Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. apríl 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 45 · 15. apríl 2011 25 VIKUSKIFTI kynsbýtinum í nevndum og ráð um hjá tí almenna viðvíkur, men hesar av­ bjóðingarnar eru langt frá tær størstu, tá tað snýr seg um at fáa kvinnur at støðast í Føroyum. Seinastu mongu áratíggjuni eru kvinnurnar fækkaðar nógv í Føroyum samanborið við menninar, og í dag eru tær 2.000 færri enn menninir. Heldur gongdin fram, verður tað ein umfatandi samfelagstrupulleiki, tí við fáum kvinnum verða alsamt færri børn fødd, og so kunnu Føroyar enda í klassiska trupulleikanum, sum hevur verið fleiri útjaðarasamfeløgum at bana. Tær bløða út, bæði tí fólk flyta burtur, og tí ov fá eru eftir at skapa eitt nøkt andi burðaravlop. Kristianna Winther Poulsen hevur sum forkvinna í Javnstøðunevndini áhaldandi víst á hendan trupulleikan, og hon ger tað framvegis. – Tað er áhugavert at eygleiða, at kvinnur so líðandi eru seyraðar úr sam­ felagnum seinastu 80 árini. So skjótt tær fingu møguleikan og ein ferðaseðil, fóru tær, meðan menninir, sum allir hava siglt og verið mobilir, valdu at koma aftur. Øll útjaðarasamfeløg hava tann trupulleikan, at ov fáar kvinnur støðast í teimum. Tær venda bygdini bakið og flyta hagar, sum teir spennandi møguleikarnir eru. Í sang­ inum »Gentukæti« verður yrkt um, at genturnar fara til Havnar, tí har er meira spennandi enn á bygd, men tíverri tykist gongdin at vera, at í Føroyum sum heild er ikki nóg spennandi hjá mongum kvinnum at vera, og tí fara tær uttanlands. Avleiðingin kann gerast, at fólkatalið stagnerar og síðan minkar. Hetta mugu vit gera nakað við, og ein máti er at fjøltátta vinnulívið, sigur Kristianna Winther Poulsen. Í hesum sambandi nevnir hon, at før­ oyskar kvinnur hava viðføddar gávur at virka t.d. ull. Nógv spennandi hendir á tí økinum nú, og nógvar gávuríkar kvinnur vísa, hvussu væl tær duga á hesum økinum. Her eru ótroyttir møguleikar, heldur hon, og avbjóðingin er at skapa eina veruliga vinnu burtur úr hesum arbeiði, sum kann gerast eitt íkast í búskapin, og sum kann geva øllum einstaklingunum, ið longu eru virknir, umstøður og orku at halda fram. Kristianna Winther Poulsen vísir á, at í øðrum útjaðarasamfeløgum hevur dentur verið lagdur á at fáa á føtur spennandi útbúgvingarstovnar. Summa staðni hevur hetta eydnast væl, og aðrastaðni hevur tað ikki eydnast. Men hvussu hevði verið at skipað eina master útbúgving í sniðgeving í Før­ oyum, sum serliga legði dent á at virka og virðisøkja ull, spyr hon. – Vit hava heilt vist neyðuga til­ feingið, og vit hava eisini neyðugu vit anina. Okkara dugnaligu sniðgevar kundu undirvíst ungum lesandi úr øll­ um heiminum, og okkara dugnaligu heimavirkiskvinnur kundu undirvíst teimum í, hvussu ullin verður virkað. Hetta kundi sett nógv í gongd. Á okkara døgum búgva fyri fyrstu ferð nakrantíð í heimssøguni fleiri menniskju í býum enn bygdum, so stríðið um íbúgvarnar í Føroyum er veruliga strævið, men frá­ flytingin steðgar ikki við at ignorera hana. Og hvør sigur, at kvinnurnar, sum skulu búgva í Føroyum, skulu hava føroyskar ílegur? Vit eiga at taka væl ímóti útlendskum kvinnum, sum flyta til Føroya, og geva teimum góð kor. Tað løgna er tó, at vit hoyra ikki um nakað politiskt átak, sum hevur til enda máls at venda gongdini. Tað skilji eg ikki, men tað sigur nakað um, hvussu politiska skipanin hugsar, sigur Kristianna Winther Poulsen. Javna umboðan Í ársfrágreiðingini hjá Javnstøðu nevnd­ ini staðfestir hon, at í sambandi við stríðið fyri javnstøðu er neyðugt at gera upp við vanabundnan hugsunarhátt, tí hann forðar fyri, at bæði kyn kunnu full nýta síni evnir í samfelagnum. Í hesum sambandi kann vanabundin hugsunarháttur eitt nú vera, at næstan bara menn verða valdir í nevndir undir Fiskimálaráðnum, men tað kann eisini vera hugsanin um, at í Føroyum skulu maður og kona liva saman við fleiri børn um í einum stórum húsi. Við tílíkum bústaðarmynstri ber til at klára seg, um bæði í húsinum hava arbeiði, og húsa lánið ikki er alt ov stórt. Men øll liva ikki sum maður og kona í einum stórum húsi, kanska tí summi skiljast, kanska tí lívið gekk ikki, sum ætlanin var, ella kanska tí tey hava ikki hug til tess. Livir tú sum stakur, hevur tú tí fíggjarligar avbjóðingar, sum kunnu vera sera truplar at vinna á. – Kvinnur, sum liva í parlagi, har inn tøkurnar eru nóg stórar, klára seg sum oftast væl. Men eitt húsarhald við einari inntøkur, t.d. ein støk mamma við børnum, hevur sera trupult við at klára seg. Stakar mammur hava í dag ongan livandi møguleika at festa búgv nær hendis miðstaðarøkinum. Neyðugt er tí at gera bústaðarmarknaðin meira fjølbroyttan. Hetta snýr seg aftur um at gera upp við vanabundna hugsan, og ein máti at gera tað er at fáa javnari umboðan í politikkin. Á tann hátt verður ávirkanin á, hvussu sam felags­ karmarnir verða skipaðir, meira um­ boðandi fyri øll. Tá vit tosa um javna politiska umboðan, haldi eg, at fólk úr øllum landinum og bæði kvinnur og menn skulu vera umboðað á tingi, sigur Kristianna Winther Poulsen. Í frágreiðingini »Kvinnur og vælferð í Útnorðri« frá 2010, sum Norð ur lendska Ráðharraráðið hevur givið út, verða allar tílíkar avbjóðingar hjá kvinnum í Norðuratlantshavi við gjørdar. Staðfest verður, at fráflyting er ein trupul leiki, og um trupulleikarnar hjá før oyskum kvinnum verður sagt, at tær ofta ikki fáa tað, sum tær vænta at fáa í eini almennari væl ferðar skipan. Kvinnurnar eru sam bært kann ingini sera bundnar at ættar bandi og parlagi og verða í før­ oyska vælferðarsamfelagnum mettar sum familju limir og ikki einstaklingar. Hetta kemur týðiligast til sjóndar hjá kvinn um, sum eru einsamallar við børnum. Tær mugu dúva upp á fíggjarligan stuðul frá familjuni. Eisini verður stafest, at føroyskar kvinnur eru í afturvendandi tvístøðu. Tær eru sera tilvitaðar um, hvørjar møguleikar og rættindi tær hava á væl ferðarøkinum í Danmark, sum tær fyri tað mesta fata sum betri enn tað føroyska. Hinvegin er sambandið við familju og vinir sera tætt í Føroyum, og í Føroyum halda kvinnurnar tað vera trygt hjá børnunum at vaksa upp. Eisini vísir kanningin, at millum tær føroysku kvinnurnar fer ein stórur partur av stríðnum fyri javnrættindum fram heima við hús. So avbjóðingin sum heild er ríkiliga stór. Javnstøðunevndin stríðist almenna stríðið. Kvinnur í politikki stríðast stríðið í politikkinum. Og nógvar stríðast eftir øllum at døma eis ini heima – við vanahugsan. Føroyskar kvinnur eru sera bundnar at ættar bandi og parlagi og verða í før oyska vælferðarsamfelagnum mettar sum familju limir og ikki einstaklingar. Hetta kemur týðiligast til sjóndar hjá kvinn um, sum eru einsamallar við børnum. Tær mugu dúva upp á fíggjarligan stuðul frá familjuni. mynd: Jens Kristian Vang