fríggjadagur 15. apríl 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. apríl 2011 · Nr. 45
12
Sosialurin
Tað er bara at siga sum er,
uppskotið um tilfeingisbúð
er eitt ónýtuligt skrivstovu
projekt.
Ja, eitt krakkaprojekt, ið
tey flestu, sum hava innlit í
fiskivinnuna, síggja er púra
óbrúkiligt.
Endamálið er hinvegin at
fáa pengar í landskassan og
gera greitt, at gratis loyvir í
tilfeingisvinnuni er ein farin
tíð.
Vinnan er púra greið yvir,
at eitt tilfeingisgjald kemur.
Her mugu takast nøkur
atlit, so at eitt gjald er
greitt formulerað, so einki
journalistiskt visse – vasse
kemur burtur úr.
Harafturat so má tað
vera púra óbureaukratiskt
at umsita og síðst, men ikki
minst, so má tað gerast so
leiðis, at tað bæði gevur
pengar í landskassan og virk
semi kring landið.
Eitt uppskot kundi verið
at lagt eitt 4% avgjald á
alla tilfeingissølu. Teir sum
umskipa sína veiðu í Før
oyum kundu so søkt um at
fingið 1% aftur, og tey sum
lótu sítt tilfeingi til víðari
framleiðslu
í
Føroyum
kundu so søkt um at fingið
endurgoldið 3%.
Ja, so høvdu vit komið
nærri eini staðfesting av,
at tilfeingisrætturin er ogn
Føroya fólks, og nýtslu rætt
urin er bara til láns ímóti
gjaldi til tey dugnaligastu.
Kjak
Thomas Arabo
Tilfeingisbúð – tilfeingisgjald
DUNNUEGG
Dunnuegg til sølu,
4 kr stk.
269663
AÐALFUNDUR
Ársaðalfundur verður i
Bygdarhúsinum 27. apríl
kl. 20. Dagsskrá sambart
lógum felagsins.
Bygdarhúsfelagið
Leirvík
LFB AÐAL
FUNDUR
verður 30. apríl kl
13.30 í Fuglafirði Skrá
sambært lógina.
Landsfelagið fyri
Bjargingarfeløgini
AÐALFUNDUR
Aðalfundur verður í ÍSF
húsinum fríggjadagin
29. apríl kl. 18.00. Skrá
sambært viðtøkunum.
Nevndin BSKF
AÐALFUNDUR
Stuðlafelagið ÍSB hevur
aðalfund í B36húsinum
týsdagin 3 mai kl.18.
Nevndin
Eldri hús til leigu
í M. Heinasonar gøtu
Miðhædd: Durur, køkur,
stova, kamar, wc.
Loft: 2 kømur.
Wc+brúsa í kjallara.
Tlf. 266780,
eftir kl. 16:00