Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45 Sosialurin Kirkjugarður á Svínaryggi he n d u r i ð sl ep t u Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Elstur av børnunum hjá Andreas var Dánjal Johan f. 12.9 1880, vanliga kallaður Johan í Horni. Hann var nevniliga uppsitari á Horna garðinum frá 1904-1944. Johan hevði eina tunga lagnu. Hann misti tvær konur í besta aldri umframt seks børn. Fyrra kona hansara var Frederikke Jose­ fina f. 19.3 1876. Hon var ættað av Argjaboða, dóttir Ingu Mariu, ættað av Strondum, og Hans Olsen, ættaður úr Skálavík. Tey fingu børnini Andre as f. 1900, Hans Paula f. 1903, sum bleiv uppsitari í Syðradali, Dánjal Johan f. 1905, Sofus f. 1906, Fridu, f. 1908, Andreu f. 1910 og Ingeborg, sum var yngst. Um framt hesi børnini vóru tveir synir deyðir smáir. Men Frederikku Josefinu var ikki langt lív lagað. Hon doyði longu í 1912. Johan giftir seg aftur við Jaco ­ bine Sofie f. Isak sen, út Vestmanna. Mamm an kallaðist Anna Elisa beth Isaksen, og “udlagt Barne fader” var Johan Julius Jo hannesen. Hon fær heldur ikki nakað langt lív. Hon var bert 32 ára gomul, tá ið hon doyði í 1929. Tey fingu tvær døtur, sum komu til. Anna Dikka og Mia, sum giftist við Jens hjá Karl á Tórgarði, sum er ein kelda til hesa grein. Báðar konurnar liggja lið um lið í gamla kirkjugarði við eins steinum. Teksturin á tí seinna gravsteinunum er daprari enn vanligt. Har stendur: “I verden er sorg, i graven er ro.” Sorg hevur so verið, tí Jaco­ bine Sofía er grivin saman við fýra børnum. Hon er vist deyð á barsils song saman við tí seinasta barninum. Hon man hava havt tað nakað ringt. Johan fekk seinni eina dóttir við Elspu úr Skálavík. Dóttirin býr í Svøríki. Gjørdist sjálvur bert 68 ár Tann 10. juni 1949 stóðu hesi minn­ ingarorð í Dag blað num: Í fyrradagin andaðist Jóhann í Horni, Hornabóndin sum hann vanliga varð nevnd ur. Jóhann var skýrdur Daniel Johan Danielsen, men síðan hann tók við festinum á Flatnagerði, Hornagarð, hevur hann manna millum verið kendur sum Jóhann í Horni. Jóhann legði tíðliga rygg til í lívinum, og hann var av raskastu monnum alla staðni, har ið hann hevði starv og loyvdi sær aldri at taka sær av løttum. Sum tann skilamaður hann var, nýtti hann nýtt lag, tá ið hann tók við Hornagarði, tí væl skilti hann, at hitt gamla lagið sum frammanundan hevði verið, tað bar ikki til. At vera bóndi í Havn var nú einaferð ikki tað sama sum at vera bóndi á bygd. Hann miðaði eftir úr tøkuni, ið eisini hann sum bóndi skuldi liva av. Og tað má sigast, at hann dugdi hendinga væl at fáa nakað burtur úr sínum arbeiði á tí garði, hann var bóndi á. Mær rennur í huga eina ferð eg hitti hann, tá ið hann kom við mjólkini inn til Havn ar, einari stórari spann í hvørja hond. Eg steðgaði hon um á fyri at spyrja hann um seyð. “Nógva hevur tú mjólk ina, veit eg,” segði eg og hugdi at spann un um. “Ja,” segði hann, “tað er mjólkin tað ræður um, meira enn kjøtið. Tí, skal eg siga tær, hevði eg ikki havt mjólk ina, so hevði verið illa vorðið. Mjólk fáa børnini hjá mær so mikið, sum gongur í tey, og hana skulu tey hava, meðan tey eru ung, hon gev ur knotur.” “Ja, men kjøtið,” sigi eg, “tað ger væl eisini mun.” “Kjøtið hevur einki at siga,” svaraði hann, “tvøst og spik, fiskur og livur, ræstan fisk og smelt, tað vigar upp móti góðum kjøti. “Men tygum selja nógva mjólk,” helt eg fram. “Ja,” svaraði hann, “men eg ansi altíð eftir at hava nóg mikið eftir. Kjøtið? Tað ger minni um ov lítið er eftir av tí, vit skulu liva væl kortini.” Og ivaleyst mundi Johan hava rætt í tí, hann segði, at tað er mjólkin sum gevur knoturnar, sum lítast skulu á, tá ið ein er komin til mans. Jóhann var altíð skundis ligur, tá ið hann var á ferð, hjá honum var tað annaðhvørt at fara ella at verða, tað var einki himpr í nøkrum hjá honum. Tað eru nøkur ár síðani hann læt Hornagarð frá sær, men hann hevði í royndum sýnt, at íðin og hugagóður maður er førur fyri at fáa væl burtur úr einum bóndagarði, sjálvt um garðurin liggur í høvuðsstaðnum. Jóhann í Horni munnu vit leingi fara at minnast. VINMAÐUR Framskygdur bóndi Jens, sum giftist við Miu hjá Johan, greiðir frá, at Hornagarðurin var heil ar 13 merkur, sum var av tí up­ p runaliga Kirkju bøgarð inum. Har vóru nógv fólk í arbeiði, serliga komu tey av Argjum. Johan var roknaður fyri at vera ein góður bóndi. Hann hevði eini 8­10 neyt og einar 300 seyðir, so har var nóg mikið at gera. Hann seldi eisini sand. Hann átti økið om an móti sjónum Ein sonur hansara Hans Pauli var uppsitari í Syðrudali S. Johan ræddist so illa teir flúgvarar, sum flugu yvir Havnina undur krígnum. Hann rýmdu eina tíð til Syðradals. Eina ferð ætlaði hann sær til Havnar aftur. Tá ið hann kemur upp í Skarðið kemur ein flúgvari niður í móti honum. Tá kúvendi hann aftur til Syðradals! Johan Norðfoss kendi eisini væl Johan í Horni. Har kom eisini nokk so nógv fólk, tí annar tarvurin í Havn var í Horni. Johan í Horni var ein fram­ skygdur bóndi á mangan hátt. Hann gav seyðinum eyka fóður. Hetta mundi gera tað, at hann fekk so nógvar tvílembur. Hann kundi einsamallur fara á fjall bert við tveimum hundum, sum hann hevði fingið úr Skotlandi. Hetta gekk sera friðarliga fyri seg, meðan rópini kundu hoyrast um alla Havnina, tá ið aðrir fóru á fjall. Mjólkina bar hann á ok um um herðarnar heim í tað meiaríið, sum var har handilin hjá Kissa er nú. Her varð mjólkin ikki hita við gjørd eins og hinum meia rínum. Tí var mjólkin betur egnað til børn. Johan var eisini kendur fyri at vera hjartagóður. Betri ummæli ber illa til at fáa. Johan í Horni: Eigur tvær konur og seks børn í gamla kirkjugarði HER HVILER FREDERIKKE JOSEFINE DANIELSEN FØDT OLSEN F. 19. MARTS 1876 D. 6. DECEMBER 1912 OG HENDES TO SØNNER HERREN GAV HERREN TOG HERRENS NAVN VÆRE LOVET HERUNDER HVILER JACOBINE SOFIE DANIELSEN FØDT ISAKSEN F. 18. SEPTEMBER 1896 D. 9. MARTS 1929 OG HENDES FIRE BØRN I VERDEN ER SORG I GRAVEN ER RO Johan gevur seyðinum Frederikka, fyrra kona Johan, hornabóndan Børnini hjá Frederikku og Johan: F.v. í aftaru røð: Dánjal Johan (Amba), Sofus í Horni, Frida, Palli í Syðradali og Andreas. Frammanfyri: Ingeborg og Andrea g. Eldevig, sum fór til fostur hjá fastur síni Marionnu í Fuglafirði. Komandi partur Komandi partur kemur um tríggjar vikur 6. mai. Hann verður um Ellen Elisabeth og Mikkjal Christiansen í Dali.