fríggjadagur 15. apríl 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 15. apríl 2011
11
VIKUSKIFTI
Tað er ikki óvanligt, at djór verða avlívað, av tí at tað ikki
riggar ímillum tey og húsfólkið. Atvoldin kann vera, ,at onkur
í familjuni er viðkvæmur og ikki tolir djórið. Ella tann at
fólk hava fingið sær eitt húsdjór, sum ikki hóskar til tey
Í dag fara fólk vanliga til djóralæknan, tá ið djór
skulu avlívast. Tað er ikki lætt at fara við sínum
góða vini; men ofta gerst ikki annað. Djór kunnu
blíva so gomul og sjúk, at tað er synd í teimum, og
tey mugu avlívast. Tá mást tú spyrja teg sjálvan,
hvørjum tað er synd í, djórinum ella tær sjálvum