 80 ár eru kvinnurnar støðugt fækkaðar Í Føroyum samanborið við
menninar, og Í dag eru tær 2.000 Færri enn menninir. Henda gongd má vendast,
sigur kristianna Winther Poulsen, Forkvinna Í Javnstøðunevndini, sum Heldur,
at samfelagið má gerast rúmligari við Fleiri vinnumøguleikum og betri
bústaðarmøguleikum. ein gongd leið kundi verið at lagt dent á ullarvirking
og sniðgeving. Hugsast má stórt og øðrvísi, Heldur Hon, og vit kunnu eitt
nú bjóða útlendskum kvinnum eksklusiva útbúgving Í tÍlÍkum førleikum
Kvinnurnar
mugu fáast
at støðast
í Føroyum
javnstøða
uni arge
ua@sosialurin.fo
Javnstøðunevndin hevur aftur latið
úr hondum eina ársfrágreiðing, og
eins og væntast kundi, fær nevndin
ikki enn staðfest, at komið er á mál
í javnstøðumálum. Eitt nú mátti
Javnstøðu nevndin í 2010 draga ein
almennan ar beiðs gevara í rættin vegna
ein pápa, sum ikki fekk løn, meðan hann
var í barsilsfarloyvi. Rætturin gjørdi
greitt, at arbeiðsgevarin hevði brotið
javnstøðu lógina. Javnstøðunevndin
staðfestir, at dómurin kom óvart
á tey mongu, sum høvdu spátt, at
hetta málið fór nevndin at tapa, men
spádómarnir vóru skeivir, og við
dóminum eru umstøðurnar hjá monn
um í barsilsfarloyvi vorðnar munandi
betri. »Soleiðis ber til at førka vana
bundnar samfelagsskipanir, so tær
gerast rúmligari fyri bæði kynini,«
skrivar forkvinnan í Javnstøðunevndini
í árs frágreiðingini um rættarmálið, sum
nevndin vann í 2010.
Gongur spakuliga framá
At flyta fólk úr vanahugsan er ein tann
størsta uppgávan og avbjóðingin hjá
Javnstøðunevndini. Um okkurt altíð
hevur verið so, sum tað framvegis er,
kemur fáum til hugs at broyta manna
gongdir og hugsunarhættir. Í eitt nú
fiskivinnuni hava menn altíð rátt fyri
borgum, og púra natúrligt er tí, at tá
nevndir og ráð, ið fáast við fiskivinnu,
verða mannað, skulu menn sita í
hesum ráð unum og nevndunum. Ella
er tað? Javnstøðunevndin hevur ført
eitt áhaldandi stríð at minna myndug
leikarnar á, at javnstøða skal havast
í huga, tá fólk verða vald í nevndir
og ráð, tí ger tað almenna, sum tað
altíð hevur gjørt, og velur bara menn
í álitisstørv, koma førleikarnir hjá
mongum dugnaligum kvinnum ikki
sam felag num til góðar. Og at útihýsa
tær er at meta sum kynslig diskrimi
nering.
Sambært grein 8 í javnstøðulógini
skal kyns býtið í almennum nevndum og
ráðum vera javnt, og Javnstøðunevndin
hevur skyldu at fylgja við, um hendan
áseting verður hildin. Nevndin hevur
skrásett tøl um hetta aftur til 2000,
tá kannað varð fyrstu ferð, hvussu
stendur til við kynsbýtinum í al menn
um nevndum og ráðum. Kann ingar
vórðu eisini gjørdar í 2007 og aftur
í 2010. Javnstøðunevndin staðfestir,
at tað gongur rætta vegin á økinum,
tí kynsbýtið er vorðið javnari, men
komið er ikki á mál. Yvirlitið hjá
nevnd ini vísir, at av øllum teimum,
sum sótu í nevndum og ráðum hjá tí
al menna, vóru 62 prosent menn og 38
pro sent kvinnur. Javnstøða er í teimum
nevndum og ráðum, sum hoyra undir
Almanna málaráðið, Heilsumálaráðið
og Fíggjar málaráðið. Men ongin javn
støða er í Fiskimálaráðnum og Vinnu
mála ráðnum.
Í mansdomineraða Fiskimálaráðnum
eru heili 93 prosent av nevndarlimunum
menn og bara 7 prosent kvinnur. Í
Vinnu málaráðnum, sum varðar av javn
støðuni í Føroyum, eru 68 prosent av
nevndarlimunum menn og 32 prosent
kvinnur. Í Mentamálaráðnum eru 58
prosent menn og 42 prosent kvinnur, so
har er næstan javnstøða. Um javnstøða
nakrantíð verður í nevndum og ráðum
undir Fiskimálaráðnum, man vera
ivasamt, tí undantøk verða viðhvørt
latin at víkja frá meginregluni í lógini.
Eitt tílíkt undantak varð latið í 2010
í sambandi við, at Fiskidaganevndin
varð sett. Javnstøðunevndin heitti tó
á Fiskimálaráðið um at hava javn
støðulógina í huga í sambandi við val
av formanni, varaformanni og skrivara,
so kvinnulig umboðan kundi tryggjast
í nevndini. Men hesi áheitan fylgdi
Fiskimálaráðið ikki.
Skapa betri umstøður
Avbjóðingar eru sostatt framvegis, hvat